positivur við koronuvirus. Tað hevur ført við sær, at hann hevur verið innlagdur á hernaðarsjúkrahús uttan fyri Washington. Hann varð útskrivaður mánadagin. Trump hevur síðani boðað frá, at hann er klárur [...] amerikanska forsetan, Donald Trump, og demokratiska mótvalevni hansara, Joe Biden, verður virtuelt. Tað hevur nevnding fyri forsetakjakið gjørt av, skrivar tíðindastovan AP á Twitter. Næsta kjakið verður 15.
Merkta grindin úr Havn, ið var merkt 16. juni, hevur seinastu vikuna ferðast suðureftir, burtur frá Reykjanesrygginum. Grindin hevur hildið seg á djúpum sjógvi, mitt millum Reykjanesryggin og Rockall grunnin [...] farin norður aftur í eitt øki í hellingini vestur úr Reykjanesrygginum, har grindin hevur vitjað áður. Grindin hevur hildið seg í hellingini, har dýpið er meir enn 1000 metrar. Á kortinum niðanfyri ber
»Føroyar mín drotning« kallast nýggjur sangur, sum Ólavur á Váli Olsen hevur innspælt. Heri Nolsøe hevur skrivað sangin, sum er heilsan til Føroyar. Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein hava lagt [...] lagt innspælingina til rættis og hava framleitt. Erik Biskopstø hevur verið við at gera upptøkur. Tónleikarar eru eitt nú Erik Biskopstø, Høgni Klakkstein, Pætur við Keldu, Arnold Mortensen og Mikkjal [...] Hvannastein. Ólavur á Váli Olsen syngur sangin, og hann hevur fleiri kórsangarar afturat sær – Eyðun Jacobsen, Jákup Pauli Johannesen, John Færø, Karl Martin Samuelsen, Petur Vitalis og Torkil Mørkøre
prinsur fekk staðfest demens í september mánaði, hevur Magretha drotning viðmerkt heilsustøðu hansara. Hetta skrivar Jyllands Posten. – Maður mín hevur tað gott í løtuni. Eg havi júst hoyrt frá honum, [...] njótur tað og hevur tað veruliga gott. So tað gleðist eg um, sigur drotningin. – Tað er løgið at fara á eina slíka ferð einsamøll, men á hini hondini, so eru hetta treytirnar. Og tá hann hevur tað gott har
Tá BankNordik hevur aðalfund 31. mars fer nevndin at skjóta upp at útluta 300 milliónir krónur í vinningsbýti. Hetta er nógv størsta vinningsbýti, sum bankin hevur útlutað, síðani bankin varð privatiseraður [...] milliónir krónurnar. Síðani bankin varð privatiseraður hevur hann rindað tilsamans 150 milliónir krónur. Tvey tey seinastu roknskaparárini hevur bankin rindað 20 milliónir krónur í vinningsbýti. Parta
Grønlandsvegnum í nátt. Løgreglan hevur ikki rættiliga greiði á, hvat er stolið, men tey vita undir øllum umstøðum, at sigarettir og pengar eru stolnir. Løgreglan hevur eisini funnið nakrar sigarettpakkar [...] handlinum Løgreglan sigur, at tey hava eina rættiliga góða hóming av, hvør tað, sum hevur brotið inn, men enn hevur tað ikki eydnast at koma á tal við viðkomandi. Hetta er ikki fyrstu ferð, at brotið verður
Suni Joensen, tannlækni hevur selt Tannlæknastovuna í Sandavági til Joan P. Olsen, tannlækna. Suni læt upp tannlæknastovuna í Sandavági á Krossmessu 1976. Hann hevur hesi árini starvast sum privatpraktiserandi [...] tiserandi tannlækni. Eisini hevur hann verið skúlabarnatannlækni. Hann yvirtók skúlabarnatannrøktina hjá Sandavágs børnum tann 1. mai 1981 og hjá Miðvágs og Vatnsoyra børnum tann 1. mai 2013, so nú røkir [...] røkir Tannlæknastovan tenninar hjá øllum børnunum í Vága kommunu. Hóast Suni nú hevur selt, ætlar hann at starvast á Tannlæknastovuni eina tíð enn, tí heilsan er góð og hugurin drívur verkið. Suni og Joan
Universiteti umframt at hann hevur tikið leiðsluútbúgving “Ledelse i praksis”. Í løtuni starvast hann sum rektari í Hoydølum og sum undirvísingarstjóri á Glasi. Herleif Hammer hevur m.a. drúgvar leiðsluroyndir [...] Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur gjørt av at seta Herleif Hammer í starvið sum stjóri á Tjóðsavni Føroya frá 1. august 2017 at rokna. Starvið, ið er áramálssett, er sett í fimm ár. Herleif [...] ndir frá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði (Glasir), har hann hevur starvast síðstu 15 árini, bæði sum umsitingarleiðari, vararektari og síðan 2013 sum rektari.
at hava verið í bygdarhúsinum, har hann hevur tikið eldsløkkjaran. Sjálvur sigur maðurin, at ein rútur í hurðini var brotin, men løgreglan heldur, at hann hevur brotið rútin ordiliga fyri at fáa lásið [...] so at hann er sloppin inn. Í bygdarhúsinum hevur hann tikið ein stóran eldsløkkjara, sum hann síðani tømdi í túninum uttanfyri. Inni í bygdarhúsinum hevur hann kortini onki herverk gjørt. Maðurin varð
seks vikurnar hevur sitið í varðhaldi í Reykjavík, skuldsettur fyri drápið av 20 ára gomlu, Birnu Brjánsdóttir, ikki longur skal sita avbyrgdur. Verjin hjá varðhaldsfongslaða manninum hevur ferð eftir ferð [...] løgreglan, at maðurin ikki kann ávirka kanningararbeiðið og hevur tí gjørt av, at hann ikki skal sita avbyrgdur meira. Í morgin, tá hin skuldsetti hevur sitið varðhaldsfongslaður í seks vikur tilsamans, skal