Degns hús  avpressing og fíggjarligt svans!

Bjørn á Heygum


Fólk eru vorðin rættuliga skelk­að av hesum seinastu tíðindunum, har almennur pen­ingur verður nýttur til at okra teir frammanundan ógvusligu sethúsaprísrinar í høvuðsstaðnum enn eitt risa­lop til himmals.
Ovfarin eru vit vitni til, at eini simpul lítil eitthundrað ára gomul hús í miðbýnum nú eru seld til Tórshavnar Kommunu fyri ein full­komu­liga høpisleysan prís uppá heilar 5 mio kr.
Talan er um Degn´s Hús, sum Tórshavnar Býráð eftir øllum at døma hevur sett sær fyri at keypa fyri nærum ein og hvønn prís. Tað letur til at húsini bara skulu yvirtakast - kosta tað sum tað kosta vil!
Men hvør er søgan og hvør er bakgrundin fyri hes­um ódámliga handli og fyri tann sak skyld - fyrilitarleysa oyðsli við almennum pen­ingi.
Jú, søgan byrjar vælsaktans við, at hesin nýggi eigarin keypir Degns Hús fyri 1,8 mio kr. fyri nøkrum fáum árum síðani.
Hann hyggur sjálvsagt eft­ir byggisamtyktini fyri mið­býarøkið og sær, at møguleiki er fyri at út­byggja og vaksa um virði á ognini. Hann kann ríva verandi heldur skirv­isliga bygning niður og byggja ein størri handils- og skrivstovubygning á somu grund.
Sum sagt so gjørt! Hann søkir Tórshavnar Kommunu um byggiloyvi innan fyri teir karmar, sum ásettir eru fyri bygging í økinum og sum er vælsignað av hesi somu kommunu. Hann hevur so­statt krav uppá at fáa byggi­loyvi.
Men gakk! Nú kemur rør­ingur í. Nakrir borgarar vilja halda at hesi hús eru søgulig og varðveitingarverdug. Tað sigst, at talan er um eitt serstakt umhvørvi, sum ikki má skemmast av nýggjari bygging, Tey vilja vera við, at ein mentunarligur dýrgripur er um at fara fyri skeyti, so nú eru einastu ráðini at friða húsini sum fornminni, Farið verður í holt við eina undirskriftsinnsavning og und­irtøkan er ófør. Fleiri tús­und undirskriftir vóru hand­aðar Tórshavnar Kommunu við áheitan um at friða husini, so eigarin ikki kundi fara í holt við ætlaðu nybyggingina.
Her vóru nógvar atkvøður, so nú mátti byggisamtykt vera byggisamtykt. Tað er jú ikki byggisamtyktin, sum avgerð um býráðslimirnir vera afturvaldir!
Málið um byggiumsóknina frá eigarunum varð av somu orsøk súltað. Tað ráddi um at vinna tíð hjá kommununi. Friðingartiltøk vóru sett í verk, men tíverri fyri bý­ráðsmeirilutan, so strand­aði henda ætlan hjá lands­stýrismanninum, sum ikki tók undir við friðingini.
Eigarin kravdi nú aftur at fáa byggiloyvi, sum hann samb. lógini og egnum sam­tykt býráðsins hevði krav uppá.
Nú vóru góð ráð dýr. Ant­in breyt Býráðið egnu byggisamtykt sína og sýtti fyri byggiloyvi ella gav byggi­­loyvi og fekk allir hes­ar mongu borgarar uppá nakkan, sum høvdu ynskt at varðveita Degns Hús.
Ein triði útvegur kundi væl finnast. Vell - eitt gløgt høvd fann so uppá tað skilagóðu loysn bara at keypa húsini, so bleiv friður og sami vandi stóðst nokk ikki av at missa høvdi, sum býráðspolitikari av hesi loysn í mun til sera ópopuleru loysnina at fylgja byggisamtyktini!
Sum sagt so gjørt. Sam­ráðingar vóru tiknar upp við eigaran um keyp av húsu­num. Eigarin var ikki føddur í gjár, og sær beinanvegin møguleikan fyri at leggja trýst á Býráðið, sum var komið í klemmu millum hann og ein stóran skara av borgarum í Havn - og ikki at forgloyma atkvøður til næsta val!
Hann legði hart út. Nú skuldi Býráðið bløða fyri ikki at virða sína egnu byggi­samtykt. Ein prísur var lagd­ur á, sum var púra óhoyrdur, og sum ongin á privata markn­aðinum bara vildi droymt um at givið fyri eina gamla smáttu um hon so enntá lá í miðbýnum í Havn.
Men eigarin visti at hann hevði góð kort uppá hondina og, at Býráðið nokk lat seg kroysta. Og so var! Býráðið bognaði og lat hægsta prís sum nakrantíð er givin pr. m 2 fyri eini sethús - og henda rekord verður neyvan sligin í bræði, um enn nakrantíð!
Men er hetta ikki ein ótrú­liga vandamikil leið at ganga? Skal tað almenna ganga á odda við at okra set­húsaprísirnar upp? Verður hetta ikki eitt fordømi og leggur støðið í framtíðini? Er kommunan nú vorðin friðingarmyndugleiki kundi ein spurt og er tað í heila tikið ein kommunal uppgáva at seta friðingartiltøk í verk við at lata seg kroysta at keypa ognir fyri okursprísir? Skulu ikki reel virðir liggja aftanfyri nýtslu av peningi skattgjaldarans? Skal íløgan ikki umboða eitt tilsvarandi virði og ikki sonevnd frið­ing­armotivir? Kann ein komm­una verða offur fyri regu­ler­ari pressión ? Eri vit ikki á kantinum av kommunulógini hvat viðvíkir spurninginum um at umsita almennan pen­ing á lógligan og skynsaman hátt ?
Tað má sostatt staðfestast, at tað er ivasamt um tað fyriliggur ein sokallað lóg­lig og saklig grund fyri at ognast viðkomandi hús yvir­høvur. Tað er heldur ikki sørt, at mangt og hvat kundi tala fyri, at kommunali eftir­litsmyndugleikin fór at kanna málið nærri.
Eisini er tað viðkomandu at spyrja um ein byggisamtykt ikki skal virðast, tá henda má ætlast at vera ein almenn fráboðan um, at ávís bygging ótarnað kann fara fram innan fyri ásettar karnar, uttan at henda samtykt verður vend á høvdið og nýtt sum jarnbrot hjá einstaklingum at kroysta sama bygimyndugleika til at fráfalla egin mál og mið fyri bygging í avvarðandi øki.
Ein kann meina hvat man vil um hetta góða hús.Eitt er tó vist, at gamla upprunaliga umhvørvið er longi oyðilagt og bøtist ikki aftur óheft av um Degn´s Hús standa har ella ikki Um húsini eru so varðveitingarverdug kundi tað eisini verið ein loysn at flutt tey í heilum líki til annað stað í býnum, har tey betur komu til sín rætt enn millum høgar betongbygningar í mið­býnum. Her hevði tað so ikki verið neyðugt at taka skattaborgaran sum gísla fyri populistiskar avgerðir og løtuvinning hjá ávísum politikarum í Tórshavnar Bý­ráð
Enn einaferð mugu vit so sanna gamla orðafelli um, at lætt er at brúka pening, serstakliga annans mans pen­ing!