Skaðagrindin í Sandvík í 1915

- eitt uppískoyti

Í blaðnum »Birting« í 2004 hevði eg eina frágreiðing um tann sorgartilburðin,
sum fór fram í grindini í Sandvík í 1915. Seinast í frágreiðingini viðmerkti eg,
at eingin ivi var um, at fleiri søgur og upplýsingar mundu finnast millum fólk,
men sum eg einki visti um. Eg segði meg tí gleðan taka við fleiri frásøgnum og
upplýsingum og eisini rættingum, har eg møguliga hevði mistikið meg og
misskilt eitthvørt. Og rætt var. Her er eitthvørt at koma umaftur við, og tí komi
eg við hesum uppískoytinum. Av tí, at »Birting« kemur ikki út í ár,
verður hetta uppískoytið prentað í Dimmalætting og í Sosialinum.


Mistøk

Jóan Jacob og Elias: Fyrst er tað mistakið at rætta, at undir myndunum av
brøðrunum Joen Jacobi og Eliasi Petersen skal teksturin skiftast um.
Tað er Elias, sum er hattleysur, og Joen Jacob er í kolli (keppi).

Hans Pauli Poulsen: Eitt annað mistak í frágreiðingini er, at maðurin, sum fann
grindina, æt ikki Hans Pauli Johannesen, men Hans Pauli Poulsen - Hans Pauli hjá Ninna.


Danjal Pauli og fjallstavurin

Um Danjal Paula Holm er at siga, at hann henda morgunin var farin til
Fámjin at vitja gentu sína, áðrenn grindaboðini komu til Hvalbiar.
Á Hvalbiarfjalli frættir hann frá trongisvágsingum, sum hann møtir,
og sum koma rennandi norðureftir, at grind er í Sandvík. Danjal Pauli
vendir við aftur og fer við trongisvágsingum at renna til Sandvíkar í grind.

Í Hvalba koma teir í fylgi við Mortani Holm á Fløttinum, sum eisini var á veg
til Sandvíkar. Danjal Pauli fer beina leið til Sandvíkar við fjallstavinum, sum hann
hevði havt á veg til Fámjin, í hond. Foreldrini á Heyggi, Mortan og Elspa, vistu
tí av ongum, at hann var farin í grind í Sandvík, fyrr enn seinni. Tá ið teir koma
í Oddan í Sandvík - tað er har inni oman fyri sandin - tá sigur Danjal Pauli
við Mortan: »Mortan, eg seti stavin her, tú tekur hann við tær, tá ið tú fer
heimaftur!« Hetta hugsaði Mortan einki meira um tá. Men tá ið hann fór heimaftur
til Hvalbiar seinni um dagin eftir sorgartilburðin, har Danjal Pauli saman við
svágrinum Joen Jacobi og øllum hinum tólv var sundaður, tá runnu orðini
hjá Danjal Paula fram fyri hann; hann var illa við og undraðist so sáran.
Stavin tók hann heimaftur við um Eggina og bar foreldrunum hjá Danjal
Paula hann. Dóttir Mortan á Fløttinum, Ása Enni, sigur, at faðir sín hevði
hetta fleiri ferðir á orði seinni í lívinum, og hann undraðist á, hví Danjal
Pauli hevði sagt soleiðis.

Bátarnir

Um bátarnar upplýsir Suni Joensen í Tórshavn - hann er ættaður úr Sandvík -
at Ørnin var sami bátur, sum Kollan. Tað vóru summir, sum nevndu -
eyknevndu - bátin Kolluna. Suni Joensen veit eisini at siga, at seksmannafarið
Ritan var eisini við í drápinum, og at Niclas hjá Elini hevði sum gamal maður
sagt Suna frá, at hann var við Rituni. Niclas hevði eisini sagt frá, at teir
báðir menninir, sum tóku Petur í Køkini, sum við yvirmátti og í ørviti
sat og helt sær á kjølinum á Falkinum, vóru: Jóan Jacob Olsen -
bóndin Uttan Ánna - og Rasmus Nielsen - Rasmus á Stykkinum.


