ið tú skrivar eru tú noydd at vera rættiliga sjálvkritisk. Pettini í bókunum hjá mær eru skrivað um aftur 6-7 ferðir. Tað er ikki nakað yvirflatiskt arbeiði, sum kanska onkur heldur. Tað eru tey sum halda [...] bókum eru úr nútíðini. Men tað er torført at skriva um nútíðina. Frástøða skal til, annars verður tað bara ein tíðarmynd, sum í "Bellu Katrinu". Og tíðin fer skjótt frá tíðarmyndum. - Føroyingar eru ógvuliga [...] fólki hevur havt tað sama at dragast við sum hesi fólkini í bókini. At skaffa mat í munnin við at dyrka jørðina. Í Havn vóru um hetta mundið ognarleys fólk. Hvussu verður tann trupulleikin loystur og hvussu
á eldraheimum; heimavitjanir av heilsuvegleiðara til eldri fólk, útskrivingarheim til liðugt viðgjørdar sjúklingar, og ymiskt annað. Høvdu hesi uppskot í ætlanini verið framd, hevði tað sjálvsagt kosta [...] sum teir nógvu pengarnir eru. Tvs. í sjúkrahúsverkinum. Tað ljóðar ófrættakent, tá vit samstundis vita, at nógvar sergreinar og týdningarmikil virkisøki á sjúkrahúsunum antin eru nógv undirmannað ella heilt [...] Skal her bert nevna nakrar fáar grundir fyri hesum hørðu orðum: 1) Ongar heilsufakligar útgreiningar eru skjalfestar í frágreiðingini, sum kvalifiserað grundarlag fyri ætlanunum í “nýskipanini”. 2) Ongin
Vanliga hevur tað verið kirsuber-sós, men seinnu árini eru dýru kandiseraðu italsku kirsuberini eisini farin at gera um seg at kappast um plássið. Nógv eru longu »umvend« og svørja nú til tey italsku. Sjálvur [...] hinum siðbundna og ræsta og tí nýggja við gás, dunnu og fleskasteik. Trupulleikarnir, ið eru nevndir við víninum eru ikki at finna her. Gott og samansett øl megnar bæði mótspæl og samanspæl við øllum teimum [...] seligan hátt. Maturin Maturin jólaaftan telist ivaleyst millum mest siðbundnu matsiðir, ið vit eiga. Hvør familja hevur sínar heilt serligu siðir, ið vit vilja halda fast um og verja. Tær byggja mentanina
nógv fleiri fólk tørva hjálp við hús, er tað so ikki rætt at lata teimum hana? -Tað er spurningurin, um tað er hetta málið snýr seg um. Eru tað fleiri brúkarar inni í myndini og er tað so: hví eru tað fleiri [...] heldur fram: -Hví eru nógv fleiri brúkarar í dag enn í fjør. Hví røkkur ein hækkan av heimahjálpini ikki longur enn til tað hon gjørdi í fjør? Eru tað 12% fleiri brúkarar í skipanini. Eru føroyingar blivnir [...] innlit? -Eg eri samdur við Páll á Reynatúgvu so langt, at tað er neyðugt, at tú hevur eina stýring á hesi nýtsluni, at tú veit, hvat hendir og hvat tú brúkar pengarnar til. Tú kanst ikki bara siga, at he
skipsfullur, tí annars fer meginparturin úr, tá skipið fer at rulla. Onkur av teimum, sum eru komin umborð, eru komin við henda túrin, bara eftirsum tað er tann seinasti. Tey minnast aftur á gamlar dagar [...] Merkinum fremst, stevndi Ternan inn á Skálafjørðin. Hátíðarhald Eitt sindur var eisini gjørt burturúr hesi seinastu ferðini inn á Skálafjørðin. Sjónvarpið var á keiini og Útvarpið var eisini við frá Skálafjørðinum [...] inn um Eystnes, so er ikki langt eftir. Fríðrikskirkjan kemur nú undan, og tey fyrstu húsini á Nesi eru longu at hóma. Tosað verður um mangt og hvat umborð. Kyrrindi, streym, rák og annað. Eisini tá fylt
