hann, meðan hann stóð við abbasoninum, sum eisini var komin til móttøkuna, í føvninginum. Kunoyingur Oddur er ættaður úr Kunoy. Sum ungur giftist hann Eyðbjørg, sum er ættað av Toftum. Tey búsettust í Saltangará [...] Nógv fólk vóru til móttøku, tá ið Miðberg Bakarí í Saltangará ynskti at "markera", at Oddur Heinesen hevur verið í starvi sum bakari hjá bakarínum í samfull 35 ár. Fólk komu við blómum og heilsanum, og [...] ikki tikin í sínum arbeiði, siga tey, sum kenna hann. Lærdi hjá Alla Oddur fór í sínari tíð at læra til bakara hjá Alla í Klokkaragøtu í Havn, og har arbeiddi hann eisini eitt ár eftir, at hann var vorðin
har. Dupult kvartettin hevur við sínum framúr góða sangi verið til gleði og troyst og uppmuntran so nógva staðni. Jens Christian giftist í 1982 við Kristinu, fødd Joensen og ættað úr Klaksvík. Tey búðu [...] og Gunrið. Jóna og Gunrið búgva í Havnini og Katrin býr á Eiði. Tíðliga í tíðini fór Jens Christian til Danmarkar at nema sær kunnleika í cellospæli. Seinni var hann í Noregi, og nú hevur hann í fleiri enn [...] í musikkskúlanum. Umframt at hava undirvíst í Havnini hevur hann ferðast eitt nú í Eysturoynna og til Klaksvíkar at undirvísa. Síðani Føroya Symfoniorkestur varð sett á stovn, hevur Jens Christian verið
Beatles, sum javnan ferðaðust til India at leita sær ráð og vegleiðing frá sínum guruum. - Sjálvt um eg inniliga ynskti sjálvur at sleppa til India, bleiv tað ongantíð til nakað tá. Uttan iva hekk tað saman [...] veggunum og seta teir til viks. Seinastu dagarnar hava fólk havt høvi at síggja rættiliga sermerktu og óvanliga litføgru málningar hjá Eivindur her í Smiðjuni. Og tað er eisini orsøkin til, at tvær smáar skálir [...] tað havi eg onki merkt til, at fólk hyggja skeivt at mær. Tey halda meg uttan iva framvegis vera løgnan, men tey hava góðtikið meg, sum eg eri. Og nú elski eg at koma heim aftur til Føroyar at vitja, sigur
Mohr í Havn, næstyngstur av fýra brøðrum: Lill, Heri og Tórálvur. Eftir lokna skúlagongd lærdi hann til fínmekanikara, og royndist hann framúr góður handverkari, og hevur hann avrikað mangt handaligt listaverk [...] listaverk. Í fyrru giftu var Eyvindur giftur Tove Thomsen av Tvøroyri og fingu tey sonin Kára. Seinni giftist hann Ninu Nolsøe úr Vági, tey fingu døturnar Turið og Gullu. Í ein mansaldur hevur Eyvindur livað
maður, og áhugavert er tað at koma á tal við hann. Jákup giftist í 1989 við Ketty, og er hon eisini sera gestablíð at koma inn til. Hon er altíð til reiðar við kaffifkannuni, og eru vit fleiri, sum hava sitið [...] flogvøllin. Tá í tíðini koyrdu teir frá hurð til hurð, og kom hann at kenna nógv fólk. Jákup hoyrdi í 44 ár hýruvognskoyring, og átti hann gjøgnum øll árini upp til 24 bilar. Jákup er tjóðskaparliga sinnaður [...] Jákup hevur verið hýruvognsførari so at siga alt lív sítt. Men á ungum árum var hann til skips. Hann sigldi við slupp, og fiskaðu teir uppi við Íslands strendur. Hann var eisini nakrar túrar við skonnartini
at børnini eru ógvuliga spent til kongaligu vitjanina. ? Men tey vænta sær sikkurt, at tað verður ein prinsessa sum í ævintýrunum í stórum prinsessukjóla og øllum, ið har til hoyrir. So vit mugu bara vóna [...] Elisabeth, at tað vita tey væl. ? Vit gjørdu rættiliga nógv burturúr, tá krúnprinsaparið giftist. Vit seymaðu skjúrt til genturnar, høvdu kongakrúnur og ymsikt annað. So tað minnast børnini væl, og tey gleða
sá seg ongantíð, tí hann gekk burtur har yviri, beint áðrenn Mia var fødd. Sum 20 ára gomul giftist hon til Søldarfjarðar við Sofusi Solmunde í Byrgi. Tey fingu fýra døtur, Hjørdis, Margrethu, Jóhonnu [...] skemtiliga til, upplivdu vit seinasta fríggjadag, tá ið vit vóru inni á gólvinum hjá henni og Tórður í Syðrugøtu. Blíðskapur Tú kanst hava arbeitt leingi sum tíðindamaður uttan at hava havt høvi til at skrivað [...] sigur Tórður fryntligur. Í úthurðini tekur Katrin ímóti okkum, og inni í køkinum verða vit sett til borð til gott kaffi og góðar køkur. Borðið er longu dekkað, áðrenn vit koma. Tórður fylgir við okkum innar
kravmikil hvat tí materiella viðvíkti, so tað bar væl til at liva av einum 4 markagarði burturav. Men sjálvandi skuldi arbeiðast nógv, og børnini vóru sett til at gera nyttu so skjótt tey vóru so fræg. Sjúrði [...] og fuglaveiði. Ein góð barlast at fáa, men Sjúrði var ikki borin til garðin, so landbúnaður gjørdist ikki lívsstarvið. Hugin hevði hann til sjógvin. Hann var við Gudrun við snellu og eisini yviri i Newfoundlandi [...] kundi blivið til um hann ikki púrasta slepti penslinum. Mangt annað kundi verið sagt um Sjúrða. Hann er ein sera hugfarsligur maður at vera saman við, skemtiligur og dugir sjáldsama væl at taka til. Mangan
systir og beiggja til 60 ára minningarhald, í samband við at kríggið var av. Og seinasta sunnudag var hann biðin um at koma við Jóhannu TG327 sum bátsmaður til Íslands at keypa fisk og síðan til Aberdeen. Men [...] nógv og gott um teir 14 dagarnar, hann gekk til prest. Pápi hevur verið sjómaður alt lívið, og hevur hann upplivað alla broytingartíðina frá slupp í sjálvdrátti til nútímans fiskifør. Hann sigldi við sluppum [...] og til síðst við Cubabátum sum sonurin Árni førdi. Pápi hevur altíð siglt sum maskinmaður. Hann sigldi eisini undir øllum krígnum. Hann var við Johannu TG327 í 1990, tá ið krígsveteranar fóru til Key
gera snøri. Har fekk hann eisini tilboð um at keypa eina nýggja maskinu til framleiðslu. Bankarnir vóru teir einastu at læna frá til slík virki, tí ongin Ídnaðargrunnur ella Menningargrunnur var, sum kundi [...] ferðaðist í Noregi og var inni á einum snørisvirki. Tað vísti seg at vera ógjørligt at fáa maskinur til endamálið, tí tær vórðu ikki hópframleiddar, og teir, sum plagdu at gera slíkar maskinur, vóru givnir [...] byrja við. Sámal hevði eisini spart sær nakað av pengum saman. Hann koyrdi hýruvogn í nøkur ár, var so til skips við trolarum og við norskum og íslendskum skipum. Eitt ískoyti fekst eisini frá konuni, sum tók