tyrluflotan. Felagið hevur í farnu viku keypt eina tyrlu fyri slakar 24 milliónir krónur. Talan er um eina Bell 412 tyrlu, sum tjekkiska løgreglan hevur havt undir hond síðani 1993. Tyrlan hevur einans flogið [...] Don og SAR tænastu. - Samstarvið við Statoil og onnur oljufeløg hevur stóran týdning, tí tað mennir førleikan hjá føroyska felagnum og hevur medvirkað til at skapa áhuga fyri føroyskum tænastum eisini uttanfyri [...] seismikkskip eisini tørv á tyrluflutningi, og samstarvið við hesi feløg hevur elvt til vaksandi virksemi uttanfyri landoddarnar. Í summar hevur Atlantic Helcopters flogið manningar út á seismikkskip úr Vágum,
við blaðnum, men hesi seinastu árini hevur hann havt tað saman við soninum John Willian Joensen. Í løtuni er Oliver tann redaktørurin í føroyska miðlaheiminum, sum hevur sitið longst í sessinum. Norðlýsið [...] Soleiðis hevur tað altíð verið. Tey seinnu árini hava feðgarnir spílað seg uppaftur meiri út. Nú verður blaðið eisini borið øllum húsarhaldum í Norðoyggjum og í Eysturoy týskvøld. Harafturat hevur Norðlýsið [...] sum um, at steðgirnir verða styttri og styttri. Hóast hann hevur verið blaðstjóri í 30 ár út í eitt, so eru eingi tekin um, at Oliver Joensen hevur í hyggju at fara úr sessinum, sum hann trívst væl í. Tað
alment felag hevur rættin til netið og tí stóran kappingarfyrimun á fastnetsmarknaðinum. Kall hevur bert 20 prosent av fastnetskundunum. - Monopolið forðar fríari kapping. Kappingarneytin hevur ongan áhuga [...] Ein greið ábending í ársroknskapinum fyri 2006 er, at Kall hevur lættari at vaksa um maknaðarpartin innan fartelefoni (GSM), har Kall hevur egið net, enn á fastnetsøkinum, har Kall eru tvungið at keypa [...] Virksemið hjá Kalli er vaksið í 2006, og framgongdin sæst aftur í ársroknskapinum fyri farna árið. Kall hevur økt søluna 25 prosent seinasta árið. Sølan av fjarskiftistænastum var 79,4 milliónir krónur í 2006
Flaggiskipið í føroyska skipaflotum hevur tað strævið í hesum døgum. Norrøna skuldi vera í Havnini mánamorgun, men tað hevur verið so ringt veður, at hon verður ikki í Havn, fyrrenn á midnátt í kvøld. [...] kvøld. Smyril hevur eisini havt brek á eini pumpu, so teir gjørdu av at venda innaftur at umvæla brekið. - Men tað seinkaði henni ikki meiri enn tríggjar tímar. Tann stóri tvørleikin hevur verið veðrið [...] Eina viku í dokk Men Norrøna hevur eisini í eina tíð havt trupulleikar við stabilisatorunum og nú lá soleiðis fyri, at hon sleppur í dokk í Hamburg leygardagin. Ta tilboðið hevur Smyril Line tikið av, so tá
tá farið verður í skúla eftir summarfrítíðina. Tað hevur hann fingið at vita í brævi frá Mentamálaráðnum. Tað er eitt samt skúlastýri í Skopun, sum hevur mælt til at seta Sigurd Bærentsen aftur í starv í [...] til Skopunar í fyrsta lagi 1. august 2004. Tað hevur hann ikki gjørt, sigur Sigurd Bærentsen, heldur enn at hann søkti burtur. Men skúlastýrið í Skopun hevur einmælt heitt á Mentamálaráðið um at seta Sigurd [...] Sigurd Bærentsen aftur í starv, og hesum hevur Mentamálráðið so skrivliga boðað honum frá, at Mentamálaráðið hevur gjørt, sigur hann. Sigurd Bærentsen sigur, at sjálvandi fegnast hann um, at hann nú kemur
