dagstovninum og kommununi tey búgva í. Tað at dagstovnurin og kommunan bera seg soleiðis at mótvegis familjuni, kunnu vit bert síggja sum hjálparloysi ella eitt neyðarróp, tí at tey ongar aðrar møguleikar [...] ar og spurningar eftir at Dagur og Vika tann 16. feb. 2004 segði, at tað er upp á tal at senda ein 5 ára gamlan drong, við diagnosuni DAMP, til Danmarkar á viðgerðarstovn. Tó at vit ikki kenna alla søguna [...] um hendan drong, so má tað sigast, at tað kennist sum at verða send 40 ár aftur í tíðina, tá ið vit sendu evnaveik børn av landinum, tí vit ikki áttu serkunnleika til at taka okkum av hesum børnum. Hava
samlaða veiðitrýstið. Hetta er skeivur háttur at reka vinnulív. Vit áttu at verið glað um, at onkur ætlar at gerast meira effektivur og ikki forða fyri hesum. Sjálvandi vilja skip gerast meira effektiv við [...] av dagatalinum bara vera at skera í luft. Fyri at bøta um hesa vanlukkuligu búskaparligu støðuna í botnfiskivinnuni, so hava politikarar valt at stuðla botnfiskivinnuni við at geva teimum ókeypis makrelkvotu [...] byrjan í 2011 at stuðla botnfiskivinnuni, men tað er tað so blivið. Tá var helst ætlanin, at vit við hesum skuldu kunna fiska meira makrel við at geva øllum flotanum makrelkvotur, tí hildið varð, at vit ikki
tað vónleyst at fiska legalt. At fáa fólk til hesar vinnur er sera trupult; línuskiparar noyðast at ringja frá komu til teir loysa aftur fyri at fáa manning, og tað er ikki so sjáldan, at loyst verður [...] ýskipan nú fyriliggur, er bara ikki í ordan. Tey fólkavaldu skuldu verið kravd eftir einum breiðari meiriluta, og tey áttu at hugt inn í seg sjálvi fyri at funnið eina betri fiskiveiðiskipan enn hana, [...] bara eina ætlan; hon er at skjóta spurvar við stórum kanónum! Tað kann ikki vera rætt, at nøkur reiðarí, sum hava gjørt tað gott nú í nøkur ár, skulu verða tey, sum alt snýr seg um at raka - og so verður alt
Tað, sum Engell sóknast eftir er, at tey bæði umboðini føroyingar eiga í Fólkatinginum áttu at havt ein nógv størri leiklut millum manna og í donsku miðlum, har tað varð kunnað um føroyska samfelagið, [...] til hesar spurningar, sum gjørdi, at danir vóru noyddir til at ganga føroysku ynskjunum á møti. Tað er tørvur á at broyta politiska kós á danatingi, tað er tørvur á at virka fyri diplomatiskum samstarvi [...] av, at kunningin er ov vánalig og vitanin, sum danir hava til føroysk viðurskifti, er avmarkað. Føroysku umboðini hava tíverri heldur ikki gjørt støðuna betur. Ì staðin fyri at standa saman um at bera
málverjin bjargaði. Hetta var framúr føroyskt avrik, ið eigur at teppa øll tey á meginlandinum, sum tosa um, at Føroyar og aðrar smátjóðir ikki eiga at spæla saman við teimum stóru. Føroyar – Spania 0-2 (0-0) [...] varð skorað í tíðini, sum dómarin legði aftrat seinna hálvleiki. Og tað er einki at liggja omaná og lætt at skilja, at føroysku spælararnir eru ógvuliga vónbrotnir. Spania telur millum størstu fótbóltstjóðir [...] bjóðaðu seg til og megnaðu at sneiða framvið mótstøðumonnum. Á sentrala miðvøllinum spældu Stefan Radosavljevic og Hjalti Kárason Djurhuus stak væl. Ofta plagar at verða sagt, at stóri munurin á føroyskum
