er í dag 105. At felagið er við í einum stórum samtaki, sum fer at søkja um loyvi at bora, merkir so eisini, at útlit eru fyri, at partabrøvini kunnu hækka í virði. Ella sagt á annan hátt: fólk, sum keypa [...] at øll hava sama møguleika og rætt til at tekna partabrøv. -Eg haldi hetta er eitt vælegnað projekt at seta pengar í og sum byggir á ein vældefineraðan vága sigur Jørn Astrup Hansen, sum leggur fólki [...] nøgdan við tiltakið, sum hann heldur er rættiliga aktuelt, nú tað hevur verið tosað um at fáa ein føroyskan partabrævamarknað. M.a. eru gjørdar kanningar av hesum. Hetta tiltakið er sum so fyrsta royndin
Eyðun hevur vitjað aftur av og á sum leikstjóri, so hevur hann verið burtur í 20 ár. Hann heldur ikki, at einki er hent hesi árini og at tað er at koma aftur til tað sama, sum tá hann fór. - Gríma hevur verið [...] búgva, sigur Eyðun. Eyðun fekk vind í seglini sum leikstjóri. Hann setti leikin Lykke Per upp og tá hendi okkurt. - Leikurin var eitt snar hjá mær. Tað hendi eisni okkurt listarliga við mær. Eg bleiv fríari [...] helst soleiðis fólk hugsaðu og tey, ið høvdu ans fyri leiki, sum seriøsari listagrein, hildu Føroyar vera ov lítlar til slíkt, sigur Eyðun, sum tó minnist, at foreldrini stuðlaðu. Eyðun greiddi fyrst abba
ildin og Útvarpið, sum við stuðuli frá Texaco-samtakinum eru farin undir tiltaki. Skrivið tað tit havast at Ætlanin við tiltakinum er sum sagt at fólk skulu siga eftirtíðini tað sum fyriferst í gerandisdegnum [...] tað fer tað sum vanligi føroyingurin hugsaði um grindadráp, fótbólt, bjargafugl ella konufólk ikki at gera. Tí vilja tey hava øll okkum, sum búgva i hesum landi at festa tað niður á blað, sum er partur av [...] beinast aftur á tann, sum skriva tær hevur. Fyrireikararnir heita á fólk um at skriva allar persónligar upplýsingar á eitt annað pappír, sum verður goymt fyri seg. Allar dagbøkurnar, sum koma inn vera goymdar
eitt aftrat: spurningarnir, sum søgan setur fram, eru etiskir og átrúnaðarligir, sum eisini persónnøvnini benda á. At taka við lagnuni "Belsmanden" er um Kristin hosnamann, sum ríkar seg upp við at selja [...] gevur út stuttsøgusavnið "Det fortryllede Lys", so hevur hann sett út í kortið av nýggjum. Á sama hátt sum hann í 1934 við "Blæsende Gry" fór frá yrkingasøvnum til í høvuðsheitum at skriva skaldsøgur, [...] Heinesen, at skaldsøgan sum slag er langrøkjut, og av tí at hann hevði so nógv í kvittanum, skifti hann yvir til stuttsøgur. Hann leggur aftrat, at hann altíð hevur mett sínar søgur sum í roynd og veru samandrignar
svaraði løgmaður fyrispurningi frá Sámal Peturi í Grund, sum spurdi, um Føroya løgmaður kundi greiða Løgtinginum frá, hví tey ríkislógartilmæli, sum løgmaður staðfesti 28. januar 1998, við tilmæli um at seta [...] Landsstýrismaðurin greiðir frá, at av tí at hesar lógir eru ríkislógir og sostatt snúgva seg um mál, sum ikki eru føroyskt sermál, hendir ein samanblanding av føroyskum og donskum myndugleikum, og sostatt [...] mannagongd og er í samsvar við heimastýrislógina § 7. Eisini legga tey dent á, at tað er Kirkjumálaráðið, sum stendur fyri arbeiðinum at gera kunngerðirnar við heimild í kirkjulógunum, og ikki landsstýrismaðurin
