Tømdi eldsløkkjaran úti á alfaravegi

Í gjáramorgunin fekk løgreglan boð um at ein maður gekk úti á alfaravegi við einum eldsløkkjara

 

 

Í gjáramorgunin fekk løgreglan boð um at ein maður gekk úti á alfaravegi við einum eldsløkkjara.

 

Løgreglan fekk fatur á manninum, og hann er nú skuldsettur fyri at hava verið í bygdarhúsinum, har hann hevur tikið eldsløkkjaran.

 

Sjálvur sigur maðurin, at ein rútur í hurðini var brotin, men løgreglan heldur, at hann hevur brotið rútin ordiliga fyri at fáa lásið upp, so at hann er sloppin inn.

 

Í bygdarhúsinum hevur hann tikið ein stóran eldsløkkjara, sum hann síðani tømdi í túninum uttanfyri.

 

Inni í bygdarhúsinum hevur hann kortini onki herverk gjørt. Maðurin varð tikin á løgreglustøðina, og tá ið hann var avhoyrdur, varð hann leyslatin aftur.