Matur og drekka á jólum

Tað kann tykjast nakað tíðliga at fara at umrøða jólamatin í oktober mánað, men veruleikin er kortini tann at fyrstu jólafrokostarnar um fáar vikur byrja í november mánað. Tískil verður hetta eisini bara ein appetizer, ið kanska kann fáa okkum at munga eftir hesum afturvendandi mati, ið at kalla er identiskur á hvørjum ári. Tað krevur ein steðg eitt heilt ár at leingjast aftur eftir slíkum tungum og feitum, men sanniliga góðum mati. Kanska er tað eisini allur hugnin og tað rituella sum hevur størra týdningin í hesum mati. Hann bindir saman familjuna á heilt seligan hátt.

Maturin

Maturin jólaaftan telist ivaleyst millum mest siðbundnu matsiðir, ið vit eiga. Hvør familja hevur sínar heilt serligu siðir, ið vit vilja halda fast um og verja. Tær byggja mentanina og mynda samleikan í familjuni. Og geva tryggleika. Á jólum skal alt vera trygt og gott. Fleiri kenna ivaleyst støðuna, tá ið nýggj fólk koma uppí familjuna. Tað kann næstan standast rok, um jólasiðirnir ikki samsvara sínámillum. Har standa vit fast! Føroyingar hava frá gamlari tíð etið ræstan fisk og sperðil jólaaftan. Summi eta eisini ræst kjøt, tíðin er jú til tað. Í nýggjari tíð eru føroyingar eisini farnir at eta dunnu og gás jólaaftan. Tað er eingin ivi um at føroyska dunnan og gásin smakkar nógv best, men tað er so, at hon er forkunnug og dýr. Ikki ber til hjá øllum at ogna sær hana. Eisini siðurin at eta fleskasteik jólaaftan hava fleiri tikið til sín. Um dunnan, gásin ella fleskasteikin er fryst, ræður um at tiðna upp í góðari tíð, 1-2 samdøgur frammanundan og í køliskápinum. Reyðkálið afturvið gagnast allar best heimagjørt, eingin ivingur um tað. Omaná eta vit øll mandlurís, – tað tori eg næstan at siga. Og tey allarflestu eisini kirsuber afturvið. Vanliga hevur tað verið kirsuber-sós, men seinnu árini eru dýru kandiseraðu italsku kirsuberini eisini farin at gera um seg at kappast um plássið. Nógv eru longu »umvend« og svørja nú til tey italsku. Sjálvur dámar mær tey sera væl, men kortini ivist eg enn eitt sindur um hvussu væl hesi sera kraftmiklu ber hóska saman við rættiliga mildu mandlurísunum. Mótspælið við bersýru og søtleika nærkast næstan heldur einum samanbresti. Við vanligu kirsubersósini er mótspælið meira á jøvnum føti. Men tað er ein spurningur um smakk.

Vínið

At seta vín til modernaða føroyska jólamatin, dunnu, gás ella fleskasteik, og til súrsøta tilhoyrið sum sviskur, súrepli,reyðkál og brúnkaði epli, er satt at siga ein marra hjá vínkennaranum. Fægstu vínsløgini megna hesa uppgávu. Tá ið eddika og sukur og so vín verður samansjóðað í gómanum, er tað ikki harmoni á høgum støði. Vínið broytir sum oftast fullkomiliga karakter, vanskeplast og smakkar súrt. Men fleiri av okkum vilja jú gjarna njóta eitt gott glas av víni afturvið jóladøgurðanum. Hvat er so at gera? Fyrst og fremst vil eg siga, at rætta hvítvínið hóskar líka væl afturvið, sum rætta reyðvínið.Tað, ið eyðkennir jólavín-sløgini er søtlig berfrukt og kraft. Vónleyst er at spæla upp ímóti jólamatinum. Tvørturímóti skal jólavínið royna at spæla saman við tilhoyrinum og so í besta føri spæla eitt sindurupp ímóti dunnuni og reinsa góman fyri hesum feita. Ein torfør dupultuppgáva at loysa. Skal eg nevna nøkur dømi, so riggar Amarone-reyðvín og tey kraftmiklu Rhône-sløgini væl til. Av hvítvíni roynist Gewurztraminer og ein kraftmikil Pinot Gris eisini væl. Og so ikki at gloyma ein kalifornisk Viognier. Meira verður at lesa um viðmæli í Grams, tá ið jólini fara at nærkast

Ølið

Tá er lættari at seta saman eina góða bjór til jólamatin. Øl hóskar sera væl til føroyska jólamatin, bæði hinum siðbundna og ræsta og tí nýggja við gás, dunnu og fleskasteik. Trupulleikarnir, ið eru nevndir við víninum eru ikki at finna her. Gott og samansett øl megnar bæði mótspæl og samanspæl við øllum teimum ymisku smakkunum í feitu dunnuni, gásini ella fleskasteikini og súrsøta tilhoyrinum. Men sjálvandi, øl er ikki bara øl. Líka stórur og fjølbroyttur, sum vínheimurin er, líka víða fevnir ølið næstan í dag. Ikki minst í grannalondum okkara er at kalla kollvelting farin fram innan øl-brygging. Aldrin áður hava so nógv spennandi øl-sløg verið bryggjað í Norðanlondum, men aldrin áður hevur úrvalið í Føroyum verið so avmarkað. Men premissan í Føroyum eitur enn 5,8 prosent á hesum øki, so tað er ein avbjóðing at finna dygdar-øl á føroysku handilshillunum. Tíbetur hevur okkarar einasta bryggjarí - í Klakksvík - megnað at gjørt serligt burturúr jóla-høgtíðini og bryggjað enntá fleiri jólabryggj, ið hóska til ymiskan jólamat og ymiskar smakk-preferensur hjá fólki. Meira um hetta, tá ið jólini nærkast.