Lógvin í Sandvík

Í fyrstu grind, sum kom á Sandvík eftir skaðagrindina - tað var 23. desember í
1939 - tá varð avrátt, at kønir menn í Sandvík skuldu vera á innastu
bátunum undir drápinum. Heitt var tí á skilamannin Hans Paula hjá Ninna -
hann, sum fyrstur hevði sæð grindina í 1915 - um at vera innastur nú í 1939
undir drápinum. Men so lúnsk er lógvin, at sjálvt um alt fyrivarni varð tikið -
og ódnarveður var ikki, hóast væl av vindi var, og lógvin breyt - so tók eitt
brot bátin, ið Hans Pauli hjá Ninna var á, so at hann skjeyts eftir lið hálvfullur
av sjógv inn á sandin, men báturin hólvdist ikki, og eingin mannskaði varð.


Stormgrindin

Nevnt var í frágreiðingini, at árið eftir í Stormgrindini í Hvalba 28. november
í 1916 gekk Petur í Køkini á Hvalbiarsandi - Skálasandi - og var ikki í báti, tí
konan vildi ikki, at hann skuldi fara í bát. Hann helt tá sum so mangur, at grindin
fór at gera landgongd á Hvalbiarsandi. Í frágreiðingini varð sagt, at grindin
doyði á Hvalbiarsandi, men hetta er eitt mistak. Hon legði beinini á Lítlibøsandi.
Men seinast í drápinum í Stormgrindini var Petur kortini farin í bát úti í Nesi. Jú,
grindamaður var hann, og mansevni var í Petur í Køkini.


Nú Stormgrindin er nevnd, fari eg í hesum sambandi at nevna eina søgu um,
hvussu miklan týdning staðkendir og skynsamir skilamenn kunna hava og
hava havt - eisini í grindadrápi.
Bróðir mín Danjal Petur - nevndur Allin - veit at siga frá abba konu síni,
Niclasi Uppi í Garði, at tá ið Stormgrindin doyði í 1916 á Lítlibøsandi, eisini
nevndur Nessandur, var av ringasta stormi av útsynningi, og sum tá altíð á hesi
ættini var mikið glaðustrok í Kjógvavatni inni í Dalinum - oftast nevnt Vatnið -
og út av Lítlibøsandi.
Niels Pauli í Geil var grindaformaður. Niclas Uppi í Garði var altíð í grindabáti
saman við Niels Paula.
Tá ið Niels Pauli heldur, at grindin er komin nóg langt inn, sigur hann:
»Stikk Niclas!« Niclas svarar: »Eg stingi ikki, fyrr enn næsta glaðan kemur í
Vatnið!« Hann segði hetta av tí, at gamalt er, at grind gongur altíð á vindin.
Og so var eisini hesa ferð. Niclas stakk, tá ið hann sá næstu glaðu í Vatninum,
og tá stungu hinir bátarnir eisini. Grindin gekk á glaðustrokið, og øll grindin -
127 hvalir - gjørdi landgongd og legði beinini á Nessandi.
Til stuttleika kann verða nevnt í hesum sambandi, at frá gamlari tíð hava
hesar báðar sandstrendurnar í Hvalba havt høvuðsheitini Hvalbiarsandur
og Lítlibøsandur. Men ofta verður Lítlibøsandur nevndur Nessandur, tí at
hann liggur í býlinginum í Nesi, sum eisini í gomlum døgum hevur verið
nevndur Lítlibøur.
Hvalbiarsandur, sum liggur millum býlingarnar í Skálum og við Neyst, er
deildur í tvíningar við ánni, sum har hevur runnið í allar tíðir oman á
sjógv. Tann parturin, sum er nærri býlinginum við Neyst, verður ofta
nevndur Neystasandur, og tann parturin, sum er nærri býlinginum í
Skálum, verður nevndur Skálasandur. Hesi nøvnini eru sjálvandi
komin fram, tá ið meira nágreinliga skal verða nevnt tað, ið verður
umrøtt, til dømis tá ið hvalirnir liggja á Skálasandi ella á Neystasandi,
tá ið farið verður at skera upp.