hóska best í einstaka førinum. Hesi brotini eru bara ein leskiroynd, og eru tikin burturúr lógaruppskotinum, fyri at geva eina mynd av, hvussu avmarsjerað hesi fólkini eru, sum sita og pjøssa uppá donsku [...] ikki eru at síggja. Lati okkum fáa málið á beint aftur. Gera enda á duldu dagsskráunum. Annars syndrast kirkjan í óneyðugum stríði. Til óbótaligan skaða fyri land og fólk. Sum landið liggur, eru føroyingar [...] kirkjan og hennara lið í Føroyum ikki eru eldri enn danska grundlógin. Góð hálvtannað hundrað ár. Kirkjufólkið, og fyri alt tað allir føroyingar, spyrja nú, hvør djúpara filosofiin er handan hesa kreddu
spæl og eitt av sterkastu brandum uttan mun til, hvussu gomul fólk eru, hvat kyn tey eru, hvaðani tey eru ella hvørja sosiala støðu tey eru í. Og hesin grundvøllur er væl egnaður til at eggja fólki til [...] “Football as Medicine” brúkast til at fremja fólkaheilsu altjóða og her á landi. -Amboðini í hesi bókini eru so ítøkilig og púra klár at taka í nýtslu hjá heilsustarvsfólki, politikarum, kommunum, stovnum [...] óvirkin vaksin og fleiri ymiskar sjúklingabólkar. Fleiri av hesum konseptum eru longu sett í verk ymsastaðni í heiminum, meðan onnur eru klár at verða tikin í nýtslu. Talan er m.a. um "FIT FIRST", "11 for Health"
til Voxbotn 2012, eru fleiri. - Tá tú skipar fyri einum stórum tiltaki, ert tú noyddur at hava eitt gott tónleikanavn at framføra. Annars tíma fólk ikki at koma. Og í dag krevja fólk tónleik úr høgari [...] sjangrurnar rokk og popp. Eydnast tiltakið væl, og fólk taka væl ímóti tí, er ætlanin at Voxbotn skal verða eitt afturvendandi tiltak í Vágsbotni um summarið. Hvør er Medina? - Medina Danielle Oona Valbak, 29 [...] til børnini, skipað verður fyri grillparty, og so verða stólar og borð stillað upp ymsastaðni, so fólk eisini kunnu sita niðri og hugna sær, siga fyrireikararnir. At tað júst er Vágsbotnur, sum er karmur
troyttur kom heim seint á kvøldi. Konan var sangarinna og maðurin lækni. Nærum hvør dagur hevði nýggjar avbjóðingar, nýggj fólk, nýggjar framleiðarar og nýggj upptøkuhøli við sær. Tár Nógvir sangir hava sæð [...] sum hann sjálvur sigur, so er hetta spennandi og Brandur hevur sjálvur ávirkan. Góð fólk Brandur er komin millum góð fólk í Svøríki. Onkur av sangskrivarunum og framleiðarunum hevur skrivað sangir til Joe [...] upp eitt lag tann dagin. Tá kvøldið er komið, er so vónandi ein sangur komin burturúr. Fyri fyrst eru 7 løg komin burturúr. Ætlanin hjá útgávufelagnum er, at eini 2 ella 3 løg standa mát, so tey kunnu
seismikkskip í summar í sambandi við manningarskifti og í sambandi við at fáa onnur fólk út og av skipum. Íalt eru flutt eini 250 fólk til tvey seismikkskip, Western Pride og Polar Princess, sum arbeiða fyri Chevron [...] tyrlurnar og hava verið rættiliga langt úr landi eisini, upp til einar 160 fjórðingar. Hvør tyrla kann hava umleið 9 fólk við. Magni Arge sigur seg vera sera fegnan um afturmeldingarnar frá seismikkskipunum [...] síni tíð, í bæði tyrlu og førleikamenning av fólki. Nettupp tær krevjandi uppgávurnar, sum okkara fólk hava við vanligu uppgávunum ger, at førleikastøðið er á hædd við og oftani hægri enn tað, sum krevst