møguleikan at síggja øll hesi ymisku altarklæðini. Tað er í 99,99 prosent av tilfeldunum eru tað kvinnur sum standa aftanfyri hesi megnar altarkæðini. Men eisini onkur maður hevur gjørt sítt til at prýða sína [...] svarta lit. - Ikki er tað so løgið, at børn og ung koma til ta niðurstøðu, at hetta av álvara er lívsins álvari, litleyst og svart. Tað hjálpir eyðvitað uppá støðuna, at prestakjólin hevur hvíta rond, og [...] rúgvusmikla tilfarið koma út í bók einaferð í tíðini, so uppaftur fleiri kunnu fáa gleði av tí. Litfagurt Arbeitt hevur verið við hesi framsýningini í langa tíð. Og tað var ikki frítt, at fólk vóru sera fegin um
mesta sjálvir finna uppá. At renna dyst varð gjørt alla staðni. At reka grind, tað var nakað annað. Her vóru nakrir dreingir útvaldir til at vera hvalir. Teir høvdu fastar reglur at ganga eftir, hvussu ma [...] bandið var bæði til at draga skíðfjølina við og at halda í við vinstru hond, tá vit fóru fúkandi oman brattlendinum. Í høgru hond høvdu vit ein stav at stýra við. Av hesum kann skiljast, at vit komu eftir liðini [...] tær tvær fjalirnar negldar saman. Var kavin so nógvur, at vit mettu líkindi vera at fara heilt til fjals, so tók tað so langa tíð at koma til fjals, at vit bert kundu gera tveir túrir á alljósum degi. Ferðin
Tann heimskendi meksikanski rithøvundurin Carlos Fuentes doyði í gjár, 83 ára gamal. Tað var meksikanski forsetin, Felipe Calderon, sum bar deyðsboðini av honum. Carlos Fuentes verður roknaður sum ein [...] bøkur hansara eru týddar til fleiri mál. Bókin "Gringo Viejo", sum kom út í 1985, gjørdist mest selda bók í USA, og seinni bleiv hon gjørd til film við Gregory Peck og Jane Fonda sum høvuðsleikarum. Fuentes [...] Princeton, Harvard og Columbia. Carlos Fuentes doyði á einum sjúkrahúsi í Meksiko býi í gjár, eftir at hann hevði fingið trupulleikar við hjartanum.
landsstýrið ikki at broytt fyrisetingina soleiðis, at 22. juni verður okkara flaggdagur. Hetta var dagurin í 1919, tá ið frumflaggið flaggaði á fyrsta sinni í Føroyum? 15. mars 1949 varð samtykt at halda alhalgunadag [...] semja var um, at eitt uppskot hjá Jens Oliver Lisberg og Emil Joensen var tað rætta, varð beinanvegin farið til Nordisk Flag og Fanefabrik, sum so seymaði teimum hvør sítt borðflagg. Hesi fløgg vórðu borin [...] stovnað í 1920. 25. apríl 1940 kunngjørdi amtmaðurin Hilbert, at føroysk skip skuldu flagga við føroyskum flaggi alt døgnið, dag og nátt, og at FAROES við stórum bókstavum skuldi málast mitt á báðum skipssíðunum
Sibiria. Tá ið 10-ára revsingin varð yvirstaðin, og honum varð loyvt aftur at búgva í Sankta Pætursborg, fór hann av álvara at skriva skaldsøgur – nakað hevði hann skrivað, áðrenn hann varð handtikin – [...] hitti ein russiskan aðalsmann, sum hevði verið fangi í fleiri ár dømdur fyri at hava dripið konu sína. Nú livdi hann, eftir at hava sitið revsingina av, stilt og lítilátið sum tvingsilsniðurstøðufólk í K [...] áhaldandi kunngjørt í Sosialinum uttan viðmerking frá redaktiónini. No comment. Ber tað ikki til her at siga, at man merkt die Absicht und wird verstimmt? Í skaldsøguni Foma og hansara offir greiðir Dostojevskij
