Kim um G!-tiltak: – Endamálið er at knýta sambond millum fólk

– Her finnast møguleikar at skapa neyðugar nýggjar listarligar tilgongdir og heilt nýggj rák innan føroyska tvørgangandi list, sigur Kim Simonsen um tiltak, sum verður í dag.

Í dag verður eitt tiltak, sum kallast MORE THAN HUMAN á G! Festivalinum. Eitt tiltak um list, bókmentir og noise tónleik, sum Forlagið Eksil við Kim Simonsen skipar fyri.

 

Hendan dagin hugsa vit um yrkingasavnið hjá amerikanska yrkjaranum Ada Limón "The Hurting Kind" og fara á eina kanningarferð at kanna sambandið, vit hava við alt annað, sum er livandi. Hvat merkir sárbæri í list og skriving?

 

Bruno Mikael Eysturstein og Tummas Jákup Thomsen hava listaframsýning. 

 

Eisini verður upplestur av: Askur Skaalum Gregersen, Beinir Bergsson, Vónbjørt Vang, Guðrið Poulsen, Rannvá Holm Mortensen, Rønn Eliasen, Lív Maria Róadóttir Jæger, Kim Simonsen, Nansý Sunadóttir, Rannvá Haldisardóttir Glerfoss.

 

Tónleikur verður við Heðin Ziska Davidsen og Sjúrður Djurhuus Tróndheim.

 

Um tiltakið sigur Kim Simonsen:

 

– Vit hava í nógv ár gjørt umfatandi tiltøk á G! í Forlaginum Eksil har vit bæði hava list, bókmentir og tónleik kring eitt tema, ið sum meginregla snýr seg um viðurskiftini millum menniskju og alt sum livir rundan um okkum. Hvussu kunnu vit samskifta við tað meira-enn-menniskjaliga lívið, sum hevur havið sum sítt heim, myrku taraskógirnir, fjørðan sum er heim fyri túsundavís av øðrum verum? spyr hann.

 

– Vatn ger okkara likam sárbær yvir fyri heiminum, men tað er eisini hetta sama sárbæru sum vit liva av. Vit mugu hava tað sum ikki eru vit, tað annað, at liva í okkum fyri at yvirliva, t.d. eru trý kilo av bakterium í okkara tarmum, ið ikki koma frá okkum, ið kunna vera eldri enn menniskjað sjálvt. Hendanvegin vilja vit venda aftur til tankan um samband menniskjans við náttúruna, og afturvísa tankagongdini um at menniskja og náttúran er sundurskild frá hvørjum øðrum, sigur Kim Simonsen.

 

Hvat er endamálið?

 

– Endamálið er at knýta sambond millum fólk, ið ynskja at kava djúparin í hesi evnini, at tey kunnu samstarva tvørtur um landamørk og listagreinar - at vit í Føroyum kunnu vera við til at seta dagsskrá við at hyggja eftir tí, sum er beint framman fyri okkum, umhvørvið og náttúna.

 

– Vit ynskja at seta sjóneykuna á hesi akutellu evnini, tí at her finnast møguleikar at skapa neyðugar nýggjar listarligar tilgongdir og heilt nýggj rák innan føroyska tvørgangandi list, sigur Kim Simonsen.

 

MORE THAN HUMAN verður klokkan 14-17 í hjallinum hjá Rønn (Úti í Bø 7, Syðrugøta)

 

##med2##

 

Myndir: Bruno Mikael Eysturstein