Eitt F-35 flogfar datt mikudagin niður nærhendis amerikansku flotastøðini Naval Air Station Leemore í miðstaðarøkinum í Kalifornia.
Tað sigur amerikanski flotin í eini fráboðan dag, skrivar ABC News.
Sambært CNN hendi vanlukkan umleið klokkan 18:30. lokala tíð mikudagin. Tað er hósnáttina okkara tíð.
Flogskiparin megnaði at skjóta seg úr jagaraflogfarinum trygt. Tað eru ikki aðrir skaðar, skrivar sjóverjan í fráboðanini sambært ABC News.
Tað er ikki greitt, hvat var orsøkin til vanlukkuna. Tað verður kannað, stendur í tí.
Tíðindastovan Reuters hevur til fánýtis roynt at fingið eina viðmerking frá Lockheed Martin, sum framleiðir F-35 flogførini.
Videoupptøkur, sum CNN hevur sæð, vísa eld og svartan royk, sum rísur frá vanlukkustaðnum.
Hetta er aðru ferð í ár, at eitt F-35 flogfar dettur niður í USA. Tað hendi eisini undir eini venjingarferð í januar á Eielson flogvøllinum í Alaska, skrivar CNN.
Eisini her slapp flogskiparin óskaddur.
Sambært CNN hoyrir flogfarið, sum datt niður mikudagin, til Strike-stríðsflogfarið VF-125, eisini nevnt "Rough Raiders".
VF-125 hevur ábyrgdina av at útbúgva flogskiparar og flogmanning.
Amerikonsku F-35 flogførini koma í trimum útgávum: A, B og C.
Flogfarið, sum datt niður, er eitt F-35C, sum er gjørt til nýtslu á amerikanskum flogberum.
Amerikanska flogverjan harafturímóti flýgur F-34A, sum er eitt vanligt jagaraflogfar, meðan Marine Corps brúkar F-35B, sum kann fara á flog og lenda loddrætt.
Sambært Lockheed Martin eru yvir 17 lond um allan heimin partur av F-35-ætlanini.
Danska flogverjan hevur seinastu árini verið fyri umlegging frá F-16 jagaraflogfarinum til nýggju og meira nútímans F-35 útgávuna.
Í 2001 avgjørdi Danmark at luttaka í menningarstiginum av F-35.
Eftir hesa avgerð kom í 2016 ein politisk avgerð um at velja F-35 sum avloysara fyri F-16. 27 flogfør vórðu bíløgd.
Tey fyrstu lendu á danskari jørð í 2023. Í mai lendu fýra nýggj F-35 jagaraflogfør á flogvøllinum í Skrydstrup, og sostatt er samlaða talið av F-35 flogførum á danskari jørð upp á 15.
Hini 12 eru enn í bíðistøðu, og tey seinastu verða eftir ætlan avhendað áðrenn árslok 2026.
Í mars í ár segði Troels Lund Poulsen, danskur verjumálaráðharri, at hann vil keypa tíggju F-35 flogfør aftrat.
Tað hevur altíð verið roknað við, at Danmark fór at hava brúk fyri meira enn teimum 27 jagaraflogførunum.
Verjan hevur leingi hildið, at ov fá av nýggju F-35 flogførunum vóru bíløgd, og hevur havt átta til tíggju flogfør afturat á ynskilistanum, vísti ein leki til TV 2 í 2023.
/Ritzau/