Tónleikur: Tað er ikki bara Týr, sum fær góð ummæli yviri í Íslandi. Eivør Pálsdóttir, sum seinastu tríggjar mánaðarnar hevur búleikast í Reykjavík, fær stak góð ummæli frá íslendskum bløðum, sum nú hava latið eyguni upp fyri føroyska songfuglinum. Okkurt av bløðunum vil vera við, at hon kundi væl klárað seg á útlendska tónleikamarknaðinum við rødd síni.
Íslendska Morgunblaðið heldur, sum so mong onnur, at Eivør viðhvørt minnir ikki sørt um kendu íslendsku songkvinnuna, Björk. Men sum allar hinar ferðirnar avnoktar Eivør, at hon vil ikki líkjast Björk.
? Eg lurti sjálv ikki nógv eftir Bjørk, sigur Eivør við Morgunblaðið. Hon sigur, at Clickhaze hellir meira til jazz og "Þljóðlegar hefðir". Eisini er hon av teirri áskoðan, at øll eiga at syngja á sínum móðurmáli.