Stovnleiðarar skyldu at halda játtan

-Eg eri samdur við Páll á Reynatúgvu so langt, at tað er neyðugt, at tú hevur eina stýring á nýtsluni, at tú veit, hvat hendir og hvat tú brúkar pengarnar til. Tú kanst ikki bara siga, at heimahjálpin krevur meira pengar og so játtar tú meiri pengar sigur Anfinnur Kallsberg, løgmaður

Fíggjarlóg


Løgmaður kemur nú landsstýrismanninum í almannamálum, Páll á Reynatúgvu til hjálpar. Eftir at landssstýrismaðurin legði rættiliga kontant út í loftmiðlunum herfyri við at sáa iva um fíggjarliga førleikan hjá leiðarunum í heimarøktini vístu somu leiðarar atfinningunum aftur. Anfinnur Kallsberg, løgmaður svaraði í farnu viku fyrispurningi í tinginum um hetta mál og hevur Sosialurin spurt hann, um júst málið við játtanunum til heimarøkt og heimahjálp ikki liggur sum ein tikkandi bumba undir samgonguni!

-Fyri mær er hetta ikki nakað nýtt við heimahjálpini. Tað er á hvørjum tí einasta ári, tá tú kemur út til hesa tíðina, so hevur heimarøktin brúkt teir pengarnar hon hevur fingið. Í 2003 er játtanin til heimahjálpina 12 mill. kr. Hægri, enn hon var í 2002. Tað er ein veldug uppprioritering uppá eini 12 til 13% eftir einum ári. Vit høvdu júst hetta sama problemið í fjør og árið fyri osfr. Tað hendir hvørja ferð, at man fær eina eykajáttan. Í hesum árinum hevur man fingið 12 mill. kr. aftrat til at brúka eisini til nýtt virksemi, sum ikki er byrjað. Kortini mangla pengar í. Tvs. at hetta er ein tænasta, sum accelerar við eini ferð, sum er langt omanfyri tað, ið annars er meðaltalið fyri samfelagið.

-Men kann tað góðtakast, at tað ikki verður vaskað hjá teimum gomlu heima?

-Tey gomlu hava brúk fyri hjálp og fáa eisini ta tænastu, sum skal til. Her hava vit kanska ein annan trupulleika. Vit eisini hevur eitt heilsuverk, sum skal hava sínar pengar. Eitt heilsuverk, sum skal virka, uppdaterast og taka nýggja tøkni í brúk. Og har hevur man møguleikan fyri at útskriva sínar sjúklingar kanska fyrr enn áður, tí tað situr ein onnur skipan og tekur ímóti.

Løgmaður sigur víðari, at tað, sum sker í eyguni, er, at heimahjalpin hevur ongantíð klárað at hildið sína játtan, og tí hevur hvørt ár verið neyðugt, tá tað kemur til september, at fáa eina eykajáttan.

Hann heldur eisini, at tá man fer frá 84 mill. til 96 mill. eftir einum ári, og tað er júst sama skilið, so ruggar ikki rætt. Og hevði tú sett 124 mill. av til heimahjálpina, hevði tú tá ikki havt júst sama skilið spyr løgmaður!

-Men um so er, at nógv fleiri fólk tørva hjálp við hús, er tað so ikki rætt at lata teimum hana?

-Tað er spurningurin, um tað er hetta málið snýr seg um. Eru tað fleiri brúkarar inni í myndini og er tað so: hví eru tað fleiri? Og er tað tí, at tað er ein annar myndugleiki, sum átti at tikið sær av hesum, ið er sloppin undan teimum, eitt nú sjúkrahúsverkið spyr løgmaður og heldur fram:

-Hví eru nógv fleiri brúkarar í dag enn í fjør. Hví røkkur ein hækkan av heimahjálpini ikki longur enn til tað hon gjørdi í fjør? Eru tað 12% fleiri brúkarar í skipanini. Eru føroyingar blivnir so nógv vánaligari uppá eitt ár? Tað krevur eina gjølliga analysu, áðrenn man leypir aftaná og sigur, at man hevur brúk fyri meira pengum.

Samdur við Páll
-Tekur tú harvið undir við Páll á Reynatúgvi, sum sigur, at leiðararnir í heimahjálpini hava ikki nóg gott fíggjarligt innlit?

-Eg eri samdur við Páll á Reynatúgvu so langt, at tað er neyðugt, at tú hevur eina stýring á hesi nýtsluni, at tú veit, hvat hendir og hvat tú brúkar pengarnar til. Tú kanst ikki bara siga, at heimahjálpin krevur meira pengar og so játtar tú meiri pengar.

-Er so fíggjarliga stýringin í heimarøktini ov vánalig?

-Er tað soleiðis, at man hevur brúkt eina játtan, sum er 12% hægri enn í fjør, og man hevur brúkt hana nógv fyrr enn í fjør, so er periodiseingin ikki í lagi.

Ein og hvør stovnsleiðari í hesum landinum hevur ábyrgdina av, at játtananin røkkur fyri alt árið.

-Men hvat nú um politikarnir hava lagt upp til eina órealistiska játtan?
-Tað er altíð ringt at halda eina játtan. Men tað er skyldan og ábyrgdin hjá stovnsleiðarum at gera tað. Óansæð.

Løgmaður vísir til uppsagnir í Strandferðsluni, sum nettupp stava frá tí, at man er noyddur til at halda eina játtan.

-Spyr stovnaleiðarar kring landið, um teir fáa nokk av pengum, og teir svara allir sum ein nei. Men tað er so, at man stýrir við eini fíggjarlóg og fær nakrar figgjarligar karmar at abeiða innan fyri og so er tað sjálvandi uppgávun hjá teimum, sum hava ábyrgdina at halda seg innan fyri hesar karmar.

Løgmaður vísir á, at løgtingið púra greitt hevur sagt, at tað kemur ikki uppá tal við eini eykajáttan. Tað hevur landsstýrið at fyrihalda seg til. Tað vit í besta føri kunnu gera er at flyta pengar frá einum øki til eitt annað. Tað er somikið budgeterað, at tað finnast ikki pengar at flyta til onnur øki.