Sjónleikaraskeið í Klaksvík ? rødd, rørsla og tekstur ?

Vikuskiftið 29.-31. august 2003 skipar MáF fyri sjónleikaraskeiði í Klaksvík.

Hetta er sama skeið, ið hildið verður í Tórshavn 5.-7. september 2003. Av tí, at áhugin fyri skeiðnum er sera stórur, er avgjørt eisini at hava eitt skeið í Klaksvík.
Skeiðið er ætlað sjónleikarum yvir 18 ár.
Spælir tú sjónleik, er neyðugt at hava eina rødd, sum hoyrist, og sum er áhugaverd at lurta eftir, eisini er neyðugt at kroppurin er ein aktivur partur í frásøgnini.
Øll hava vit eina rødd, men tey flestu av okkum hava ikki hóming av, hvørja kraft og eginleikar hon rúmar. Á hesum skeiðnum verður arbeitt við at sameina rødd, kropp og medvit.
Undirvíst verður út frá arbeiðshátti, sum enska sjónleikarakvinnan Nadine George er komin fram til, eftir í 35 ár at hava granska í samskiftinum millum rødd, kropp og medvit. Nadine George hevur verið í Føroyum og undirvíst sjónleikarum í Leikarafelag Føroya, og hava føroyskir sjónleikarar eisini luttikið á skeiðum hjá Nadine George í London.
Arbeiðahátturin er sera einfaldur, spennandi og stuttligur. Arbeitt verður við leikbrotum úr Macbeth hjá William Shakespeare.
Umframt at undirvísa sjónleikarum í hesum arbeiðshátti, hevur Nadine George eisini undirvíst fólki, sum brúka sína rødd og kropp nógv í arbeiðnum, t.d. lærarum, útvarps- og sjónvarpsfólki.
Skeiðið byrjar fríggjakvøldið 29. august 2003 kl. 19 og endar sunnukvøldið 31. september kl. 17.
Lærari er Egi Dam sjónleikari úr Leikarafelag Føroya.
Pláss er fyri 12 luttakarum. Tilmeldan á skrivstovuni hjá MáF, tlf. 315624, 315688 ella á maf@maf.fo í seinasta lagi 26. august 2003.