Heri Mohr
----
Russiski rithøvundurin Fjodor Dostojevskij (1821-1881) setti djúp og varandi spor í og ótømandi keldur til mannasálina sum kanska eingin annar undan ella eftir hann.
Stóra umskiftið í hansara lívi kom í 1849, tá ið hann varð dømdur til deyða fyri uppreistrarvirksemi, men í seinastu løtu, beint áðrenn dómurin skuldi fremjast, broytti Zarurin dómin til 10 ára fongsul í Sibiria.
Tá ið 10-ára revsingin varð yvirstaðin, og honum varð loyvt aftur at búgva í Sankta Pætursborg, fór hann av álvara at skriva skaldsøgur – nakað hevði hann skrivað, áðrenn hann varð handtikin – sum allar gjørdust ódoyggiligar. Í 1860 skrivaði hann Tað deyða húsið, ein lívssøga úr fangaleguni í Sibiria. Einastaðni í bókini greiðir hann frá, hvussu hann hitti ein russiskan aðalsmann, sum hevði verið fangi í fleiri ár dømdur fyri at hava dripið konu sína. Nú livdi hann, eftir at hava sitið revsingina av, stilt og lítilátið sum tvingsilsniðurstøðufólk í K.
Hendan bókin, biologiin legði støðið til hansara djúptstingandi sálarfrøði og religiøsu sjónarmið.
Tann kendi háskúlastjórin á Haslev Háskúla, Knud Hansen (1898-1996) – stórt tal av føroyingum hava gingið á hesum háskúla – skrivaði í 1973 eina drúgva og sera áhugaverda bók um Dostojevskij og hansara skaldaverk. K.H. gjørdist heiðursdoktari í Keypmannahavnar Universiti 1979.
Í Sosialinum nú ein dagin skrivaði Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður, eina frálíka grein um niðurgerð og útspilling av fólkavaldum politikarum.
Í sama blaði hevði ein annar persónur fyri kortum í fleiri vikur eina framhaldsgrein – á donskum – við áhaldandi útspillingum og ærumeiðingum um okkara løgmann. Har var einki mark: við sjeytumma spíkum sló hann fast, at okkara løgmaður »snyder og bedrager.« Altso: løgmaðurin er ein snýtari og ein svíkjari. Sagt við øðrum orðum hann lýgur og hann falsar.
Hetta varð sum sagt áhaldandi kunngjørt í Sosialinum uttan viðmerking frá redaktiónini. No comment. Ber tað ikki til her at siga, at man merkt die Absicht und wird verstimmt?
Í skaldsøguni Foma og hansara offir greiðir Dostojevskij frá einum persóni, Foma Opiskin, sum er tað »allerubetydeligste, mest intetsigende menneske, grænseløs selvglad … Sådanne mennesker føler sig næsten altid sårede, de lider under tidligere tiders fiaskoer… deres selvfølelse er som en byld, hvorfra der ved den blotte berøring flyder gift og galde…«










