Nordisk Maskinbefelsfederation NMF, ið er felagsskapur fyri norðurlendsku maskinmeistarafeløgini hevði fund í Havn 1. og 2. mai.
NMF umboðar tilsamans umleið 20.000 maskinmeistarar.
Við støði í teimum mongu skipum, ið síggjast uppankraði í Nólsoyarfirði og aðrastaðni í Norðanlondum varð spurningurin um sokallaði substandard skip - tað eru skip í vánaligum standi - umrøddur og semja var um, at tað er ynskiligt, at altjóða flutningsarbeiðarafelagsskapurin ITF setir eitt eftirlitsfólk til at kanna tey arbeiðsligu og sosialu viðurskiftini umborð í hesum skipum.
Av royndum við líknandi skipum aðrastaðni og við kanningum umborð er NMF kunnað um, at viðurskiftini umborð í nógvum slíkum skipum ikki eru nøktandi og hetta er orsøkin til, at heitt verður á ITF um at kanna viðurskiftini nærri.










