Upplagt við BCD samgongu

-Bæði í Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum eru nýggir tónir at hoyra í sjálvstýrismálinum og tað ger, at næstformaðurin í Sjálvstýrisflokkinum ikki útihýsir eina samgongu við BC og D eftir valið.

Løgtingsvalið 2001

-Sjálvstýrisflokkurin vil fegin eftir eitt komandi val vera tann, sum framhaldandi hevur leiklutin at byggja brúgv millum høgra og vinstra og aðrar mótsetningar ? eins og hann hevur gjørt so leingi. Hetta sigur næstformaðurin í flokkinum Sámal Petur í Grund, nú m.a. seinastu vcljarakanningar hava víst, at flokkurin eftir eitt val aftur kann koma í eina lyklastøðu eins og hann gjørdi eftir seinasta val.

Hann vísir tó á, at flokkurin hevur gjørt eina samgonguavtalu fyri fýra ár, men eftir tað tvs. um eitt ár, stendur flokkurin fullkomiliga fríur. Fær samgongan meiriluta eftir eitt komandi val, so sær landsstýrismaðurin onga orsøk til, at hon ikki kann halda fram, tí hon hevur sett út í kortið fleiri stórmál, ið arbeiðast skal víðari við.

Sámal Petur í Grund heldur tað tó vera sera umráðandi ikki at útiloka nakran samstarvsmøguleika við aðrar flokkar eitt nú Javnaðarflokkin. ?Tað hevur verið sagt fleiri ferðir, at vit eftir seinasta val ikki vildu hava Javnaðarflokkin við í eina samgongu. Hetta hevur ongantíð verið uppá tal frá okkara síðu. Tað vóru onnur viðurskifti, sum gjørdu, at verandi samgonga gjørdist veruleiki.

Næstformaðurin í Sjálvstýrisflokkinum heldur annars, at signalini, sum eru komin frá Javnaðarflokkinum í seinastuni, har hann tykist vilja arbeiða seriøst við sjálvstýrismálinum, eru rættiliga positiv. ?Tað samstarv, sum eg havi havt við Javnaðarflokkin eitt nú í Rættarnevndini hevur verið sera gott. Út frá hesum kann eg sjálvur bara siga, at Sjálvstýrisflokkurin er opin fyri samstarvi til allar síður.

-Nú nevndi formaðurin í Javnaðarflokkinum í samrøðu við blaðið herfyri, at hann út frá seinastu veljarakanningini fegin sá eina samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin eftir næsta val. Hvørja meining hevur tú um tað?

-Um tað verður meirilutin eftir valið, so haldi eg tað er upplagt. Men hinvegin stúri eg eitt sindur fyri, hvat verður av málinum um fullveldi. Ikki so nógv fyri Javnaðarflokkinum, men meira fyri Sambandsflokkinum.

Sámal Petur í Grund vísir á, at skal Sambandsflokkurin hava møguleika at gera vart við seg eftir valið tvs. fáa ávirkan, so má hann koma við umborð á sjálvstýrisvognin. ?Eg trúgvi heldur ikki, at Javnaðarflokkurin fer at góðtaka samarbeiði við Sambandsflokkin, um ikki flokkurin fer longur á sjálvstýrisleið.

Annars heldur Sámal Petur í Grund, at tað við leiðsluskiftinum í Sambandsflokkinum tykjast at vera nakrir nýggir tónar, sum benda á, at man ynskir broytingar í sambandi við framtíðarstøðu Føroya.

?Nýggja forkvinnan hevur jú sjálv boðað frá, at nú skal flokkurin vera til at tosa við, og hetta má sigast at vera ein upprøtt hond til samstarv eisini við flokkar, sum vilja koma longur á sjálvstýrisleið. Sámal Petur í Grund ivast eisini í, um linjan hjá fyrrverandi formanninum hevði tryggjað Sambandsflokkinum pláss í eini nýggjari samgongu.

Jan Müller