hon sleppur at standa einsamøll – Phil Zuckerman vísir í sínari bók ”Gudløse samfund” frá 2008 á, at alment fíggjaða fólkakirkjan í Danmark eisini kann vera ein partur av frágreiðingini uppá, at danir eru [...] samfelagsfrøðingin Phil Zuckerman til at skriða sær í nakkanum. Zuckerman hevði fingið til uppgávu at gera hagtøl yvir, hvussu nógv ”ikki trúgvandi” vóru til í heiminum, tí hesi tøl manglaðu samanborið við onnur [...] drívmegi til at kappast, gerst vøran minni spennandi. Prestur fær sína løn, um so tað eru 5 ella 100 fólk til gudstænastu. Víst verður á, at almenna kirkjan ikki kennir tað sama trýsti at ”vera up to date”
na: »Í mong ár hevur verið tosað um, at kosturin umborð á fiskiskipum okkara ikki var, sum hann átti at vera, og er tí neyðugt at fáa eina broyting. Tað krevst at manningin fær góðan og væl tilgjørdan [...] kost tær løturnar, teir kunnu loyva sær at skaffa. Uttan at nerta við, hvat kokkarnir fáa av tilfari á teim ymsu skipunum, skal bert verða sagt, at meðan hin óroyndi kokkurin lítið og einki fær burtur [...] nýtist at fáa uppí saman. Fýra ár eru nú umliðin, síðan byrjað var við kokkaskúlanum í Havn. Næmingarnir hava tikið væl undir, og ætlanin er tí at halda áfram við kokkaskúlanum á hvørjum ári. Við hesi bók
forlagið Status við Líggjas í Bø út bók um systkini Linga og Mallus á Skálatoftum. - Hesi fólkini kendi eg væl persónliga, og vil fegin siga frá søgu teirra, sigur rithøvundurin. Linga og Mallus vóru systkin [...] norðarlaga á eystursíðuni at kalla í einingi. Navnið tóku tey við sær, og hendan trøðin hevur síðani havt sama heitið sum bygdin. Linga og Mallus vóru bæði ógift, og tey búðu á hesi nýggju Skálatoftum alla [...] gandakelling og hann íspegil og guðnáðaður hermari. . Mynd: Líggjas í Bø við fyrsta eintakinum av nýggju bók síni (Mynd: klaksvik.fo)
fremur hann ta ræðuligu samfelagsligu svikagerð at stjala eina bók. Seinni kemur hann at kenna Faber, ein gamlan professara, sum eins og Sokrates fer at upplýsa hann. Men hann verður avdúkaður av sínum [...] ar hava á hesi virðir. Liljurnar á markini Og boðskapurin er, at henda ávirkan er – talað við metaforu – tað sama sum at brenna allar heimsins bøkur. Samstundis hevur henda gongd við sær, at menniskjan [...] Paul og Alexander Korda. Men hvat hava Tarzan og Valiant prinsur við skaldskap at gera? Sannleikin er tann, at júst hetta – at vaksa upp í einum umhvørvi við roka av marglist, av tekst-myndligari blóman -
vakti tað ikki sørt ans, at tað hetta summarið vóru fimm í Klaksvík, sum gingu undir lívskveikjandi húgvuni, ið bar boð um, at tey høvdu tikið studentsprógv í høvuðsstaðnum. Hesi vóru Óli E. Heinesen [...] serliga føroyskum máli og bókmentum á Fróðskaparsetrinum. Millum álitissessirnar var í fleiri ár nevndarsessur í Móðurmálslærarafelagnum, sum Anna var við til at seta á stovn, og síðani hon legði [...] tíverri aftur við borðinum, og tí kemur henda heilsan ikki fyrr enn nú: 19. mai vóru 70 ár síðani, at Anna Thomsen fyrstu ferð sá dagsins ljós. Føðingardagin helt hon í Íslandi saman við familjuni.