Niður við fólkakirkjuni?

Tórbjørn Jacobsen

Fyri fáum árum síðani skipaðu føroyingar fyri túsundárahaldi, í sambandi við kristnu boðanina í landinum. Samkomur, ráðstevnur, guðstænastur, fyrilestrar og til endans nakrar standmyndir av Sigmundi kring landið, har hildið varð, at tað sømdi seg. Hinar almennu Føroyar borgaðu. So sjálvsagt, táið føroyingar í eitt heilt millennium høvdu røkt samskiftið við hin alvaldandi Guð, í einingi og í kirkjuliðum. Fleiri halda nú, at kristnitrúgvin var komin undan hesum, og at eisini Tróndur var átikin av læruni, hann er tann einasti frá hesi tíðini, sum eigur sálm í sálmabókini, mestan er tí sannlíkt, at hann er ávirkaður og lærdur av forfedrunum. Hóast tað fekk hann onga almenna standmynd, í so máta stóð hann ikki norska pantifútanum kurl, og liggur fjaldur í mold, hagartil áhugaðir fáa reist honum eitt minnið í Norðragøtu um hálvtannað ár, um forløgini annars vera við hugaðum monnum.

Seinru helvtina av hesum tíðarskeiði, og gott tað, hava danir átt valdið í Føroyum. Í kolonialiseringini hava teir medvitað forplantað sítt egna andslív út í ytstu krókar samfelagsins. Kirkjan hoyknaði eisini undan. Hon, sum frá byrjanini var samfeldur partur av fólkinum, kom sum alt annað undir danska formalismu, danskar lógarkarmar og gjørdist við tíðini ein marionettur í donsku fólkakirkjuni. Allastaðni uttan í sálini á kirkjufólkinum. Har varð sponnin ov stutt, røkk ikki at sálini, ið hvørki kann takast, keypast ella seljast.

Leingi hevur verið róð framundir, at fáa kirkjuna aftur undir føroyskt ræði. Samgonga eftir samgongu hava felt hetta brennandi ynski niður í síni samstarvsskjøl, tó uttan at nakað stórvegis er komið burturúr, annað enn nakað av pappírsverki, sum nú tykist vera skvisað burtur, táið ætlanin sambært embætismanni er, at alt skal vera áh áh áh so danskt, nú kirkjan aftur er sett út á politiska bræðingarpottin til tøku. Handlað verður nú, sum um kirkjan og hennara lið í Føroyum ikki eru eldri enn danska grundlógin. Góð hálvtannað hundrað ár. Kirkjufólkið, og fyri alt tað allir føroyingar, spyrja nú, hvør djúpara filosofiin er handan hesa kreddu, sum nú vellir oman av hesum lítið mentaða og menta Parnassos hjá Jógvani á Lakjuni? Fimlanin tykist somikið bábelsk, at illar tungur eru farnar at tosa um duldar dagsskráir. Um at ”yvirtøkan”, heldur enn yvirtøka, kanska er ein roynd at spreingja føroysku fólkakirkjuna í stumpar og stykkir. Hetta seinra kann nú vera eitthvørt slag av dánilsi, av sinniskvababbilsi, sum er íkomið av onkrum slagi av skírnarstevnu paranoya. Tað veit onkur ivaleyst at siga frá.

Líkamikið, samgongan setti fyri trimum árum síðani út í kortið soleiðsni: ”Fólkakirkjan verður í samstarvi við allar partar í føroysku kirkjuni yvirtikin, so hon kann halda fram í verandi bygnaði, og meirútreiðslur í sambandi við yvirtøku verða goldnar av landskassanum.”

Embætismenn skula eitast at hava virkað samsvarandi hesum, og varð hetta staðfest av Bergi Berg í útvarpinum týskvøldið. Hesin samgonguóvanin, at lata embætismenn fara út á geilar, at agera og káka sum papageykar og buffarar, er farin at troytta fólk, men hinvegin skal Bergur verða róstur fyri sína hjartanemandi ærligheit og sítt bersøgnið, sum staðfesti ringastu dreymarnar, ið hava hertikið og riðið okkum sum ringasta marra í seinastuni.

