framaftur í ljósmála Umframt stóran áhuga í vinnulívi, so liggur fullveldisspurningurin eisini Róa Egholm nær. ?Tá eg flutti heim í 1995 úr Spania, merkti eg týðuliga, at ein sterk tjóðskaparkensla var í umbúna [...] løgtingslimir bjóðaðu mær vælkomnum, og royndu at seta meg inn í mannagongdirnar í tingarbeiðinum. Øll vóru sera fryntlig og fyrikomandi, og alt í alt var tað ein sera væleydnaður dagur, greiðir Rói Egholm [...] loysing framaftur í ljósmála, har tað aftur verða føroyingar, ið seta dagsskránna. Rói vísir á, at tað er ómetaliga týdningarmikið at nýggjur íblástur kemur í kjaki aftur. Hann heldur, at í løtuni snýr lo
bert tey bæði, Poula og Tróndur, ið gjørdu um seg í bólki 1, Alvi Mikkelsen úr Ægir vann kappingina í ryggsvimjing og Turid Christiansen úr Reka vann silvur í trimum kappingum. Leygarmorgunin varð so hildið [...] svimjing Lagt varð fyri fríggjakvøldið við bólki 1, sum eru svimjarar í árganginum 95 og yngri. Stóri vinnarin í bólki 1 gjørdist Fuglafjarðar Svimjifelag, sum vann 6 gull og átti Poula Ø. Mohr 5 av teimum [...] eru í árganginum 91 og 92. Hjá gentum var Elspa Mørkøre frá Skeggjum einaráðandi og vann allar 4 einstøku kappingarnar, ímeðan Arnold Davidsen úr Flot og Pauli Ø. Mohr úr FS vunnu tvær kappingar í hvør
Heini í Skorini Um vikuskiftið varð annað umfar í fótbóltskappingini hjá kvinnunum leikt. Í bólki A, har liðini eru HB, Skála, VB, GÍ, Sumba og AB, hevur HB fingið eina góða byrjan við sigrum í báðum teim [...] minuttir seinni javnaði málslúkarin Halltóra Joensen fyri VB. Í 33. minutti legði Fríða Petersen HB framum til 2-1, sum eisini var hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki kom bert eitt mál, og var tað Eyðfríð K [...] sera svart út hjá teimum fyrr í ár vegna fólkatrot, hava HB kvinnurnar fingið eina sera góða byrjan uppá kappingarárið. Tveir aðrir dystir skuldu eftir ætlan verða spældir í sama bólki, og vóru tað dystirnir
Í annaðkvøld sýnir leikbólkurin Gríma nýskrivaða føroyska leikin "Vitavørðurin" eftir Rakel Helmsdal. Samstundis er hetta fyrsta stóra uppsetingin hjá Grímu í hølunum á Meiarínum. Langt er ímillum føroysku [...] eisini í leikskránni, at ikki er víst, at góður rithøvundur dugir at skriva sjónleik. Men til ber at læra seg tann serstaka teknikk, ið krevst at fáa "orðið" at at rigga á palli. Gríma ynskir Rakul tillukku [...] ikki slept penninum. Seinasta spurtin gjørdu høvundur, leikarar, dramaturgur og leikstjóri í felag. Tí fegnast tey í Grímu um at bjóða til nýggjan føroyskan leik. Hetta er eitt av aðal málinum hjá leikbólkinum
Kvinnuhondbóltur Árið í ár hevur vignast heilt misjavnt hjá føroyameistarunum í kvinnuhondbólti. Liðið, sum bert tapti ein dyst ? tann seinasta í fjør ? í tvey ár, hevur haft sera trupult við at fáa spælið [...] Eldur í Hetta hevur eisini viðført, at viðmerkingar frá bæði áskoðarum og fjølmiðlum hava verið eitt sindur øðrvísi, enn tær annars hava verið seinnu árini, og spakuliga hevur hetta kanska fest í fjúsið [...] at kalla beint av flogvøllinum í Høllina undirstrikar eisini akutta tørvin á bakspælarum. Tað skuldi ganga út við eitt korter, áðrenn Neistin fyrstu ferð hevði bóltin í netinum hjá VÍF, og tó at VÍF ikki