Jenis á Hamri

Eyðvitað hevði hvør av teimum fjúrtan, ið sundaðust í Skaðagrindini,
sína lívsætlan, tá ið lívstráður teirra so brádliga slitnaði. Summir búnir
menn við konu og børnum, men teir flestu ungir menn og dreingir við
lívsdreymum á leiðini fyri framman. Ikki allir dreymar verða opinlýsir,
men tá ið tú setir teir í verk, verða teir, ið hvussu er, sjónligir.
Soleiðis var við Jenisi á Hamri - ein av vakrastu unglingum og
manniligastu mansevnum. Hann var elsti sonur Niels Petur á Hamri,
kongsbónda Heimi í Stovu, og stóð til festið einaferð eftir faðir sín.
Nú var hann komin til giftingar við Súsannu Frederikku Næs úr Nesi.
Tey gomlu bóndahúsini høvdu sæð sínar bestu dagar, og tí hevði hann
bygt nýggj stór hús í nýggjum sniði beint niðan fyri tey gomlu.

Tey nýggju húsini vóru við tveimum íbúðum. Foreldur og yngru systkin
skuldu nú búgva í aðrari og Sanna og hann í hinari. Húsini stóðu liðug
at fara í - tá bygdu menn húsini, áðrenn teir giftust - men so slitnaði
lívstráðurin brádliga hjá Jenisi henda skaðadagin, og alt gjørdist øðrvísi.

Júst á Hamri

Júst Hammer á Hamri í Hvalba var ein av teimum fjúrtan, sum doyðu í
grindini í Sandvík í 1915, men hann var ein av teimum átta, sum komu
aftur á land og fingu eina grøv í kirkjugarði. Hann var grivin undir
liðini á faðir sínum Johannesi, sum doyði í 1910.
Tað bar ikki til at framvega mynd av Jústi í »Birting« í 2004. Myndin
kemur tí við í hesum viðfangi saman við nøkrum orðum um konuna
Mortinu sum eitt dømi um manga sjómannakonu, ið hevur upplivað
sorgarleik oman á sorgarleik.
Júst og Mortina, ið var ættað úr Hovi, settu búgv á Hamri í Hvalba,
har hann tá hevði bygt stór og prýðilig hús.

Júst var sjómaður - um várið og um summarið skipsmaður, um
heystið og um veturin útróðrarmaður, soleiðis sum vanligt var hjá
húsmonnum tá ið tíðini.
Tá ið hann doyði í februar í 1915, 27 ára gamal, átti hann tvey ára
gamla sonin Johannes Andreas, og um summarið føddi konan Mortina
honum dótrina Jústu.
Nøkur ár seinni giftist Mortina við Petur Mohr Mortensen, bónda í
Kálgarði í Øravík, og flytir hagar sum bóndakona við báðum børnunum.
Hetta arbeiðið fall Mortinu væl. Hon var eitt arbeiðsgrev, skilagóð,
dugandi og hartil gestablíð.

Við Petur Mohr fekk Mortina trý børn: Mariu, Mariannu og Erik. Erik
var føddur um summarið í 1930.
Men henda sama veturin - 15. desember í 1930 sat Mortina aftur einkja á
øðrum sinni og meira enn tað, tí sonurin Johannes í fyrru giftu var við í
hesum sorgarleiki, nú 18 ára gamal. Hann var føddur 16. oktober í 1912.


