Neistin hevur gott kvinnulið í ár, men higartil hevur liðið tapt fyri VÍF og Stjørnuni, sum eru fremstu liðini í deildini.
Sunnudagin sleppur Neistin at royna seg ímóti einum av liðnum, sum rokna verður við kemur at blanda seg upp í oddastríðið.
Hetta verður dystur millum tveir av avbjóðaranum hjá VÍF, og Neistin skal nú vísa, um liðið kann verða við í toppstríðnum, ella um liðið má noyðast við eina støðu aftanfyri VÍF, Stjørnuna og VB.
Skulu reisa seg
Eitt skert VB-lið var fyri stórtapi í Klaksvík farna vikuskiftið, so hetta vikuskiftð ræður um hjá vágbingum at reisa seg aftur.
Tað skal liðið gera á heimavølli, og tað er ein sannroynd, at fá lið fáa nakað við sær norðuraftur, tá tey hava verið í Vági og spælt.
Dysturin millum VB og Neistan verður sunnudagin kl. 13.45.
StÍF stóra mótstøðu
StÍF vann seinasta vikuskiftið fyrsta dystin á árinum, tá uppflytararnir vitjaðu í høvuðsstaðnum. Kyndlaliðið er komið illa frá byrjan, og StÍF kláraði at koppa teimum.
Hesaferð kunnu strandingar rokna við harðari mótstøðu, tí Stjørnan kemur á vitjan. Stjørnan vann sannførandi á VB seinasta vikuskiftið, og tær elta VÍF í oddinum.
Breiddin á Stjørnuliðnum er stór. Nógvir spælarar taka ábyrgd, og stórskjúttin Simona Dzuigyte hevur ongantíð gjørt færri enn 10 mál í dysti higartil í ár.
Dysturin millum StÍF og Stjørnuna verður á Skála sunnudagin kl. 14.30.