sambandi varð kannað, um Føroyar áttu nakað íkast til hesa søgu. Tað hevur verið alment kent, at Daniel Jacob Danielsen var trúboðari í Congo í 1901-03, og at hann var við at royna at bøta um viðurskiftini hjá [...] Brazzaville. Ætlanin er eisini, at hon skal fara til Belgia og Frankaríki, sum eru tey lond í Europa sum hava verið mest knýtt at Congo. Tað áhugaverda er, at Føroyar eru bodnar at vera við í hesi verkætlan [...] við ætlan at fara út um norðanlondini við henni. Tað mest áhugaverda er, at ætlanin er at fara til Congo við framsýningini. Sendiharrin hjá fyrrverandi fronskum Congo hevur enntá áhuga fyri at hava eitt
Hann leggur afturat, at feløgini fyri føroyskar blóðgevar í løtuni eru í ferð við at gera ein film, sum skal kunna um tað at vera blóðgevi. Einastu krøvini fyri at gerast blóðgevi eru, at tú er millum 18 og [...] Millum annað var føroyska umboðið við til at velja danan Niels Mikkelsen til nýggjan aðalskrivara í FIODS. Hetta fer uttan iva at hava við sær, at FIODS fer at hava ein munandi meir globalan hugburð í sínum [...] limaskapurin, at føroysku blóðgevarafeløgini væntast at gera sítt til fyri at kunna um blóðsakina og fáa nýggjar limir. Trý blóðgevarafeløg eru í Føroyum, í Klaksvík, Havn og Suðuroy, og hava tey umleið 1500
oljufeløgini ikki vilja fara inn á av ótta fyri at verða skuldsett fyri at leggja seg út í føroysk viðurskifti. -Tað rætta er at siga, at tey eiga at vera við til at brúka pengar til gransking og ein týdningarmikil [...] Tað ráðið situr longu. At man so hevur nevndir og ráð at gera tilfar til løgtingið er nakað annað. Nógv gransking gerast Samfelagsfrøðingurin heldur, at landið eigur at staðfesta, at tað er nógv gransking [...] má tí til at stinga út í kortið ein granskingarpolitikk, ið leggur upp til, at hesar uppgávurnar verða røktar frá føroyskari síðu. Tað er ikki uppgávan hjá Oljumálastýrinum at tryggja sær, at oljufeløgini
fullkomiliga skeivt at halda, at fyri at Landssjúkrahúsið skal fáa tað betur, eigur virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi at minka ella beinast burtur. Tað tænir ongum endamáli og fer bara at koma aftur um brekku [...] num er ikki á Tvøroyri ella í Klaksvík, og tað er at hótta vælvirkandi og týdningarmiklan part av føroyska heilsuverkinum at tosa um at niðurlaga tey smáu sjúkrahúsinum. Trý sterk sjúkrahús Seinastu mongu [...] og tað skapar bert ótryggleika og misnøgd at tosa um niðurlagingar og niðurleggingar. Og sokallaðir landspolitikkarar í meginøkinum áttu at havt dirvi til at fyrihildið seg til veruligu trupulleikarnar
Johannessen Javnaðarflokkurin hevur sum mál at at fáa ein sjálvstøðugan búskap, so tað einaferð fer at bera til at taka støðu til ríkisfelagsskapin uttan at hugsa um fíggjarligar bindingar millum Danmark [...] vísti á, at sosialdemokratiski grundarsteinurin í flokki hansara ger, at flokkurin sær ríkisfelagsskapin á annan hátt enn tey fullveldissinnaðu gera. ? Vit raðfesta fyrst og fremst fría møguleikan at taka [...] ga møguleikan til sjávi at ráða yvir einum lívi við møguleikum hjá øllum at hava eitt virkið og innhaldsríkt lív. Formaður Javnaðarfloksins vísti á, at flokkur hansara vil, at øll samfelagslig menning