Jákup hevur verið hýruvognsførari so at siga alt lív sítt. Men á ungum árum var hann til skips. Hann sigldi við slupp, og fiskaðu teir uppi við Íslands strendur. Hann var eisini nakrar túrar við skonnartini, Sólarris, úr Sandavági.
Men vit kenna Jákup best sum hýruvognsførara. Hann koyrdi leigutúrar, men eisini í rutu, seinni millum Oyrargjógv og flogvøllin. Tá í tíðini koyrdu teir frá hurð til hurð, og kom hann at kenna nógv fólk. Jákup hoyrdi í 44 ár hýruvognskoyring, og átti hann gjøgnum øll árini upp til 24 bilar.
Jákup er tjóðskaparliga sinnaður, og er hann góður við alt føroyskt, bæði søgu, mál og mentan.
Hann er ein fryntligur maður, og áhugavert er tað at koma á tal við hann. Jákup giftist í 1989 við Ketty, og er hon eisini sera gestablíð at koma inn til. Hon er altíð til reiðar við kaffifkannuni, og eru vit fleiri, sum hava sitið gott inni hjá teimum.
Dagurin verður hildin leygardagin niðri hjá brøðrunum hjá Ketty, Petur Jákup og Klæmint. Vit vilja ynskja Jákupi hjartaliga tillukku við degnum og ynskja honum og Ketty nógv góð ár í framtíðini.
Vinir