Landsantikvarurin
?Tann einasti, sum kann gera eina haldgóða niðurstøðu um leiklutin hjá Annlis Bjarkhamar, tá ið hon setti landsantikvarin, er ein óheftur stovnur.
Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins, heldur tískil, at tað einasta rætta er at lata Løgtingsins Umboðsmann kanna málið um setanina av nýggjum landsantikvari.
Men hann hevur onga viðmerking, tá ið vit spyrja hann, um at hetta merkir, at hann ikki hevur álit á, at Løgmaður kann koma til eina niðurstøðu, sum er faklig og sostatt eisini partapolitisk óheft.
?Eg haldi bara at tað er bara ein óheftur stovnur, sum kann gera eina álítandi kanning. Tað slepst ikki undan at alt annað verður litað av einum partapolitiskum spæli.
Løgmaður ger mannamun
Men tað skilst eisini á honum, at hann heldur, at løgmaður ger mannamun á landsstýrisfólkum.
Tí hann leggur afturat, at hann minnist onki til, at Løgmaður hevur úttalað seg um landsstýrismenn hjá fólkaflokkinum, soleiðis sum hann hevur úttalað seg um leiklutin hjá Annlis Bjarkhamar.
?Eg undrist stórliga á úttalililsini hjá løgmanni í hesum máli afturímóti teimum úttalilsum, hann hevur havt í øðrum málum og tað havi eg eisini boðað honum frá.
Høgni Hoydal sigur, at hann hevur eisini sagt við Løgmann, at ynskiligt hevði verið at hann segði tað, hann hevur at siga, við partarnar í málinum, heldur enn av tingsins røðarapalli.
Skilir ikki
Hann sigur, at hann skilir heldur ikki, at málið um landsantikvarin ikki er lagt fyri Løgtingsins Umboðsmann.
?Og kemur hann til eina niðurstøðu, sum er tyngjandi fyri Annlis Bjarkhamar, er hon til reiðar at taka avleiðingarnar. Tað hevur hon boðað bæði
tjóðveldisflokkinum og almenninginum frá.
?Men hon metir seg ikki hava gjørt nakað skeivt. Og tá ið hon heldur tað, fáa vit onki gjørt við málið, ti vit hava ikki innlit í tað.
Hava ikki broytt kós
Høgni Hoydal leggur afturat, at hann er ikki sinnaður at gera viðmerkingar til tað ítøkiliga málið um landsantikvarin.
Men hann vísir staðiliga tí aftur, sum floksfelagi hansara, Tórbjørn Jacobsen, førir fram í Sosialinum nú í vikuni.
Tórbjørn Jacobsen fýltist á, at tjóðveldisflokkurin ikki fer fram í hesum máli á sama hátt, sum hann er farin fram í øðrum líknandi málum, eitt nú málinum um Signar á Brúnni, tí tá gjørdi flokkurin vart við seg alment.
?Tað er ikki rætt, at vit hava broytt kós og tað kann ein og hvør eftirkannað. Vit hava sagt tað, vit hava at siga á røttum stað og tað gera vit eisini í hesum føri.
?Annars hevur Tórbjørn Jacobsen ikki ført hesi sjónarmiðini fram í flokkinum.
Annars hevur Høgni Hoydal ikki fleiri viðmerkingar til Tórbjørn Jacobsen.
Men hann sigur, at tað hava verið mong slík mál frammi fyrr, men hann hevur ongantíð viðmerkt tey alment.
?Eg hevði onga viðmerking til málið um Jørgen Niclasen, fyrrenn málið kom til viðgerðar í tinginum. Tað sama hevur verið galdandi í øðrum málum, og tann linjan verður hildin, sigur Høgni Hoydal.
Kannað væl og virðiliga
Tá ið málið um Jørgen Niclasen var fyri, boðaði tú frá, at bara tað, at ivi var sáddur, var nóg mikið til at hann mátti fara frá?
? Tað er beinleiðis skeivt. Málið um Jørgen Niclasen varð kannað í tvey ár. Og tað varð av einum óheftum stovni - og tað var eisini uttan eina einastu viðmerking frá løgmanni.
Og niðurstøðan av kanningini var púra greið, at Jørgen Niclasen var farin út um sínar heimildir.
?Tá ið tað er staðfest, eiga vit at taka tað í
alvara og at taka avleiðingarnar.
Og spurningarnir vóru, um Jørgen Niclasen skuldi rættarsøkjast, ella um hann skuldi taka tær politisku avleiðingarnar.
?Og niðurstøðan var, at tað var rætt, at hann tók tær politisku avleiðingarnar, hóast tað eisini varð umhugsað at rættarsøkja hann. Men tað mettu vit kortini ikki vera neyðugt útfrá tí tilfari sum lá í málinum.
At samanbera málið um landsantikvarin við málið um Jørgen Niclasen, kann bara tæna einum partapolitiskum endamáli.
? Tað vera altíð mál, sum skapa øsing í fjølmiðlunum og tað sigur seg sjálvt, at tað kann ikki fáa avleiðingar fyri eitt landsstýrisfólk, bara tí at ein fjølmiðil reisir ein iva. Og higartil er málið um landsantikvarin bara reist í fjølmiðlunum.
Høgni Hoydal leggur afturat, at í teimum málum, sum tjóðveldisflokkurin hevur viðgjørt, hava tað verið óheftar kanningar, sum flokkurin hevur bygt sínar niðurstøður á, antin kanningar hjá landsgrannskoðaranum ella hjá kanningarstjórum.
? Og tí halda vit eisini, at ein óheftur stovnur eigur at kanna hetta málið, sigur Høgni Hoydal.
Og hann heldur, at tað hevur týdning at tað verður gjørt fyri at fáa lýst málið til fulnar.
? Tað kann fáa týdning frameftir og tí hevði tað verið gott at fingið ein óheftan stovn at skorið ígjøgnum.
Brotið setanarpolitikkin
Høgni Hoydal dugir heldur ikki at siga, um nakar setanarpolitikkur er brotin í hesum føri.
?Eg kann ikki úttala meg um hetta málið, tí eg kenni tað ikki.
?Men eg havi sjálvur gingið ímóti meirilutanum í einum setanarbólki.
Høgni Hoydal sigur, at yvirhøvur er tað so, at tað er ikki embætisverkið, sum skal seta týdningarmikil størv.
? Vit hava landsstýrismannaábyrgd og vit hava eina fyristingarlóg. Og tað er landsstýrismaðurin, sum setir størv og sum hevur ábyrgdina av teimum fólkum, hann setir í starv.
?Men tað, sum landsstýrismaðurin hevur brúk fyri, er, at embætisverkið gevur honum eitt haldgott grundarlag at taka støðu útfrá og gevur honum greiðar metingar av førleikunum hjá teimum ymsu umsøkjarunum.
?Tá ið landsstýrismaðurin hevur fingið eitt haldgott grundarlag, ger hann sínar niðurstøður og setir eitt starv.
? Men hann skal hava góðar grundgevingar fyri tí, hann ger, sigur Høgni Hoydal