tikið frá okkum sjálvum tað sonnu jólagávuna og tann sanna jólafriðin. Tað, sum jólini snúgva seg um er Frelsarin, sum lat seg føða inn í hendan heim og á tann hátt gjørdist eitt menniskja, so hann kundi doyggja [...] "jólini," sum sanniliga eisini vóru eyðkend av at geva gávur - og enntá tær dýrastu gávurnar. Jólini á okkara døgum eru eyðkend av nógvum fyrireikingarstáki, til tess at høgtíðin kann fáa so stóran týdning [...] sum møguligt fyri okkara familju og okkum persónliga. Tað er als einki skeivt í, at vit ávísar tíðir á árinum gera nakað serligt burtur úr hugna og gávum, men lat okkum bara ansa væl eftir, at ikki tað,
Býarmynd Gosbrunnurin við teimum sermerktu dansigentunum á Káta Horni í Havn, skal ikki takast niður. Tað staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. At døma eftir gerðabókini við frásøgn frá býr [...] borgarstjóri, ásannar nú, at tað er hent eitt mistak við gerðabókini, so at hon ikki gevur eina heilt sanna mynd av tí, sum varð samtykt. Tað er rætt, at býráðið einaferð samtykti at taka gosbrunnin niður. [...] var ætlanin at flyta standmyndina niðan til svimjihøllina at standa Men hendan samtyktin varð broytt á býráðsfundi, uttan at tað er komið við í gerðabókina. Úrslitið er at tað kann slást fast, at dansigenturnar
Rógvi Hansen, Vestmanna (Tórsh Skipasmiðja), og Bárður á Løgmansbø, Miðvágur (J.K. Joensen). Leivur Steintún, Sørvágur (J.K. Joensen), vantar á myndini
lekjandi árin hevur yvir sær ein næstan platonskan dám: So tók hann tvey bløð, legði tey á hendur sínar, andaði á tey og knústi tey, og beinanvegin varð rúmið fylt við einum livandi frískleika, sum vaknaði [...] onkrum landi, sum sjálvt tann fagri heimurin á vári bara var eitt stokkut minni um. Andans vígvøllur Sum Tolkien-elskarar vita, fer bardagin móti Sauron fram á tveimum heilt ymiskum hermótum. Annað er tann [...] ráðandi hugmynd. Tá ið Saruman hin Hvíti, tann falni vísmaðurin, á álvamáli nevndur Kurunir, doyr, verður soleiðis sagt frá: Ræðsla kom á teir, sum hjástaddir vóru, tí rundan um líkið av Sarumani savnaði
sum nú liggur í mold, og sum eg tí ikki vil nevna navnið á, at Hákun fekk sær eftirnavnið Djurhuus sum vaksin. Sum einkjan, Hjørdis vísir á í Sosialinum seinasta fríggjadag, so er hetta ikki rætt. Hákun [...] Eidesgaard, rithøvundur · Hervið verður borin ein treytaleys umbering til Hjørdis Djurhuus, sum vísir á ein skeivleika í øðrum bindi í ævisøguni um Kaj. Eg viðgangi eisini bart út, at júst tá ið tað snýr [...] doyptur eftirnavnið Djurhuus hjá mammuni Armgarð úr Áarstovu í Havn, sum var óvanligt tá. Her má eg so sanna orðið, at lúgvi eg, so er tað logið fyri mær. Tað er gott, at Hjørdis ger vart við mítt mistak, og
møguleiki er fyri at útbyggja og vaksa um virði á ognini. Hann kann ríva verandi heldur skirvisliga bygning niður og byggja ein størri handils- og skrivstovubygning á somu grund. Sum sagt so gjørt! Hann søkir [...] Býráðið bløða fyri ikki at virða sína egnu byggisamtykt. Ein prísur var lagdur á, sum var púra óhoyrdur, og sum ongin á privata marknaðinum bara vildi droymt um at givið fyri eina gamla smáttu um hon [...] kommuna verða offur fyri regulerari pressión ? Eri vit ikki á kantinum av kommunulógini hvat viðvíkir spurninginum um at umsita almennan pening á lógligan og skynsaman hátt ? Tað má sostatt staðfestast,
við Mortani Holm á Fløttinum, sum eisini var á veg til Sandvíkar. Danjal Pauli fer beina leið til Sandvíkar við fjallstavinum, sum hann hevði havt á veg til Fámjin, í hond. Foreldrini á Heyggi, Mortan og [...] í ørviti sat og helt sær á kjølinum á Falkinum, vóru: Jóan Jacob Olsen - bóndin Uttan Ánna - og Rasmus Nielsen - Rasmus á Stykkinum. Lógvin í Sandvík Í fyrstu grind, sum kom á Sandvík eftir skaðagrindina [...] foreldrunum hjá Danjal Paula hann. Dóttir Mortan á Fløttinum, Ása Enni, sigur, at faðir sín hevði hetta fleiri ferðir á orði seinni í lívinum, og hann undraðist á, hví Danjal Pauli hevði sagt soleiðis. Bátarnir
kendi veruliga, hvussu glað tey vóru, tá fólk stukku inn á gólvið. Sum ungur kom Edvin til trúgv á Harran, og tað hevur sermerkt alt hansara lív. Á yngri døgum ferðaðist hann nógv millum oyggjarnar við bátinum [...] hjartaliga tillukku á runda degnum. Harrin signi teg og tíni kæru. Men tá ið ljósið dvølur fjøllum á, Og løtur stillar líða, Ein ósædd hond mær stundum opnar tá Tær dyr til landið fríða. Og sum á gloppi standa [...] ilt um nakran. Heimið hjá teimum á Selheyggi var eitt fyrimyndarligt heim, har kærleiki, nøgdsemi og gudsótti vóru sjónlig. Tað fyrsta, tú legði merki til, tá tú komst á gátt, var tann vælsignaði friður
. Heiðrikkur hevur verið á markinum undanfarnu 4 árini - men altíð júst ov stuttur. Men hesuferð bragdaði! Og í aldursbólkinum 13-14 ár, mátti Margar Berg á triðja sinni sanna, at tað skal bara ikki bera [...] Jógvansson og Rógvi Egilstoft Nielsen megnaðu á 4. sinni uppí slag at taka 1. og 2 plássið. NM luttøkan seinastu 3 árini hevur óivað givið hesum báðum munadygt viðføri tá á stendur, tí ta einu løtuna var støðan [...] niðurtúrar, stunandi foreldur, fólkamongdir tær avgerandi løturnar - kenslubogin varð stundum toygdur á tamb. Nógv stóð uppá spæl. Umframt FM-heitið ráddi um -um ikki annað - at røkka 2. plássið, sum beinanvegin
bókmentum á móðurmálinum - tilsamans sløk 300 bókaheiti. Tað er tí fyrst og fremst tær og konu tíni fyri at takka, at allar hesar dygdarbøkur á føroyskum máli hava fløtt inn í flestu heim her á landi - og [...] mannin tann, sum við miklum áræði, dirvi og føðilandsalski setti Bókagarð á stovn seinnapartin í 60-árunum og við honum læt upp dyrnar á víðan vegg fyri øllum teim, ið bera tokka til móðurmálið og føroyska [...] handli, tá ið hann á sinni stovnaði Bókagarð, og at tað ikki var fyri peningaligan vinning, hann tá fór undir bókavirksemi sítt, tí tílíkan vinning kundi hann saktans fingið ólíka lættari á annan hátt. Nei