Útróður Vit vóru á Kósabrúnni í morgun, tá ið útróðrarbáturin, Nevið Reyða, legði at landi. Teir høvdu roynt sunnanfyri ella í Svínoyarhavinum, teir rópa. Á 30 línum høvdu teir millum 2.200 og 2.300 pund [...] átur av slagnum, Viksund. Bátaeigari er Hendrik Sørensen, sum er ættaður av Viðareiði, men býr í Klaksvík. Teir seta við trakt. Agnið er høgguslokkur og tað, sum rópt verður sauri. Hetta er ein sildafiskur [...] nú útróðurin er so slakur. - Eg haldi, vit fáa einar 15 krónur í miðal fyri hýsuna, og tað er góður prísur. Annars liggur hýsuprísurin upp í einar 18 krónur fyri kilo, sigur hann. Petur Juul Jacobsen sigur
har hann í drúgt áramál varð roknaður sum kanska størsta talentið í føroyskum fótbólti. Nakrar A-landsdystir gjørdist talan eisini um, men skaðar í ólukkumát forðaðu fyri eini støðugari tilveru í hesum. [...] sum formaður í fótbóltsdeildini hjá KÍ. - Tað er rætt, at Símun er farin frá. Hetta hevur hann sjálvur biðið um, nú hann í løtuni ikki sær seg føran fyri røkja tær skyldur, sum hann hevur í nevndararbeiðinum [...] hava fingurin á pulsinum, tá gitt verður um, hvør næsti persónurin verður, ið skal stemmast heim. Í Klaksvík tykjast tey tó hava sína egnu útgávu av t.d. Robinson-ekspeditiónini. Fyrst var tað Ove Flindt
syngja á eini konsert í Norðurlandahúsinum. Á konsertini fara eisini føroysk børn og ung at luttaka. B-Boys gjørdust kendir, tá teir luttóku í Melodi Grand Prix fyri børn og ung í Danmark. Tað eru teir [...] skipa fyri konsertini. Í tíðindaskrivi siga tey bæði, at tey hava tvey aðalmál við konsertini. Tað fremsta er at menna føroyskan sang og tónleik millum børn og ung. Annað er, at tað í ár er ?Ár teirra brekaðu [...] við til at føra teirra dreymar út í lívið, siga Angela og Mark. Føroysku luttakararnir verða Konni Kass úr Hoyvík, Sólfríð Bech av Tvøroyri, Birgit Sivertsen úr Klaksvík, Elin Hansen úr Saltangará og sa
virksemið hjá Reyni Service norðuri á Stangavegi í mong ár, heilt síðani 1987. Men í 2001 tók Reyni service yvir, og Hans Berg bleiv settur sum leiðari fyri deildini í Norðoyggjum. Og tað verður eisini hann, sum [...] Berit Mohr Klaksvík: Krøvini til verkstøð eru sera nógv broytt, og nú er næstan alt í bilinum útgjørt við teldu, og tí eru krøvini til verkstøðini munandi hækkað. Tey mugu hava sera góða útgerð og arbeiðsmegi [...] arbeiðsmegi. ? Ein slíkan verkstað fara vit at byggja uppi í Borðoyavík, har undirsjóvartunnilin kemur upp. Hetta verður ein Toyota verkstaður, men hóast tað, so fara vit eisini at geva tænastu til aðrar
upp. Uppboðssølan verður í uml. ein tíma. Fiskikappingardansur í Skálanum kl. 23 Um kvøldið verður gamlamannadansur í Skálanum, og er tað tann kendi contrybólkurin úr Klaksvík sum spælir. Peningurin, sum [...] tó við tí broyting, at seiður nú ikki telur við í vektini. Bátarnir fáa luttøkuskjal umborð í Draganum frá kl. 7.30 og kunnu teir fara frá landi kl. 8 og í seinasta lagi kl. 5 seinnapartin skulu teir vera [...] Leygardagin 15. sept. verður árliga fiskikappingin í Norðoyggjum. Eins og undanfarnu ár verður skipað fyri fiskikapping og fiskikappingardansi, og er tað fyri allar Norðoyggjar. Tað er stuðlafelagið »Dragin«