Øravík er lítil bygd. Tá ið so heil bátsmanning gongur burtur, kennist sorgin
sár og missurin stórur. Tað var tað, sum hendi 15. desember í 1930, tá ið
áttamannafarið - innstalleringur - »Grani« úr Øravík gekk burtur á útróðri við
fimm monnum.
Við bátinum vóru: Úr Kálgarðinum báði Petur Mohr Mortensen, kongsbóndi,
47 ára gamal og Johannes Andreas Hammer, 18 ára gamal.
Úr Úti í Garði - bóndahúsunum beint omanfyri hjá Jóan Petur Mortensen,
kongsbónda, og konuni Lenu - tveir synir, Mortan 22 ára gamal og Jóhannes
Evald 18 ára gamal. Móðir teirra, Lena, var stystir Mortinu í Kálgarðinum.
Fimti maðurin, ið var við »Grana« henda dagin, var Hans Petur Poulsen -
Hans Petur Oman Garða - ið ikki hevði fylt 38 ár. Eftir hann sat einkjan, Lena,
við 7 børnum - tað elsta tólv ára gamalt, og tað áttanda barnið bar hon undir belti.
Triðingurin av tí tilkomna mannfólkinum í bygdini var henda dagin horvin alt í
einum.
Eftir slíkar sorgardagar hevur ein so lítil føroysk bygd leingi um at koma fyri seg
aftur og ikki bara tey hús og avvarðandi, sum mist hava. Øll bygdin hevur mist og
syrgir.
Tað gjørdi ikki sorgina minni hjá Mortinu, at hon nøkur ár seinni eisini misti dóttrina
Mariu av sjúku átjan ára gamla.
Tá hevði samfelagið onga skipaða hjálp til einkjur og faðirleys. Tað var Guds hjálp
at líta á. Frændur, vinir og grannar royndu sítt besta, og mangan fingu slíkar
einkjur eina áfrásigiliga styrki og eitt sjáldsama virðismikið lívsmót til at vara
um børn og heim. Soleiðis var eisini báði hjá Mortinu í Kálgarðinum og einkjuni
eftir Hans Petur Oman Garða, Lenu.
Ungi ørvingurin Jacob Mortensen í Mýruni gav sorgini um burturgingna
útróðrarbátin »Grana« orð í sangi, hann setti í Dimmalætting 22. desember
í 1930 við yvirskriftini: Nogle Mindevers:

Lag: Her koma, Jesus, tíni smá

Nu er der Jul i alles Borg,
mens andre bær´ den tunge Sorg,
som mistet haver deres kær´
nu Juleglæden er os nær.

Paa Søen dør saa mangen Ven,
i Verden ses vi ej igen,
men haaber dog vi skal engang,
i Himlen mødes dér med Sang.

Der høres nu saa sørgelig:
Fem Mand er død fra Ørdevig,
de ud paa Søen drog med Flid,
dem Herren kaldte hjem til sig.

Naar Herren kalder, maa vi gaa,
om end det er paa Bølgen blaa.
Det hjælper ej at sige nej,
naar Herren raaber: Kom til mig!

Til Julen alle glæder sig,
men Sorg er der i Ørdevig.
Vi mistet har og mistet stort,
og Julen synes os saa sort.

Vor Gud, du trøster de Enker vist
og de Forældre, som Sønner har mist!
Det, som du gør, er altid bedst,
saa vær du deres Julegæst!

Og hun, som er Enke anden Gang,
i Søen mistet sin første Mand,
og Sønnen, som var voksen Mand,
ogsaa sin Død i Bølgen fandt.

Vi var som Brødre, hvor vi sad,
men nu har Døden skilt os ad.
Farvel, I, vore Venner kær',
vi mødes ej i Verden mer'!

Frásøgufólk:
Ása Enni, Tvøroyri
Oliver Enni (bræv)
Suni Joensen, Tórshavn
Danjal Petur Næs (Allin) Hvalba

Sí eisini grein í »Birting« 2000:
"Útróðrarbátur úr Øravík gongur burtur - 70 ára dapurt minni"
Dimmalætting 22. des. í 1930
Føroyatíðindi 23. des. í 1930