Løgreglan í Íslandi sigur, at maðurin, sum seinastu seks vikurnar hevur sitið í varðhaldi í Reykjavík, skuldsettur fyri drápið av 20 ára gomlu, Birnu Brjánsdóttir, ikki longur skal sita avbyrgdur.
Verjin hjá varðhaldsfongslaða manninum hevur ferð eftir ferð víst á, at eingin orsøk er til, at maðurin framhaldandi skal sita avbyrgdur í fongslinum.
Nú heldur so eisini íslendska løgreglan, at maðurin ikki kann ávirka kanningararbeiðið og hevur tí gjørt av, at hann ikki skal sita avbyrgdur meira.
Í morgin, tá hin skuldsetti hevur sitið varðhaldsfongslaður í seks vikur tilsamans, skal hann aftur fyri ein dómara, og tá skal avgerð takast um, hvørt varðhaldsfongslingin skal leingjast enn einaferð.