vit plagdu at rógva langt út á fjørðin við. So plagdu vit eisini at fara inn í smiðjuna og síggja hvat smiðjumenninir fingust við. Serliga spennandi var at síggja, tá ið teir boygdu tey gløðandi jørnini [...] næmingarnar. Frits var góður við móðurmáli og vandaði sær altíð væl um tað. Málningagávan til Sprotan er ein góð lýsing av Fritsi, ið sigur okkum hvussu høgt hann raðfesti móðurmálið. Teir fyrstu málningarnir
maga. Fyri ikki at tosa um, hvussu dýrt tað er. Hvat nú, um tey í staðin kundu etið eitt lítið hylkið, sum harafturat einki hevur við heilivág at gera? Tað er endamálið við eini nýggjari uppfinning hjá [...] Hon er ein av professarunum í biotøkni á Harvad university, men hevur áður verið knýtt at MIT og høvuðsrithøvundur í verkætlanini, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Science Advances. »Tað er eitt [...] Videnskab.dk. Har hava tey ment ein mekaniskan slankipilla. Jú tað er passar. Tí inni í klassiska hylkinum, sum vanliga hevur onkran heilivág í sær, er í staðin ein lítil »maskina«, sum darrar í maganum og snýtir
gamli Jegor Sjtovba helt uppá undir rættarmálinum, at hann einki ólógligt hevði gjørt. – Hvat havi eg gjørt, sum er ólógligt? Lisið yrkingar?, segði hann og vendi sær ímóti dómaranum. Báðir teir ákørdu eru [...] sum var til staðar í rættinum. Artjom Kamardin hevur fingið sjey ára fongsul, meðan Jegor Sjtovba er dømdur í hálvsætta ára fongsul. Stuðlar teirra róptu av áhoyraraplássunum í rættinum undir rættarmálinum [...] handtøkuna hevði hann lisið hart upp yrkingina »Drep meg, hermaður« á einum gøtuhorni í Moskva. Tað er sama gøtuhorn, har systematfinnarar eisini møttust undir sovjettíðini. Hann rópti eisini slagorð ímóti
passar. Tí er samleikin hjá Fiskaaling dagførdur, so at hann er meira hóskandi. Ein týðandi partur av hesum arbeiði er at geva Fiskaaling nýtt navn. Nýggja navnið er Firum. Floygt innanhýsis er tað eitt [...] súlurnar undir virksemi felagsins. Flest øll aling er knýtt at firðum, og flest øll vælferð hjá alidýrum og aliplantum er knýtt at umhvørvinum, og hetta er tað, sum í stóran mun myndar granskingina [...] Fiskaaling kundi bent á, at talan er um alifelag, men so er ikki. Stolta uppgáva felagsins er at skapa vitan, ið kann vera fundamentið undir eini burðardyggari alivinnu í Føroyum. Navn felagsins kann tí
, serstakliga einstaka borgaran. Pengapolitikkur er felagsmál, so hetta mál hevur stóran áhuga fyri Føroyar, tí hóast vit hava egnar pengaseðlar, so er danska krónan okkara gjaldoyra, og verða vit munandi [...] tjóðbankans er danska stjórnin í samskifti við føroysku myndugleikarnar um, hvørt føroyski túsundkrónuseðilin skal heintast inn, og eisini um teir eldru føroysku pengaseðlarnir skulu. Mong spyrja um, hvat føroyskir [...] ætlað er at tryggja góðar virkismøguleikar í framtíðini við reiðum peniningi, hvørjar ætlanirnar eru við eldru føroysku pengaseðlunum, við túsundkrónuseðlinum og við hesum øki sum heild og hvat svarið
Hvar verða jólini hildin í ár? - Tað er faktist ein góður spurningur, tí tað er ikki avgjørt enn, sjálvt um stutt er til jóla. Soleiðis segði Petur Asbjørn Lervig stutt undan jólum, og hann legði aftrat: [...] annars so er tað vanliga hjá mær at vera hja mammu jólaaftan, og so deila vit 1. og 2. jóladag millum mína familju og verfamiljuna. Hvat verður á borðinum jólaaftan? - Tað vanliga hjá okkum er at hava dunnu [...] dunnu jólaaftan, og sum oftast er tað ræst 1. jóladag. Onkuntíð hava vit havt gás, men tey mongu seinnu árini hevur tað verið dunna við uppskriftini úr Góðaráð. Hevur tú eitt jólaynski? - Eg havi sum so
tveimum gentum, sjeikum teirra og einum pleygudreingi úr Niðurlondum. Tað sigur Ragnhild Joensen, sum er úr Nólsoy, men sum hevur búð í Danmark í mong ár. - Vit vóru sjey fólk úr seks ymiskum londum til [...] døgurðaborðið í gjár - úr Spania, Týsklandi, Niðurlondum, Noregi, Danmark og so eg úr Føroyum. Hvat høvdu tit á borðinum jólaaftan? - Gás, fleskasteik og spanskt vín. Hevur tú eitt jólaynski? - Friður
at steðga á, og at familjur savnast fysiskt. Allar størstur er týdningurin av tí størstu gávuni, sum er givin okkum menniskjum, og sum eisini er orsøkin til, at vit halda jól, sigur Rúni Klein Joensen. [...] størsta jólaynski er friður og kærleiki, og at vit í 2024 fara at hugsa meira um at hjálpa teimum mongu, sum eru rakt av kríggi og fátækradømi. Rúni Klein Joensen sigur, at sjálvandi er tað eisini hansara [...] Ørkini í Reykjavík saman við konu og okkara trimum synum. Tey verða øll her yviri til 28. desember. Hvat verður á borðinum jólaaftan? - Vit hava ikki gjørt av um, eg geri ein góðan jóladøgurða, ella um vit
Jesus varð føddur og er okkara frelsari. Hetta er størsta undurið, sum er hent, sigur Arna Lognberg. [...] Lognberg. Hvat verður á borðinum jólaaftan? - Jólaaftan verður tað dunna. Hevur tú eitt jólaynski? - At eg gerist frísk, og at alt fer at ganga væl. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Tað er, at Jesus
jólaynski? - Tá tú kennur títt kærleiksmál, sum er gávur, so ynski eg mær nógvar pakkar, sigur Vígdis Skorheim. Hon leggur aftrat: - Útyvir hetta, so er mítt jólaynski í ár, at vit sum foreldur duga at [...] við familjuni hjá manninum, og í ár eru vit saman við familjuni hjá mær. Tað sigur Vígdis Skorheim. Hvat verður á borðinum jólaaftan? - Vit eta altíð dunnu jólaaftan. So tað verður ein sera siðbundin døgurði [...] kenslunar hjá okkara børnum koma jólaaftan. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Tann friður, sum er á jólum, hevur stóran týdning. Tær tøttu relatiónirnar hava nógv at siga fyri meg, og tí dámar mær