Fyrireikingarnar hava verið ein hulduheimur fyri øll, undantikin tey sum hava fingist við málið, og so umboðini, sum politisku flokkarnir hava kjósað sær í ein politiskan fylgibólk. Alt hevur verið so sára konfidentielt, so tætt, at ein sat í sínum stilla sinni, og væntaði tað ringasta, at vakuum var sogið í hendan bunkaran, harið hetta úrvalda forumið sat við sveittabroti, og bukaði niður á illa trevsaða mentanaramboltin. Nú brast tó fyri nevið umsíður, tunnan gisnaði, og smáir løkir renna nú út á heimasíðu mentamálaráðsins, har føroyingar kunna lesa uppskotini, sum lógarsmiðirnir, landsstýrismaðurin og tingfólkini eru komin til sættis um. Til ber, at gera alnótaðar viðmerkingar til útkastið, men tað man fara at roynast sum at sletta vatn á gás, táið semjan tykist so fullkomin. Tí loyvi eg mær hetta almenna hugrákið.

Bíblian, sálmar og sangir skuldu vísa seg at gerast máttmesti transformatorurin hjá føroyska málinum inn i hjørtu, huga og heila á føroyinginum. Kirkjan undir donskum ræði og plagiatið av danskari missión vóru atvoldin til, at hon í tjóðskaparligu menningini lá tung í sjónum. Skírnarstevnan og hennara framherjar, við Victori á odda, lagaðu køvandi múrarnar niður, yvirhálaðu við sjeymíla fetum, so tað stóð eftir í, og vóru sannir tjóðarbyggjarar, samstundis sum teir við anglikanskum undanvindi løgdu trýst á medvitaðu konserveringina, rikin og skipað úr donskum stjórnarstovum. Dahl, Viderø og frægu sálmayrkjarar okkara mannaðu seg upp, og tá stóð onki fyri føroyska andsveldinum. Smátt um smátt var donsk tunga rikin úr føroyskum kirkjum, ikki formelt men reelt. Sjálvt ikki kílakraftin heldur fyri megini úr hjørtum fólksins, táið á stendur. Tað skuldi sýna seg.

Og nú hildu vit so, at stundin var komin hartil, at føroyingurin tók fult ræði á sínum kirkjuligu viðurskiftum, at hann sjálvur, úr odd og í egg, skuldi verða harri yvir egnum ands- og trúðarlívi, men so lættliga spælir politiska klaverið nú einaferð ikki, og tess meira vit frætta úr huldukamarinum hjá Jógvani á Lakjuni, fólkafloksmaðurin sum eigur ábyrgdina av produktinum, tess størri gerst vissan um, at Sambandsflokkurin og Lisbeth L. Petersen eru kosin at vera lægsti felagsnevnari í yvirtøkuni, sum eftir øllum at døma ikki er annað enn ein illa slitin donsk beinagrind, ið skal keypast fyri einar 16-17 milliónir um árið, umframt niðurslitnu prestagarðarnar, sum Eidesgaard í ovfarakæti keypti fyri 17 milliónir krónur, táið kosmetiska bringuprýðið av eini yvirtøkulóg var undirskrivað í blindum. Vørpini haka framvegis í onkrum kneysa í donsku grundlógini, her er ongin ætlan um broyting, av nøkrum handa slagi, eitt sminka danskt skelett var einasta nationala ambitiónin hjá Fólkaflokkinum og hansara samgongufeløgum fyri hetta valskeiðið.

Fyri viku síðani, á tingfundinum seinasta mikudag, loyvdi eg mær at spyrja Jógvan á Lakjuni, landsstýrimann, um okkurt av tí, sum hann hevði lanserað á síni heimasíðu. Hann var lítið prátingarsamur, sum vanligt, bar brá av møði, desillusión og lítlum engasjemangi og partapolitiski múrurin kring yvirtøkuna var illani skølsettur. Tey tóktust vita minni enn vit gemenu tingmenn. Høvdu neyvan skeitt í tekstin. Máti skal vera við at vera loyndarfullur og lætur, táið tað ræður um fundamentið í føroyskum andslívi – um bulin, sum hvør sál hevur eitthvørt tilknýtið til.

