G! Festivalurin byrjar í dag, og stóra samrøðuevnið í hesum sambandi er, hvussu veðrið verður. Tað hevur verið strálandi alla vikuna, men í dag regnar, og veðurforsøgnirnar broytast allatíðina.
Tí hava vit spurt veðurmannin Andrias Gregoriussen frá Veðurstovu Føroya, hvussu veðrið verður á G! Festivalinum.
– Nú meðan vit tosa regnar tað, men soleiðis verður tað ikki alt vikuskiftið, torir hann at lova.
– Sum heild verður veðrið eitt sindur blandað. Regn til tíðir og aðrar tíðir verður turt og eitt sindur av sól. Og tað verður í øllum førum ikki nógvur vindur, sigur Andrias Gregoriussen.
Tað sær út til, at bestu løturnar verða í kvøld og fyrrapartin í morgin.
– Tað steðgar at regna einaferð í kvøld, og fríggjadag seinnapart verður skýggjað og regn. Fríggjakvøld fer tað út í ælaveður, so tá verða kanska nakrar turrari løtur.
Leygardagurin verður eisini eitt sindur blandaður.
– Forsøgnin fyri leygardagin hevur broytt seg nógv alla vikuna, so tað er ringt at siga nú, nær tað verður turt, og nær tað fer at regna. Tað líkist ælaveðri, sigur Andrias Gregoriussen.
Hitalagið fer at liggja millum 8 og 15 stig.
Hvat skal man taka við av klæðum?
– Eg hevði nokk tikið regnklæðini við, og so havt tey klár, tí tað fer at skifta nokkso nógv og til tíðir verður regn, sigur Andrias Gregoriussen.
##med2##