Tað, sum Engell sóknast eftir er, at tey bæði umboðini føroyingar eiga í Fólkatinginum áttu at havt ein nógv størri leiklut millum manna og í donsku miðlum, har tað varð kunnað um føroyska samfelagið, føroyska vinnulivið, føroyska mentan og siðsøgu v.m. Ofta standast trupulleikar millum danir og føroyingar orsaka av, at kunningin er ov vánalig og vitanin, sum danir hava til føroysk viðurskifti, er avmarkað.
Føroysku umboðini hava tíverri heldur ikki gjørt støðuna betur. Ì staðin fyri at standa saman um at bera føroysku sjónarmiðini fram, hava umboðini hjá ávikavist Tjóðveldi og Sambandsflokkinum verið røsk til at bera ósemjurnar í Føroyum niður á danating. Eitt er, at vit í Føroyum ikki draga eina línu, men at vísa tað úteftir er ein nógv størri meinbogi fyri tað føroyska samfelagið, enn vit geva okkum far um. Orsaka av hesum ósemjum á danatingi, hava danir kunnað spælt fríspæl í føroyskum málum, og óivað hugsa teir “ja lat bara de færingar slås videre, vi behøver ikke at tage stilling til noget som helst”. Vit kunnu nevna fleiri dømi m.a. veðurlagssamráðingarnar, broytingar í løgregluni, hvalaveiðuspurningurin, fangaflutingur yvir føroyskum loftrúmi og ikki minst tjóðskaparspurningurin. Skulu vit í Føroyum á nakran hátt gera okkara ávirkan galdandi í føroyskum viðurskiftum er tað nógv sterkari, um vit standa saman, at vit útattil royna at standa sum ein samd tjóð. Tað eru 2 mál, har danir hava verið noyddir til at bakka, tí vit í Føroyum hava staðið saman. Tað eina er bankamálið og hitt eg veðurlagsmálið. Ì báðum førum var tað eitt samt Løgting, sum hevði tikið støðu til hesar spurningar, sum gjørdi, at danir vóru noyddir til at ganga føroysku ynskjunum á møti.
Tað er tørvur á at broyta politiska kós á danatingi, tað er tørvur á at virka fyri diplomatiskum samstarvi heldur enn ósemjum, soleiðis at vit fáa okkara áhugamál ígjøgnum, tað er tørvur á at føroysku fólkatingsumboðini boða frá góðum søgum úr Føroyum, tað er tørvur á, at føroysku umboðini greiða dønum frá tí góða við Føroyum. Føroysku umboðini eiga ikki blanda seg í danskan politikk, men fáa danskar politikarar at skilja føroysku áhugamálini, føroysku umboðini eiga at virka sum diplomatar í danska Samfelagnum og kunna um føroyskt vinnulív, ferðavinnu, mentan o.s.fr. Hetta er tað, sum Fólkaflokkurin vil virka fyri, og eg vil fegin leggja mína rødd til hendan boðskap.