Meistararnir sóust aftur

Føroyameistararnir úr VÍF funnu í løtum gullspælið frá í fjør aftur, tá tær vitjaðu Neistan sunnudagin, og so er lítið at gera hjá mótstøðuni

Kvinnuhondbóltur

Árið í ár hevur vignast heilt misjavnt hjá føroyameistarunum í kvinnuhondbólti. Liðið, sum bert tapti ein dyst ? tann seinasta í fjør ? í tvey ár, hevur haft sera trupult við at fáa spælið at hanga saman. Partvíst hevur orsøkin kanska kanska verið, at Ioana Rápa ikki fær verið við, nú hon er við barn, men neyvan hevur hetta so verið einasta frágreiðingin, soleiðis sum tað hevur verið ført fram. Hinvegin er als ikki óhugsandi, at ein stórur partur av frágreiðingini eisini er, at leikararnir onkursvegna eru mettar. Soleiðis at skilja, at tær ótilvitað eru farnar at halda, at neyðugu sigrarnir nokk skulu fara at koma, og at tær tískil eru ov lítið uppsettar, tá dystirnir eru.

Eldur í
Hetta hevur eisini viðført, at viðmerkingar frá bæði áskoðarum og fjølmiðlum hava verið eitt sindur øðrvísi, enn tær annars hava verið seinnu árini, og spakuliga hevur hetta kanska fest í fjúsið hjá liðnum.
Og móti Neistanum sýndi liðið endiliga aftur, at tað á ongan hátt er av tilvild, at liðið hevur verið somikið einaráðandi seinnu árini. Yvirhøvur var talan um ein sannførandi sigur, men serliga fyrsta lítla korterið var at kalla bert eitt lið á vøllinum. Ferðin á spælinum varð sett langt omanfyri tí, sum Neistin megnaði, verjan stóð sum ein sannur múrur og vardi fyri, og tá kontra?ini so vórðu send avstað, var lítið og annað hjá teimum bláu at gera, enn at hyggja at, hvussu lætt og einfalt hondbóltur í veruleikanum kann spælast.
Nakað annað er so tað, at Neistin als ikki spældi upp til sítt besta. Kanska var veruleikin eisini tann, at tær ikki vóru betri, enn VÍF gav teimum loyvi til at vera, men tað tóktist eisini so, at tær bláu ongan tíð veruliga trúðu upp á møguleikan fyri einum sigri. Nakað sum annars altíð hevur verið eyðkennið hjá liðnum. Skothóttanin úti frá var eina mest avmarkað til Simonu Dziugyte, og at Súna Mørk kom at kalla beint av flogvøllinum í Høllina undirstrikar eisini akutta tørvin á bakspælarum.
Tað skuldi ganga út við eitt korter, áðrenn Neistin fyrstu ferð hevði bóltin í netinum hjá VÍF, og tó at VÍF ikki skeyt so ræðandi nógv mál, so var tað mest sum longu staðfest tá, at stigini fóru til Vestmanna.

Verjan alt at siga
Einki er at ivast í, at Neista-venjarin, Sophus Dal-Christiansen, hevði tosað við stórum bókstavum í steðginum. Longu tá seinasta bríkslið ljóðaði var hann inni á hálvum vøllinum við beinari kós móti skiftingarrúminum, og fyrstu løtuna eftir steðgin tóktist hetta eisini at hjálpa. Neistin skoraði fleiri mál á rað, og tær fingu eisini strítt seg upp á javnt, men so var eisini útselt. VÍF setti ferð á aftur, og við fimm málum á rað undirstrikaðu tær, at her var einki hjá Neistanum at koma eftir.
Og verður hetta lagið hjá teimum gulu framyvir, so er ikki óhugsandi, at tað heldur ikki verður so nógv hjá øðrum at koma eftir. Sjálvandi skerjir tað framvegis liðið, at Ioana ikki er við. Serliga í álopspartinum verða stórar byrðar lagdar á Sóley, sum nú er skotsterkasti bakspælarin. Men eisini í teimum báðum gullárunum var sterkasti parturin av liðnum kanska verjuparturin, og hesin riggaði til fulnar sunnudagin. At Neistin ikki hevur nakran lám at tveita út á høgra vong, gjørdi ikki uppgávuna torførari, men yvirhøvur tóktist verjan taka sær av tí, sum roynt varð, og tá skot so komu var Manuela mest sum altíð á staðnum, og við neyvu útkøstum sínum er hon samstundis ein hin týdningarmesta álopsstøðin á liðnum.
Enn hava avrikini hjá VÍF tó verið ov misjøvn til at siga, at nú eru meistartarnir við aftur, men verður hetta lagið, so fara tær skjótt at toga seg nærri at VB. Komandi mikudag skulu tær á heimavølli taka ímóti StÍF, og tá fæst kanska ein ábending um, hvørt leikararnir aftur eru klárar til stóru tøkini, ella um sigurin sunnudagin bert var eitt einstakt dømi um, at tær framvegis kunnu ? tá tær tíma.

Dysturin í tølum
Neistin-VÍF 13-21 (5-9)
Málskjúttar:
Neistin: Simona Dziugyte 5(2), Lív Sørensen 2, Rakul Agustinussen 2(2), Anna Clementsen 1, Mildrið Jacobsen 1, Kára á Dunga 1, Ata Høgnadóttir 1
VÍF: Sóley Mikkelsen 5(2), Jacklin Durhuus 4, Hertha Simonsen 3, Fríða Marjunardóttir 3(1), Alis Høghamar 2, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 2, Sára Jógvansdóttir 1, Nicoleta Radu 1
Brotskøst: Neistin 6, VÍF 4
Útvísingar: Neistin 1, VÍF 1
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen. Høvdu alla tíðina fult tamarhald á.