ikki var nóg góður, og tí blivu 3 tons av blýggji tikin umborð fyri at betra um stabilitetin Sólvit Simonsen og Jógvan Clementsen vanliga nevndur Beggi Jógvan, ið var skipari tey fyrstu 7 árini, sigldu Sildberan [...] verður um hjúnarfelagar at teir, sum tíðin líður, líkjast meira og meira. Haldi ikki, at tað er nasvíst at siga tað sama um Sildberan og Sólvit Simonsen, ið hevur verið við øll 20 árini, harav tey 13 sum [...] skipið er treyst og vinnur vegin fram uttan at himprast við. Sama kann sigast um skiparan, ið ikki fírir stingir. Neyðugt verður helst ikki við fleiri samanberingum á hesum sinni og á hesum staði. Bygdur
Ókeypis atgongd. Langasandur Heimamissiónin hevur hesi møti 6. og 7. nov: leygarkvøldið kl. 20.00 og sunnukvøldið kl. 18.00 tala Niklas Mikkelsen og Petur Magnusson. Filadelfia, Sundalagið Møti verður í Eydnuni [...] kirkjutíð Komandi sunnudag (7. nov.) verður farið í kirkju kl. 12 í Sandavági, Miðvági, Sørvági og Bø). Ebenezer Sunnudagin kl. 12.00 sunnudagsskúli, kl. 18.00 evangeliskt møti og kl. 21.00 útimøti. Mánadagin [...] kl. 11: Morgunmøti. Kl. 12.15 sunnudagsskúli og kl. 18 er evangeliskt møti. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13.00 sunnudagsskúli, kl. 19.00 møti. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15.00 í KFUK. Eldrasamkoma
úttikin til danska landsliðið, er so niðarliga sum á 9. plássi. So ræður tað bara um at fara á alnetið og stemma Jákup at vera bestan. Soleiðis sær listin út í løtuni: 1. Mogens Krogh, Brøndby 34,5 % 2. Jákup [...] Nielsen, AaB 14,0% 4. Michael Steensgaard, FCK 13,0% 5. Lars Høgh, OB 3,5% 6. Per Fahlstrøm, Lyngby 3,0% 7. Jan Hoffman, AB 2,5% 8. Lars Windfeldt, AGF 2,5% 9. Peter Kjær, Silkeborg 2,0% 10. Erik Boye, Vejle
Århus gleddu okkum so nógv til, at tú og babba skuldu koma at vitja okkum. Vit fortaldu fyri Lydiu, at nú fóru omma og abbi at koma. Og hon segði ?omma? og ?abba?. Men dagin fyri, at tit skuldu koma, fingu [...] meira. Í okkara hugaheimi síggja og hoyra vit teg. Og vit ímynda okkum, at tú fert at ringja onkran dagin og siga, sum tú plagdi, ?hey, tað var bara mamma?, við tíni mildu og fittu rødd. Tað er so ringt at [...] góð við okkum og vit við teg. Og tí er tað so ringt at missa teg. Men minnini eiga vit góð, og tey vilja vit goyma í hjørtum okkara. Friður verið yvir minnið um teg góða mamma. Rannvá og Dagbjørt
Danmark. Foreldur og avvarandi møtast í kirkjuni og tenda eitt ljós fyri teirra deyðu børnum og minnast soleiðis á ein vakran hátt eina gávu, sum tey hava fingið - og mist! At fáa og missa eitt barn eru [...] eru tveir mótsetningar. Minningarhaldið samlar gleðina og sorgina og gevur - eisini eftir nógvum árum - pláss fyri tí fløva og kærleika, foreldur enn hava til tað ella tey børn, sum tey hava mist. Í einum [...] familjuni gjøgnum alt lívið. Tí skipar Felagið Pinkubarnadeyði fyri eini fløvari og vakrari minningarguðstænastu, sunnudagin 7. nov. kl. 16, fyri at minnast tey deyðu børnini. Øll eru vælkomin, óansæð um tey