ð, og tær elta VÍF í oddinum. Breiddin á Stjørnuliðnum er stór. Nógvir spælarar taka ábyrgd, og stórskjúttin Simona Dzuigyte hevur ongantíð gjørt færri enn 10 mál í dysti higartil í ár. Dysturin millum [...] Neistin hevur gott kvinnulið í ár, men higartil hevur liðið tapt fyri VÍF og Stjørnuni, sum eru fremstu liðini í deildini. Sunnudagin sleppur Neistin at royna seg ímóti einum av liðnum, sum rokna verður [...] verður við kemur at blanda seg upp í oddastríðið. Hetta verður dystur millum tveir av avbjóðaranum hjá VÍF, og Neistin skal nú vísa, um liðið kann verða við í toppstríðnum, ella um liðið má noyðast við eina
Nadine George er komin fram til, eftir í 35 ár at hava granska í samskiftinum millum rødd, kropp og medvit. Nadine George hevur verið í Føroyum og undirvíst sjónleikarum í Leikarafelag Føroya, og hava føroyskir [...] Hetta er sama skeið, ið hildið verður í Tórshavn 5.-7. september 2003. Av tí, at áhugin fyri skeiðnum er sera stórur, er avgjørt eisini at hava eitt skeið í Klaksvík. Skeiðið er ætlað sjónleikarum yvir 18 [...] Nadine George í London. Arbeiðahátturin er sera einfaldur, spennandi og stuttligur. Arbeitt verður við leikbrotum úr Macbeth hjá William Shakespeare. Umframt at undirvísa sjónleikarum í hesum arbeiðshátti
Glyvrum og í Rytuvík Í fjør heyst og fjør vetur varð eisini skipað fyri musikandaktum, og til hesi tiltøk møtti væl av fólki. Prestur sigur, at ætlanin er at hava 3 slík tiltøk í Glyvra kirkju og tvey í Rytuvíkar [...] tónleikaliga og estetiska gongur upp í eina hægri eind, sigur presturin, Meinhard Bjartalíð. Daisy Johannesen, sum er ættað úr Klaksvík og hevur lært at syngja bæði í Íslandi og Danmark, fer eitt nú at framføra [...] verður musikandakt í Glyvra kirkju. Hetta er eitt tiltak, har høvið bæði verður at hoyra guðs orð, solosang og kirkjusang, har øll eru við. - Eg vil siga, at hetta er ein sonevnd ?oasa? í gerandisdegnum,
umsitingini.? Stórt ístrot Torleif Sigurðsson, vísti á, at ístrot til skipini í langa tíð hevði verið ein trupulleiki í Klaksvík. Hann legði eisini dent á, at kapping og fríar marknaðarkreftir eru neyðugar [...] Klaksvíkar Býráð almennan fund. Millum tey 10 málini, ið stóðu á dagsskránni, var umbøn um øki til ísvirki. Í viðmerkingunum til málið stendur m.a: ?Peikað verður á økið norðanfyri Kósina. Umráðandi er, at ein [...] komandi fjøruveg frá nevnda øki og norður á Grótrætt, og at byggingin ikki er til bága fyri virkini í økinum. Umsitingin hevur spurt seg fyri hjá ráðgeva, hvat ein pierur við eini smábátahavn kostar at
valur var í Runavík seinasta leygardag. Tað var 24 ára gamli klaksvíkingurin Leif Eliasen, sum samskipaði tiltakið. Hann arbeiðir dagliga sum lastbilaførari hjá Elmar Zachariasen í Klaksvík. Endamálið [...] heilsa upp á hvønn annan í ferðsluni, nú kundu møtast, hugna sær saman og tosa um felags áhugamál, meðan bilarnir vórðu sýndir fram. Tiltakið leyardagin eydnaðist sera væl. Við í festivalinum vóru 39 bilar [...] bilar, sum allir vóru væl vaskaðir og pussaðir upp og tóku seg væl út á havnarlagnum í Runavík. Leif Eliasen sigur, at hann hevði ikki roknað við so stórari undirtøku. Eitt stað millum 80 og 90 fólk komu