Uppskotið, sum spurt varð um, er eitt av fleiri. Hetta snýr seg um løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni. Um andin í fyrireikingarbólkinum ikki er fúsur, ella líka veikur sum holdið, tað veit onkur, men lat meg lista nøkur dømi upp, sum prógva, at tað til fulnar hevur eydnast dønum at skapa eitt homo danicus í Føroyum. Innfalsvinkulin til øll lívsins gerðamál er við húð og hár danskur. Kolonialisman og mentanarimperialisman munna eisini hava rokkið framat heilakyknunum og hjørtunum á føroyskum tjóðskaparfólki, táið tey hava gjørt semju um nakað so graverandi sum hetta, og hartil ætla, at fáa okkum onnur at atkvøða fyri hesum landsskaðiliga virksemi.

§2 stk. 3 – Bispur kann loyva, at fremmant mál verður brúkt við gudstænastur og kirkjuligar tænastur. Stk. 4 – Avgerðin hjá bispi er endalig.

Viðmerkingarnar til stk. 3: Eftir grein 11 í heimastýrislógini ber eins væl til at nýta danskt sum føroyskt í øllum almennum viðurskiftum. Ásetingin er tí viðkomandi, tá ætlanin er at hava gudstænastu ella part av henni á øðrum máli enn føroyskum ella donskum. Til stk. 4: Bispur er hægsti kirkjuligi myndugleiki. Av tí at málini sbrt. hesi grein eru um ítøkilig tiltøk í sambandi við innaru kirkjuligu viðurskiftini, verður mett rættast, at hann hevur endaliga orðið.

§22 stk. 1 – Sóknarprestur í tænastu hjá hernaðarligu verju danska kongsríkisins, hevur rætt at brúka kirkjuna til gudstænastur og aðrar kirkjuligar tænastur fyri starvsfólki hjá hernaðarligu verju danska kongsríkisins, og avvarðandi teirra.

Viðmerkingarnar til §22 stk. 1: Reglur, sum eru samlíkar hesum, hava higartil verið, sum loyva klerki í tænastu hjá hernaðarligu verju danska kongsríkisins (”Det gejslige personel, som er ansat til betjening af forsvaret….”) at nýta kirkjuna til gudstænastur fyri starvsfólki hjá hernaðarligu verju danska kongsríkisins. Ætlanin er ikki, at yvirtøkan av fólkakirkjuni skal broyta nakað, hesum viðvíkjandi…………………soleiðis verður eisini eftir yvirtøkuna; men hesum ráða ríkismyndugleikarnir fyri…………..sóknarprestur, sum er skipaður í tænastu hjá hernaðarligu verju danska kongsríkisins, eins og um talan var um prest í prestagjaldinum, hevur rætt at brúka ta kirkjuna, sum verður mett at hóska best í einstaka førinum.

Hesi brotini eru bara ein leskiroynd, og eru tikin burturúr lógaruppskotinum, fyri at geva eina mynd av, hvussu avmarsjerað hesi fólkini eru, sum sita og pjøssa uppá donsku kirkjuna í Føroyum og við allari megi royna at geva henni ein føroyskan glasur, áðrenn kirkjufólkið fær rokningina og onga føroyska kirkju serveraða.

Fyri okkum, sum høvdu væntað, at ein føroysk kirkja skuldi skipast í botn og grund, er hetta onki minni enn eitt halgibrot. Høvdu roknað við, at tað sum Victor, Dahl, Viderø og allir teir málmeistarar, sum løgdu glóðina í fólkið, hevði ment seg so frægt í 2007, at alt samskiftið, við evsta innstans menniskjans, skuldi flytast á bylgjum móðurmálsins. Fólkið og málið eru eitt. Málið er høvuðsatvoldin til, at fólkið áhaldandi byggir Føroyar. Ta fatan og vitan hava øll, uttan tey sum skuldu eitast at umboða fólksins áhugamál í konserverandi danska kommunustýrinum - eystaru megin Vaglið.

