Hóast jólini sum høgtíð ikki eru umtalaði í nýggja testamenti, so kunnu vit kortini siga, at hesa løtuna í Betlehem hava vit tey fyrstu "jólini," sum sanniliga eisini vóru eyðkend av at geva gávur - og enntá tær dýrastu gávurnar.
Jólini á okkara døgum eru eyðkend av nógvum fyrireikingarstáki, til tess at høgtíðin kann fáa so stóran týdning sum møguligt fyri okkara familju og okkum persónliga.
Tað er als einki skeivt í, at vit ávísar tíðir á árinum gera nakað serligt burtur úr hugna og gávum, men lat okkum bara ansa væl eftir, at ikki tað, sum jólini hóast alt snúgva seg um, druknar í øllum stákinum, tí tá hava vit mist tað sonnu meiningina við jólahátíðini og hava samstundis tikið frá okkum sjálvum tað sonnu jólagávuna og tann sanna jólafriðin.
Tað, sum jólini snúgva seg um er Frelsarin, sum lat seg føða inn í hendan heim og á tann hátt gjørdist eitt menniskja, so hann kundi doyggja sum eitt syndoffur fyri okkum øll.
Tað var henda sannleika, sum vísmenninir sóðu, tá teir stóðu í fjósinum hesa løtuna og hugdu niður yvir hetta lítla barnið - teir sóðu meira enn eitt fitt barn, teir sóðu lyftini um frelsaran uppfylt í hesum barni, og tað førdi til, at teir góvu frelsaranum tað besta av tí besta - teir offraðu honum gull, roykilsi og myrra.
Hvat sært tú í fjósinum, nú tú situr og jólahugnar tær við familjuni? Sært tú einans barnið? ella sært tú frelsaran, sum kom fyri teg? Um tú ger tað, so trúgv á hann í dag, tá gevur tú fyrst honum tað størstu gávuna, tú kann geva honum, nevniliga tína sál, men tá fært tú eisini sjálvur tað størstu gávuna, sum tær kann ognast, ævigt lív - og kanska er hetta gávan, sum tín nærmasta familja ynskir sær frá tær í kvøld?