Tá BankNordik hevur aðalfund 31. mars fer nevndin at skjóta upp at útluta 300 milliónir krónur í vinningsbýti.
Hetta er nógv størsta vinningsbýti, sum bankin hevur útlutað, síðani bankin varð privatiseraður í 2006. Fyri roknskaparárið 2005 útlutaði bankin 600 milliónir krónur. Tað varð gjørt, áðrenn bankin var privatiseraður, og tí fekk Fíggingargrunnurin, sum landið eigur, allar tær 600 milliónir krónurnar.
Síðani bankin varð privatiseraður hevur hann rindað tilsamans 150 milliónir krónur. Tvey tey seinastu roknskaparárini hevur bankin rindað 20 milliónir krónur í vinningsbýti.
Partapeningurin í BankNordik er 200 milliónir krónur, og vinningsbýtið er 30 krónur fyri hvørt partabræv – og partabrøvini eru upp á 20 krónur hvørt.










