Føroyar mugu raðfesta gransking hægri

-Landið eigur at staðfesta, at tað er nógv gransking, sum skal gerast næstu árini. Latið okkum tí fáa tey oljufeløgini, sum ætla sær at vera her, til eitt felags forstáilsi um, hvussu vit skipa henda so týðandi partin av tilgongdini. Tað hevði eisini verið lættari fyri oljufeløgini. Tað er eingin meining í, at tey skulu standa inni fyri hesi gransking sigur Jógvan Mørkøre



Gransking og samfelag



Tá tosað verður um komandi samfelagsgranskingina í Føroyum viðgongur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, at vit mangla fólk og data. Men harfyri kunnu vit ikki bara byggja alt hetta á útlendskar ráðgevarar. Teir eru skiftandi, koma og fara. Tað mugu vera fólk á staðnum, sum arbeiða við hesum ? sjálvandi í samstarvi við útlendingar. -Vit mugu byggja upp egnan førleika við fólki, sum framhaldandi skulu vera við til at byggja hetta samfelagið upp. Tað er ein stór uppgáva, og fyrst og fremst ein samfelagsuppgáva, ið man áleggur politikarunum at skipa fyri. Vit tosa um vitanarsamfelagið, men tað kemur ikki av sær sjálvum. Tað krevur miðvísa uppbygging, og tað krevur politikarar, ið vilja nakað.

Tí heldur Jógvan Mørkøre, at vit mugu vit ikki bara seta okkum afturá og vænta, at oljufeløgini við øllum sínum pengum skulu typpa tey holini av sær sjálvum. Har vilja eisini vera øki, ið oljufeløgini ikki vilja fara inn á av ótta fyri at verða skuldsett fyri at leggja seg út í føroysk viðurskifti.

-Tað rætta er at siga, at tey eiga at vera við til at brúka pengar til gransking og ein týdningarmikil partur er nettupp, hvat ein slík vinna fer at innibera fyri borgararnar. Tað burdi tí møguliga staðið í loyvunum, at pengar fóru í ein grunn til m.a. at brúka til slík endamál. Vitan um okkara egna samfelag og hvussu tað ávirkast av nýggjum avbjóðing er sera sera týdningarmikil heldur samfelagsfrøðingurin fyri.

Samfelagsgranskingin kann læra av GEM
Tá hugt verið í bakspeglið heldur Jógvan Mørkøre, at tað í oljutilgongdini hevur verið náttúrligt, at granskingin er byrjað við umhvørvinum, fiskastovnum ol. Har hevur verið ein áhugaverd tilgongd, eisini við atfinningum, men sum er endað við forstáilsi í GEM, og har partarnir hava verið nøgdir, og har eitt nú Oljumálastýrið metir seg hava fingið teir upplýsingar tað hevur havt brúk fyri. Men har hevur man verið inni á einum øki, har tað ikki altíð verður tosað um fleiri valmøguleikar.

-Tá tú harafturímóti fer inn á samfelagsligar broytingar og avleiðingar, so tosa vit um ymisk sløg av samfeløgum, har man kann velja millum t.d. eitt grønt samfelag, eitt samfelag við miðspjaðing ol. Møguleikarnir eru nógvir nettupp við oljuni, og tað kanst tú ikki bara koyra inn í eitt konsept sum tað við GEM og so fáa eina frágreiðing til Oljumálastýrið sum síðani fer til politikararnar og sigur, at soleiðis skal tað gerast. Men givið er, at man kann læra nógv GEM-tilgongdini.

Jógvan Mørkøre heldur, at hetta við samfelagsavleiðingum og granskingini er nakað, sum skal út til eitt breitt orðaskifti. Tað er ein partur av demokratiinum. -Man hevur tosað um at seta eitt nýtt ráð til at taka sær av hesum. Alt gott um tað. Men man skal vera greiður yvir, at uppgávurnar eru ikki av sama slag sum tær fyrstu, ið jú vóru av meira tekniskum slag. Vit tosa um samfelagsbroytingar, har vit longu hava eitt ?ráð?, ið skal taka støðu í slíkum viðurskiftum okkara alra vegna. Tað er løgtingið. Tað ráðið situr longu. At man so hevur nevndir og ráð at gera tilfar til løgtingið er nakað annað.

Nógv gransking gerast
Samfelagsfrøðingurin heldur, at landið eigur at staðfesta, at tað er nógv gransking, sum skal gerast næstu árini. -Latið okkum tí fáa tey oljufeløgini, sum vera her næstu árini, til eitt felags forstáilsi um, hvussu vit skipa tann partin. Tað hevði eisini verið lættari fyri oljufeløgini. Tað er eingin meining í, at tey skulu standa inni fyri hesi gransking sigur Jógvan Mørkøre, ið heldur, at tað nyttar heldur ikki bara og sita afturá og bíða eftir, at pengarnir skulu koma av sær sjálvum frá oljufeløgunum. Tað er hvørki rætt yvirfyri oljufeløgunum og uppaftur minni fyri Føroya fólk.