næsta mánaði. Sostatt hevur býráðsvalið á Tvøroyri fingið eina heilt óvæntaða vend. Tí hóast Kristin Michelsen stillaði upp á einum uttanflokkalista á seinasta býráðsfundi, hevur hann altíð verið kendur [...] fingið áheitan um at stilla upp á tjóðveldislistanum til býráðsvalið. Men tað hevur hann als onga viðmerking til. Hann hevur heldur onga viðmerking til, um hann eisini ætlar at stuðla javnaðarflokkin á [...] og tað hevur als onki við eitt løgtingsval at gera. Eg havi ongantíð tosað um partapolitikk í býráðnum og tað ætli eg mær heldur ikki at gera nú ella frameftir, sigur Kristin Michelsen. Hann hevur heldur
veikaru punktunum á KÍ-liðnum seinnu árini. Rumenin hevur verið í Føroyum í nøkur ár, og hann hevur áður leikt við B36 og B71 umframt Skála. Eisini hevur KÍ funnið sær ein nýggjan málverja í bretanum Paul [...] útskifting Tað er ikki sørt, at tað hevur verið stór útskifting í KÍ-hópinum undan hesum kappingarárinum. Fleiri spælarar eru farnir í onnur feløg, og samstundis hevur ein ávís tilgongd verið av spælarum [...] Hinvegin hevur KÍ eisini fingið styrk. Millum nýggju spælararnar er rumenin Iulian Florescu, ið er komin av Skála. Florescu er ein sterkur bakkur í vinstra borði, og júst hetta pláss hevur verið eitt
millum manna. Hamas hinvegin hevur hildið ta vápnahvíld við Fatah, sum varð lýst fyri ári síðan og hevur megnað at standa sum eitt trúverdugt alternativ til stjórnina. Hartil hevur harðrendi politikkurin hjá [...] eftir einum degi. Misnøgdin við Fatah hevur leingi verið stór og stavar ikki bert frá friðartilgongdini við Ísrael. Misnøgdin kemur eisini av, at Fatah ikki hevur megnað at geva palestinum eina góða stjórn [...] stóru búskaparhjálpina uttaneftir hevur Fatah stjórnin hjá Qourai ikki megnað at minka um arbeiðsloysið og fátækdømið í landinum. Korruptión og vánalig umsiting hevur verið við til at økja um misáltið
høvuðsvenjari. Hann hevur tvey tey seinastu árini verið hjálparvenjari hjá Ebbe Skovdahl. Hesin Anders Theil, sum er 35 ára gamalur, hevur áður verið málverji í Frem, har hann eisini hevur verið málmansvenjari [...] gamalur. Lars Brøgger hevur seinastu tvey árini verið liðfelagi hjá føroysku spælarunum í Frem, og sum tað skilst á lagnum, so er ætlanin, at hann framvegis skal spæla. Lars Brøgger hevur ikki altíð spælt í [...] málmansvenjari, inntil hann fyri tveimum árum síðani gjørdist hjálparvenjari. Anders Theil hevur ikki umboðað onnur feløg enn Frem. Nýggi hjálparvenjarin er eisini uppvaksin í gamla arbeiðarafelagnum í Valby. Hann
kl. 13.15. Hóast høgættarkuldan í vikuni, so hevur fótbóltsfepurin verið hægri, enn hann hevur verið fyrr í ár. Fulla úrtøkan tvær tær seinastu ferðirnar hevur verið kærkomin, men tað verður mett, at talan [...] plássini millum teir fyrstu ellivu, enn tað hevur verið fyrr í ár. Miðverjin Fróði Clementsen kendi seg ikki so væl og tók seg aftur í steðginum í Fuglafirði. Hann hevur vant í vikuni, men tað verður hildið at [...] Allan Joensen, var á vøllinum síðstu løtuna ímóti TB. Hann hevur í mong ár verið lyklaspælari, men í fjør helt hann seg burtur frá fótbólti. Nú hevur hann hildið seg til skraddaraseymaða venjingarætlan, og