Fyri at varðveita politiska valdið í danska heimastýrinum, hava Fólka- og Javnaðarflokkurin lagt støðið í kirkjumálinum eftir afturhaldinum og donsku innarumissiónsku ávirkanini í Sambandsflokkinum. Tí skal eitið av eini yvirtøku nú smokka sum ein dinosaurur í danska mýrulendinum. Einasta tjóðskaparliga ambitiónin hjá sitandi samgongu er niðurbundin av donskum áhugamálum, menn megnaðu ikki at bróta imperialistiska skalið í hesum avgerðandi málið fyri føroysku tjóðina. Spurningurin er tí relevantur, um Jógvan á Lakjuni bara er hentur býttlingur í hondunum á donsku statsmaktini, og um kravboðini, sum mega vera komin onkustaðni frá, um ásetingarnar omanfyri, eru komnar av Sláturhólmanum í Keypmannahavn, ella er tað veruliga so livandi galið, at høvdið á føroyskum stjórnarmonnum bara er so forskrúvað, at teir ikki síggja út um donsku eingjargarðarnar?

Føroyingurin krevur sambært lóg, tað billi eg mær bara inn, skilji í hvussu er onki annað, at eittans mál verður brúkt í eini komandi føroyskari kirkju, føroyskt. At kristindómurin, uttan undantak, bara verður boðaður á føroyskum máli í kirkjunum, og at tað undir ongum umstøðum verður lóggivið fyri, at fremmant hervald hevur serligar sømdir í føroyskum halgidómum. Hendir hetta, er tað eitt paradoks, sum slær øll galdandi heimsmet, og føroyingurin hevur lóggivið fyri síni egnu undirbrotligheit. Appropos fólkatkvøður, so ivist eg onga løtu í, at ein slík hevði varpað eitt lógaruppskot, sum hetta frá Lakjumanninum, har sum piparið grør. Tað hevði líkst sovjetiskum tilstandum, eini 99% av fólkinum hevði atkvøtt fyri, at her gekk í hvussu er gáttin fyri fremmandum valdi og tanka. Her skula føroyingar og føroyskt mál ráða fyri borgum. Ongin undir og ongin undir liðini á hesum lívgevandi og stabiliserandi løki fólksins. Omanfyri bara ein, sum skilir føroyska tungu eins væl og øll onnur heimsins tungumál. Vælsignaði tit sum fyriskipa. Hetta snýr seg ikki um strategiir og taktikk, bara um ábyrgd, álit og trúgv sum er treyst í tí, ið vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja.

Lati okkum fáa málið á beint aftur. Gera enda á duldu dagsskráunum. Annars syndrast kirkjan í óneyðugum stríði. Til óbótaligan skaða fyri land og fólk. Sum landið liggur, eru føroyingar í holt við legitimera donsku fatanina, í ferð við at senda kirkjuna niður har, sum hon ongantíð hevur átt jørðildi. Í láglendið suðuri við Oyrasund. Skuldi onkur ivast, so er embætismaðurin, Bergur Berg, ósekur í hesum grima leiki, hann ger bara eftir politisku kravboðunum frá Lakjumanninum, og havi eg gjørt politiska fylgibólkinum órætt og ónáðir, ongin kennir definitiónina um teirra leiklut og ávirkan, so hevði frægast verið, um rættingar komu fram á torg til harmin og glepsini, sum lógu og liggja mær á hjarta. Kirkjan má fyri alt í verðini ikki enda sum fótatraðk í glymum dansi – sum kíkur í partapolitiskum heksadansi og spæli. Hennara fótafestið eigur bit á aðrari rók – í aðrari sferu – hátt hevjað yvir gerandisligan glantrileik, gartan og lítlan semjuleika.

Vónandi eru vit ikki tikin so við nøsini, í berum bláoygni, at løðingin í yvirskriftini nakrantíð gerst kaldur veruleiki. Niður við fólkakirkjuni? Sum hevur verið integreraður partur av føroysku fólkasálini í túsund ár og meira afturat, við føroyskari hjálp aleina? Tað ber ikki til, royndin og destruktivi galesjutúrurin hjá samgonguni, og serliga Jógvani á Lakjuni, má steðgast alt fyri eitt. Tað skylda vit í øllum førum eftirkomarunum, ið helst skula arva tjóðina í best skikkaðum standi, soleiðsni, at hon hóskiliga kann flytast víðari fram á vegin - tað verið seg í materiu, anda og trúgv.