Men hvussu heldur samfelagsfrøðingurin, at vit skulu vit so koma víðari við hesum!

Hann vísir á, at hetta er ikki bara ein uppgáva fyri Oljumálastýrið, sum eisini hevur lagt upp til Mentamálastýrið at arbeiða meira miðvíst við gransking í sambandi við eina oljuvinnu. Oljumálastýrið skal bara siga gott fyri játtanunum, sum koma frá oljufeløgunum. Avgerðin um hvat skal granskast liggur tí aðrastaðni. Mentamálastýrið má tí til at stinga út í kortið ein granskingarpolitikk, ið leggur upp til, at hesar uppgávurnar verða røktar frá føroyskari síðu. Tað er ikki uppgávan hjá Oljumálastýrinum at tryggja sær, at oljufeløgini røkja hesa uppgávu. At man so kann tengja bæði tingini saman og siga, at tað eru pengar, sum náttúrliga kunnu fara yvirum, er so eisini eitt.

Jógvan Mørkøre hevur annars stóra virðing fyri arbeiðinum hjá Oljumálastýrinum. Tað hoyrir man næstan bara lovorð um. Har Oljumálastýrið hevur sæð trupulleikar, er tað eisini farið eftir teimum.

Tvær tjóðir í einari
Higartil hevur tað sum heild verið so, at oljufeløg hava skula gjørt kanningar á tí øki tey fara inn á, tvs. hvørjar avleiðingar teirra virksemi hevur á fisk, umhvørvi osfr. Og so hevur man sæð tey gera kanningar av avleiðingum í lítlum samfeløgum, t.d. hvørjar bygdir verða fyri ávirkan. Føroyska samfelagið er ikki ein lítil útjaðari í oljuhøpi. Vit tosa um alt tað føroyska samfelagið í síni heild. Vit tosa um politisku gongdina og framtíðina hjá øllum Føroyum, tá tað ræður um gransking av árinum frá eini oljuvinnu.

Jógvan Mørkøre heldur tað tí hevur sera stóran týdning, at vit brynja okkum út til hesar avbjóðingar, og hetta gera vit m.a. við at skipa fyri ráðstevnum, har málbólkurin er allur almenningurin, og har tað koma fólk aðrastaðni frá at greiða frá sínum royndum. Tað er eisini umráðandi at fáa fólk higani út í onnur lond, tað veri seg granskarar, politikarar, vinnulívsfólk oo.

-Síðani mugu vit til at gera støðiskanningar og menna førleikan. Tað krevur ein útbúgvingar- og granskingarpolitikk, soleiðis at tú fær sett hesi fólkini við, sum skulu menna førleikan, ið skal til. Til tess krevst ein rúgva av PHD verkætlanum, har tað eisini verður hugsað um at fáa størv til fólkini eftir lokna útbúgving.

Síggja møguleikar
Jógvan Mørkøre heldur ikki, at vit skulu bera so stóran ótta fyri vandanum við eini oljuvinnu. Vit mugu heldur royna at síggja møguleikarnar. -Tað ringasta, ið kann henda, er, at vit fáa tvær tjóðir. Tvs. at tað verður bara eitt vakstrarøki, ið kemur at liggja í miðøkinum, og so vera øki, sum Suðuroy, Sandoy ol., ið vera snørd av. Onnur øki uttan fyri høvuðsstaðin, Eysturoynna og flogvøllin kunnu tá fáa tað trupult av oljuni, og tað er nakað man má fyrihalda seg til. Oljuvinnan kann í ringasta føri koma at vera nøkrum til stóran fyrimun og kanska gera lívið truplari hjá øðrum. Vit tosa um fullveldi og um at verða ein tjóð. Við slíkari gongd kunnu vit gott enda sum tvær tjóðir. Stóra avbjóðingin er at fáa eina menning, sum kann koma øllum til góðar.

Hava ikki góða tíð
-Tað eru tey, sum siga, at vit hava góða tíð at fyrireika okkum, tí enn eru lønandi oljufund ikki staðfest?

-Tað hava vit sagt alt ov leingi. Nú mistu vit tíð orsakað av Menasfrágreiðingini. Vit áttu at lagt tað aftur um okkum sum skjótast og sett ferð á stórfingnar og miðvísar ætlanir, hvussu vit sjálvir loysa hetta og møguliga við tí stuðuli, sum krevst, frá eitt nú oljufeløgunum.

Jógvan Mørkøre tekur at enda í aftur Menasfrágreiðingina, sum hevur verið orsøkin til samrøðuna. -Eg veit ikki um vísindaliga ambitiónin var so øgiliga stór. Hetta var fyrst og fremst ein innleiðandi kanning av tí, sum er og ikki er, síðani eitt orðaskifti um tað og hvørjir problemstillingarnir eru. Sum útgangsstøði er hetta í lagi. Út frá tí eigur man so at fara í gongd við verkætlanir. Nakað kundi verið gjørt sum PHD verkætlanir og nakað, sum vit ikki hava førleika at gera, kundi so verið gjørt aðrastaðni. Nú er at koma víðari.