snúði seg um útflutning av feskum fiski fekk grundleggjandi týdning fyri føroyska fiskiídnaðin. Men hóast vaksandi undirtøkuna, gav leiðin allatíðina undirskot. Tað var eisini grundgevingin fyri at niðurleggja [...] stjóri á Skipafelagnum, dylir í dag tó ikki fyri, at talan var um eina neyðloysn, sum hann tekur til. Ikki tí; farleiðin til Skotlands var ikki nakað nýtt fyri føroysku flutningsfyritøkuna. Longu áðrenn [...] nakrantíð byrjaði at sigla, hevði Skipafelagið roynt seg á leiðini við leigaða skipinum Nordic, sum flutti feskan fisk til Skotlands. Seinni leigaði Skipafelagið seg so inn á dekkið á Smyrli, tá hesin fór at sigla
Ráðið fyri ferðslutrygd fyri einum tíðinda- og kjakfundi seinasta fríggjadag. Tað eru Bileftirlitið, Koyrilærarafelagið, Ráðið fyri ferðslutrygd og Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hava staðið fyri útgávuni [...] men Sjúrður Gullbein hevur broytt bókina soleiðis, at hon gongur fyri seg í Føroyum. Sjúrður Gullbein hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa teir ymsu smálutirnar uppá pláss, og vit kenna okkum aftur [...] Bókin snýr seg um, at ung gerast vaksin og skulu taka ábyrgd av sínum gerðum. Hon snýr seg um koyrimentan, og um tær fylgjur, sum standast av einari ógvusligari ferðsluvanlukku. Hon snýr seg um trý vinfólk
var sjón fyri søgn. Fyri uml. 3 árum síðani sótu vit, nakrir bygdamenn umborð á einum skipi og tosaðu. Prátið kom tá eisini inn á støðuna í landinum, og um hvussu trupult tað var at klára seg, tí inntøkurnar [...] »Hjálpir tað?« spurdi maðurin. »Ja, tí Havnin er mestsum øll eitt alment arbeiðspláss« segði skiparin. Fyri stuttum segði borgarstjórin í Havn við eitt av bløðunum, at Havnin var í neyð av tilflytarum. Munnu
Vit fingu góðan prís fyri støðina sigur hann. Hann sigur, at Havsbrún hevur keypt partabrøvini í smoltstøðini fyri kurs 425. Tað vil siga, at fámjiningar fingu 2.550.000 krónur fyri partabrøvini í støðini [...] smoltstøð sjálvir. Fyrr var tað almenni politikkurin, at smoltstøðir og alistøðir skuldu vera hvør fyri seg. Jacob Jacobsen sigur, at støðin hevur loyvi at hava 700.000 smolt . Hann sigur, at tað er við [...] eisini, at fuglfirðingar eiga at vera nøgdir við handilin, tí teir hava fingið eina góða smoltstøð fyri pengarnar Havsbrún ætlar at varðveita støðina í Fámjin. Tað arbeiða trý fólk á henni í løtuni, stjóri
Føroya, sum gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at fáa alment innlit í skjøl frá bankamálinum, hevur eisini roynt at fáa innlit í skjøl um undirgrundina. Men her vísir tað seg, at nærum øll skjøl eru stemplað loynilig [...] undirgrund og undirgrundarmálið annars. Eisini skal forsætisráðharrin svara spurningum, sum snúgva seg um, hvat hendi bæði áðrenn og aftaná, at avtalan um undirgrundina varð samtykt. Sambart Degi og Viku
Seinasta útgávan var næstan meiri filmað ævintýr enn verulig action. Ein stórur partur av spælinum gekk fyri seg sum ein interaktiv søga, so ein hevði ávirkan á handlingini í spælinum. Nú hevur fyritøkan aftanfyri [...] Kortini er ikki neyðugt við so stórari teldu. Ein 133 Mhz Pentium við accelereraðum grafikkkorti stendur seg eisini væl sjálvt í harðastu luftdystunum. Sum tað sæst er spælið gjørt til tær størru teldurnar, og
skúlaverk at samanbera við enn tað danska. Vit eiga eisini at syrgja fyri, at skúlaverkið leggur seg eftir at menna tað, sum er sermerkt fyri mentan okkara og at leggja dent á eina útbúgving, sum mennir teir [...] gloyma: Vit kennast, so eg fái tað bíligari! Eingin føringur kann keypa breyð fyri at »vit kennast«! Bíligt útlendskt borgar ikki fyri góðsku Føroyar er eitt lítið land og soleiðis eiga vit eisini at hugsa um [...] núlivandi hava skilt tað og hava sýnt miklan áhuga eitt nú fyri føroyskum máli, og hetta fara føroyingar altíð at vera teimum takksamir fyri. Men danskur almenningur, ein stórur partur av blaðaheiminum
umsitin av Tryggingarsambandinum Føroyar, soleiðis at stjórn og nevnd fyri Tryggingarsambandið somuleiðis hava verið leiðsla fyri Føroya Lívstrygging í hesum tíðarskeiði. Orsøkin til, at Føroya Lívstrygging [...] ávan er broytt, er Føroya Lívstrygging nú umskipað, og hevur Føroya Landsstýrið sett nýggja nevnd fyri Føroya Lívstrygging. Í nýggju nevndini sita Hákun Niclasen, nevndarformaður, fulltríu í vinnumálastýrinum [...] av avtaluni frá 12. oktober 1993 millum donsku ríkisstjórnina og landsstýrið, har landsstýrið bant seg til at broyta lógina um Føroya Lívstrygging. Nýtilnevndi stjórin á Føroya Lívstrygging, Tummas Eliasen
Fyri einum mánaði síðani fór føroyski landsliðsspælarin Julian Johnsson, sum í fjør var við til at spæla B36 til FM-heitið, til Noregs, har hann hevur gjørt ein trý ára sáttmála við Kongsvinger Idrettslag [...] vit Skotland og Kekkia, sum vit hava spælt ímóti fyrr. Julian heldur ikki, at tað er nakar fyrimunur fyri Føroyar at hava spælt móti hesum londunum fyrr. ? Teir hava jú eisini spælt móti okkum fyrr. Teir [...] somikið professionellir, at tað kann gera tað sama, sigur hann. ? Hinvegin haldi eg, at møguleikarnir fyri góðum úrslitum eru størri enn nakrantíð. Eitt land sum Estland eiga vit at vinna, og eg haldi eisini
Skipafelagið Føroyar gevur skarvin yvir í sambandi við undirskotsraktu farmasiglingini til Skotlands. ? Fyri okkum er tað beinleiðis katastrofalt, um farleiðin dettur niðurfyri, sigur stjórin á Fiskasøluni Hans [...] hjá Fiskasøluni er einføld: Í fjør útflutti fiskasølan 3.500 tons av feskum fløkum á hesi farleið fyri eitt virðið upp á stívliga 100 milliónir krónur. Í ár hevur sølufyritøkan roknað við at økja útflutningin [...] landinum, tá sølan av álvara byrjar í mai mánað. Pasadena er einasta trygd Fiskasølustjórin dylir ikki fyri, at tað kemur dátt við, at Skipafelagið eftir øllum at døma gevur skarvin yvir. - Ja, vit hava í roynd