var um ein harðan spurt móti Jonhardi Larsen, og aftur hesaferð vísti tað seg, at Sam í løtuni er stinnasti rennarin í landinum. Úrslitini av kappingini framganga annars av yvirlitinum niðanfyri. Úrslit [...] 6856BjørgSeloy1992Bragdið 7916VilbjørgJohannesen1992Treysti 8920Elspa DahlHansen1992Roysnið 9928RakulJoensen1992Bragdið 10957BrynhildNielsen1991Roysnið 11104RagnfríðHansen1993Toftir 12106MariaPoulsen
partaeigari í trolaranum “Tór 1” hjá Tórfelagnum í Havn, og var við honum til hann flutti umborð í “Tór2” í 1939, saman við Jákupi á Trøðni sum var skipari. Fyrst undir stríðsárunum var hann í eina tíð við [...] á honum, og í sinninum er hann framvegis ein unglingi, sum alla tíðina ýtar av eftir menningini í samtíðini, meðan høvuðsmálini eru tey somu. Í andaligum samanhangi Hann ið øllum valdar og í politiskum [...] síðani var hann við skyldmonnunum í Rituvík - við “William Martin”. Hann saðlaði rættiliga um í 1938. Trolið dróg og hann er kendur í landinum, sum ein av størstu ekspertunum í hesum reiðskapinum, ið kom at
órógvað av, at stýrimaðurin í verjuni, Ragna Andreasen, fekk skaða miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og KÍ varð noytt at umskipað liðið. Malena Josephsen, sum vanliga spælir í álopinum fór í verjuna at spæla, og [...] ígjøgnum í síðunum, men tær fingu ov lítið burtur úr innleggunum, sum lógu nær við málið, og tá Vivian Bjartalíð í seinna hálvleiki gjørdist púra leys í vinstru, misnýtti hon besta tilboðið hjá KÍ í seinna [...] allar sínar dystir higartil í ár, og tað gjørdi liðið eisini leygardagin. Mótstøðan hesaferð var tó munandi størri, enn hon hevur verið í meginpartunum av dystunum higartil í ár. Unga liðið av Argjum stríddust
1 og upp til dagin í dag. Næsta ár flyta tey bæði upp í bólk 4. Arnold Davidsen úr Flot vann tí einu kappingina. Liðsvimjingarnar í bólki 3 vunnu Skeggjar og Flot. Aðrir svimjarar í bólki 3, ið kláraðu [...] Árliga Skeggjar stevnan var um vikuskiftið í Gøtu. Lagt varð fyri fríggjakvøldið við bólki 1, svimjarar í árganginum 95 og yngri. Aftur hesaferð gjørdi Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag bart og [...] sínar kappingar, fýra íalt. Turið Christiansen úr Reka gjørdist nummar tvey í trimum kappingum og Birita Debess nummar tvey í tí einu kappingini. Hjá dreinginum var Alvi Mikkelsen úr Ægir tann sum vann
n Sum liður í samstarvi millum Ísland og Føroyar, var í fjør skipað fyri sølustevnuni Tór-Rek í Havn. Í vikuskiftinum var skipað fyri líknandi stevnu í Reykjavík, nevnd Rek-Tór, har nógvar føroyskar fyritøkur [...] styrkt, og felagið umboðar Tutl í Íslandi. Eisini Jens Guð, fagurskrivarin og rockserfrøðingurin, sum vitjaði í Føroyum í heyst, umboðar Tutl í Íslandi. Bæði Kristian Blak og Rakul Petersen frá samtakinum NORA [...] Áhugi í Íslandi fyri føroyskum tónleiki Ein av luttakarunum á sølustevnuni Rek-Tór, sum var í Íslandi í vikuskiftinum, var plátufelagið TUTL. Tutl seldi fleiri fløgur í Íslandi, enn væntað frammanundan