stóð á skránni, og hetta gjørdist ein spennandi kapping. Luttakararnir kappaðust tveir og tveir í hesari grein, og seinasta parið at royna seg vóru júst Regin Vágadal og Sámal J. Hansen, og dysturin teirra [...] oljutunnu í hvørjari hond, og heldur óvæntað var tað Jákup Jakobsen, sum vann hesa kapping. Jákup helt tunnunum í 19,4 sekund, meðan Regin Vágadal helt teimum í 18,7 sekund og endaði sum nummar tvey, bert [...] fyri Regin, og tíðirnir hjá teimum vóru nógv tær bestu. Beint aftaná fóru menn at draga ein stóran lastbil, og her var Regin skjótastur, meðan Sámal gjørdist nummar tvey. Bara Regin, Sámal og Jákup megnaðu
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, támut veður og sirm av og á. Hitin millum 7 og 11 stig. Í gjár: Hitabrúgvin yvir Skotlandi og Írlandi verður yvir Føroyum í morgin. Í dag: Hátrýstið vestanfyri [...] vestri og eitt skifti regn, annars támut veður og kanska mjørki, men eisini sólglottar. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið mikudagin: Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og sirm ella mjørki av og á, men [...] Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið hósdagin: Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og yvirhøvur turt og sólglottar, men eisini mjørki støðum. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin:
hálvleiki kom Stjørnan fyri seg, og tær tóku eftir lítlari løtu leiðsluna í dystinum, og hana góvu tær ongantíð frá sær aftur. Í hálvleikinum vóru fimm mál á muni, og í seinna hálvleiki øktist hesin munurin [...] Skotini hjá Tjaldrinum vóru óneyv og uttan kraftina, sum var at síggja í fyrra hálvleiki. Hinvegin dusaði Stjørnan sær rættiliga, og tær vísti fram úr gott kontraspæl. Og tá tað ikki gekk við skjóta uppspælinum [...] Tjaldrið var á odda fyrstu 20 minuttirnar. Hesa løtuna gjørdi Stjørnan nógv mistøk bæði í álops- og verjuspælinum, og tá útiliðið samstundis fekk sínar kombinatiónir at ganga væl, høvdu tær leiðsluna langt út
Artur Johansen 7 (1), Jónleif Sólsker 4, Marius Joensen 4, Kristian Petersen 2, Sveinbjørn Poulsen 1 Brotskøst: Neistin 7, StÍF 5 Útvísingar: Neistin 2, StÍF 2 Dómarar: Geir Wardum og Karsten Andersen [...] rætt og slætt eina uppvísing í, hvussu hondbóltur eigur at verða spældur. Veikleikarnir hjá blákløddu neistamonnunum vórðu gjørdir sjónligir Bert ein vegur StÍF byrjaði dystin við fullari ferð, og eftir [...] FM-heitinum, og ferð eftir ferð kom tað fyri, at neistaverjan varð spæld tunn, soleiðis at StÍF leikarar komu í nærum fría skotstøðu. Heimaliðið megnaði als ikki at sýna sama kvika álopsspæl, og lætti hetta
samanspælinum, og serliga trupult var hjá Fleyr at fáa Romica við í leikin. Sum dysturin leið gekk samanspælið betur, og móti endanum sást, at Romica á Fleyrliðnum er eins góður styrkur og Ilic á Mjølnirliðnum [...] Mjølnir-Fleyr 0-2 (21-18, 18-21, 5-7 17-21, 13-21) Tey bæði stóru liðini í mansflogbólti brustu saman í Klaksvík um vikuskiftið, og ikki nóg mikið við tí, so var talan eisini um fyrsta dystin millum teir [...] komnir fyri at vera við í landskappingini. Úrslitið var, at rumenin Romica og Fleyr drógu tað longra stráðið móti jugoslavanum Ilic og Mjølnir í einum dysti, har tann seinni var nógv meira eyðsýndur enn tann