Bygdin, húsini, litirnir og tað sum er inni í húsunum, fortelur okkum, hvør sum býr har. Soleiðis er tað sjálvandi eisini við okkara listafólkum. - Øll lond hava onkran, sum gevur tjóðini ein samleika, og [...] arbeitt sum mentanarblaðmaður millum annað í Aftenposten. Í ²Nordiske kunstnerhjem² kaga vit inn í heimið hjá 35 norðurlendskum listafólkum. Tað eru umboð fyri heimlondini, sum hava gjørt av, hvør sum skal [...] og her eru listafólk oftani tey, sum skara framúr, sigur Finn Jor. Hann hevur havt høvuðsábyrgdina av bókini ²Nordiske kunstnerhjem², sum kom út hósdagin á donskum. Sosialurin hitti Finn Jor í heiminum
broytingarnar, sum heimahjálpin hevur verið fyri seinnu árini. - Alt er endavent. Tað persónliga og menniskjansliga, stuðulin og tryggleikin, sum vit løgdu so stóran dent á, er burturi í dag. So lítil tíð [...] arbeiðið, sum tað er at vera heimahjálp. Tað vildi verið gleðiligt, um semja fekst í lag, soleiðis at skúlin verður settur á stovn 1. jan. ár 2000. Tað fer at skapa trygd og lívsvirði hjá fólki, sum í dag hava [...] morgun eg vakni, og fyri hvønn dag, sum hevur gingið væl. Ikki fyrr enn tú hevur verið sjúk og illa fyri, veitst tú, hvussu umráðandi tað er at hava eina góða heilsu, og í dag leggi eg stóran dent á ansa
í heiminum. Teir hava vunnið allar níggju dystirnar í undankappingini, sum tað í dag verður lagt lok á, og skulu vit trúgva tí, sum hýruvognsførararnir siga, so verður avgjørt roknað við, at Kekkia seinni [...] fyrru ferðina vóru her niðri, varð dysturin spældur eysturi í Kosice, sum er í Slovakia, og seinnu ferðina varð spælt í Teplice, sum er ein provinsbýur her í Kekkia. Í báðum førunum vann heimaliðið, og [...] kekkisku spælarunum, sum hava verið nógv við á landsliðnum, eru ikki tøkir hesa feð, tí teir eru skaddir. Hesir eru Pavel Nedved, Radek Sloncik og Pavel Kuka. Fótbóltsáhugaðu kekkarnir, sum vit hava tosað við
hava havt tað so fantastiska gott saman sum hjún og familja. John hevur verið ein góður maður og pápi sum eingin. Vit hava upplivað gleði og stóra sorg saman, sum kanska eingin annar, sigur hon. Og Steinolvur [...] blaðf.). Tað er bara komið honum aftur um brekku. Tey, sum hava drigið hann niður í dýkið, kunnu ikki hava tað gott í dag. Ivaleyst eru nøkur, sum frøast um okkara vanlagnu. Pápi hevur verið politikari [...] ið málið kom fram. Men tá ið Oyggjatíðindi fóru at skriva um eina unga gentu, sum varð neyðtikin í okkara heimi, stóð eg sum kánus. Tá ið neyðtøkumálið seinni var veruleiki, vórðu vit snøgt sagt fyri ongum
hugsaði, at eg skal vera upp á sama máta sum teir, tí eg uppfataði teir sum gudar. Smábørn hugsa sítt, men sum ein veksur til, so veit ein, at ein gudur verður ein ongantíð. Tann sum ætlar tað, hann tapur, sigur [...] og einki sum skrivandi maður. Støðan er betri í dag. Fyrr var tað so, at slapp ein undan við hampuligari skuld, so skuldi ein vera væl nøgdur, sigur Jens Pauli, sum tó ikki vil knarra, tí sum føroyskur [...] Rithøvundurin og rekamaðurin. Maðurin, sum í dag ikki dugur at seta orð á, hvussu hann tordi at blaka frá sær fyri 28 árum síðani og leypa á bláman og vaða út í óvissuna sum føroyskur rithøvundur.