KÍ var favorittur til at vinna steypafinaluna hjá kvinnum, sum varð spæld á Tórsvølli leygardagin. KÍ hevur vunnið allar sínar dystir higartil í ár, og tað gjørdi liðið eisini leygardagin.
Mótstøðan hesaferð var tó munandi størri, enn hon hevur verið í meginpartunum av dystunum higartil í ár.
Unga liðið av Argjum stríddust sum fyri lívinum, og tað var væl við í dystinum alla tíðina. Kjansirnir at gera mál vóru fleiri, men tað eydnaðist ikki at skora. AB hevði fyrireikað seg væl til dystin, men tað tóktist sum at royna KÍ-liðið mátti vinna.
KÍ skoraði beinanvegin í dystinum, og tey bæði málini vóru nóg mikið til at vinna steypafinaluna.
Mál eftir horna
Líkindini at spæla fótbólt í Havn leygardagin vóru hampulig. Tað regnaði, og vøllurin tóktist vera eitt sindur tungur at spæla á, men spælararnir lótu seg ikki nerva av hesum og spældu av lívsins kreftum. Spælið var ikki altíð so polerað, men innsatsurin óførur, og nógvar spentar støður vóru frammanfyri málini.
Tað vóru bert 10 minuttir farnir, tá KÍ legði seg fram um. Málið kom eftir hornaspark úr vinstru síðu, sum Bára S. Klakstein legði innfyri. Við fremra stólpan rann Vivian Bjartalíð í bóltin og stútaði hann í málið.
Einar sjey minuttir seinni økti KÍ til 2-0, og uppskriftin var júst tann sama. Bára sendi horna innfyri úr vinstru, og hesaferð var Malena Josephsen hægst og stútaði í málið.
AB-mál kolldømt
Hóast AB fekk sum frammaná, so góvust tær ikki at spæla. Tvørturímóti løgdu tær enn meira fyri í royndini at minka um leiðsluna, og longu í fyrra hálvleiki høvdu tær eitt ávíst trýst ímóti KÍ-málinum.
Royndirnar vóru fleiri í tali, og í onkrum førum var talan um góðan kjans. Olga Kristina Hansen, sum var besti spælarin á AB-liðnum, lá fleiri ferðir fram við, men hon kláraði ikki at fáa neyðuga saft og kraft í sínar avslutningar, og tí kom einki mál.
Einaferð eydnaðist AB at fáa bóltin í KÍ-málið, men dómarin kolldømdi málið. Hann helt, at fríspark varð gjørd ímóti KÍ-málverjanum í hornasparksstøðuni, men tað var trupult at fáa eygað á nakað fríspark.
Hevði AB minkað um munin longu tá, kundi meira spenningur komið í dystinum, men hinvegin tóktsist støðan eisini verða tann, at KÍ kundi altíð fáa eitt mál afturat, um tað veruliga var neyðugt.
Nær við er ikki nóg mikið
Í seinna hálvleiki royndi AB at trýsta fyri at fáa mál, og aftur í seinna hálvleiki fingu AB-kvinnurar onkur tilboð, sum tær misnýttu.
Olga Kristina hevði skot á stongina, hon var eisini leys, men misnýtti, og fleiri ferðir ruddaði KÍ-verjan burtur í evstu løtu. Í síðunum royndu Valgerð Andreasen og Rannvá Poulsen at bjóða av, og Elin Katrina Haraldsen dugdi væl at taka bóltin til sín og spæla aðrar. Men tað lá alla tíðina í luftini, at skuldi AB fáa eitt mál, so skuldi tað koma frá Olgu Katrinu Hansen, og hon var líkavið nakrar ferðir.
KÍ-liðið var eitt sindur órógvað av, at stýrimaðurin í verjuni, Ragna Andreasen, fekk skaða miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og KÍ varð noytt at umskipað liðið. Malena Josephsen, sum vanliga spælir í álopinum fór í verjuna at spæla, og hon stóð seg væl, hóast støðan tóktist ótrygg fyrstu løtuna eftir skiftið.
KÍ kom fleiri ferðir ígjøgnum í síðunum, men tær fingu ov lítið burtur úr innleggunum, sum lógu nær við málið, og tá Vivian Bjartalíð í seinna hálvleiki gjørdist púra leys í vinstru, misnýtti hon besta tilboðið hjá KÍ í seinna hálvleiki.
KÍ-liðið spældi til tíðir ov beinleiðis, og onkuntíð sparkaðu tær meira, enn tær spældu. Tað gjørdi, at AB-liðið fekk leikliga yvirvág í stórum løtum.
Fingu steypið til Klaksvíkar
Hóast AB gjørdi alt fyri at skora, og stuðulin frá viðhaldsfólkunum var góður allatíðina, so gjørdist tað sigursvanda liðið úr Klaksvík, sum vann steypafinaluna 2-0.
KÍ vann steypið fyri fimtu ferð, og felagið hevur vunnið tað til ongar. Í fjør noyddist KÍ at lúta fyri B36 í steypafinaluni, men hesaferð var liðið aftur á sigurskós, og hóast KÍ-kvinnurnar í seinna hálvleiki meira vardu seg enn spældu seg til sigurin, so var tað ikki bara av tilvild ella hepni, at KÍ vann dystin.
Liðið úr Klaksvík er mannað við nógvum royndum spælarum, og teir gera mun í slíkum dystum, tá tað stendur á. AB-liðið hevur als ikki somu rutinuna, og hóast tær vóru raskar og framfýsnar, so máttu tær hesaferð lúta fyri KÍ-liðnum.
- - - -
Steypafinalan hjá kvinnum 2006
KÍ-AB 2-0 (2-0)
1-0: Vivian Bjartalíð, 11.
2-0: Malena Josephsen, 18.
KÍ: Randi S. Wardum - Paula Sjóstein, Ragna Andreasen (Maria Ziskason, 32.), Paula Mikkelsen, Anja Sjóstein - Bára S. Klakstein, Rannvá Andreasen, Elsa Maria Simonsen, Vivian Bjartalíð (Sigrid Jacobsen, 86.) - Malena Josephsen, Kristina Eyðbjørnsdóttir.
Venjari: Jón Harald Poulsen
AB: Simona Heinesen - Vilhelmina Olsen, Asta Magnussen, Rudi Rasmussen, Durita Jørgensen (Rannvá Jarnskor, 45.) - Rannvá Poulsen, Kristina Simonsen, Hellen Haraldsen, Valgerð Andreasen (Rakul Jógvansdóttir, 84.) - Elin Kathrina Haraldsen, Olga Kristina Hansen
Gult kort: Rannvá Jarnskor
Venjari: Malan Mohr
Hjálparvenjari: Lennard Pedersen
Dómarabólkur: Jón Sigurð Gleðisheygg, Høgni Hansen, Jóhan Birgir Dahl-Olsen og Vinjard Dam.