Føroyar fyri 40 árum síðani ella Føroyar í dag!

   

Edda Hjartvarsdóttir og Maika L. Dahl (og 24 aðrar undirskriftir, ið eru sendar avvarðandi myndugleikar)
?????????????????


Opið bræv til: Tórshavnar Býráð, nevndin í sosialu deild og Almanna- og heilsumálastýrið

Hugleiðingar og spurningar eftir at Dagur og Vika tann 16. feb. 2004 segði, at tað er upp á tal at senda ein 5 ára gamlan drong, við diagnosuni DAMP, til Danmarkar á viðgerðarstovn.
Tó at vit ikki kenna alla søguna um hendan drong, so má tað sigast, at tað kennist sum at verða send 40 ár aftur í tíðina, tá ið vit sendu evnaveik børn av landinum, tí vit ikki áttu serkunnleika til at taka okkum av hesum børnum.
Hava vit í Føroyum einki lært av tí, sum fór fram tá??
Vit hildu, at vit í Føroyum vóru blivnar klókari, tí vit síggja í dag, at tað vóru børnini, ið tá vóru send av landinum, og familjur teirra, ið bóru tann menniskjansliga prísin fyri ta fávitsku, ið var tá.
Tað kann ikki verða rætt, at vit í Føroyum í ár 2004 senda kreppurakt børn av landinum, tí vit ikki megna at taka okkum av teimum. Er tað so, má okkurt gerast! Væl vitandi at hesin drongurin langt frá er tann einasti, ið hevur DAMP ella líknandi trupulleika í Føroyum.
Vit/samfelagið eiga at taka okkum av øllum okkara borgarum og serliga av børnunum. Vit eru klár yvir, at børn við serligum tørvi "kosta nógv", men tað er júst tí, at vit sum samfelag mugu standa saman og taka okkum av trupulleikanum, og ikki lata tað til tann einstaka, so at tað er tilvildin/pengapungurin, sum verður avgerandi fyri, hvør ið fær ta røttu hjálpina.
Vit eiga at taka okkum av teimum trupulleikum, vit hava her á landi og ikki senda tey av landinum. Vit eiga ábyrgdina, og eiga at gera tað besta fyri okkara børn. Sjálvsagt eiga vit at fáa hjálp og vitan aðrastaðni frá, fara til kanningar og fáa viðgerð aðrastaðni, tí okkara samfelag er ov lítið til at hava servitan á øllum økjum. Men tað er ikki tað sama sum at senda eitt 5 ára gamalt barn á bústovn í einum øðrum landi. Við okkara vitan í dag um, hvussu umráðandi tað er, at børn vaksa upp í einum tryggum umhvørvi saman við teirra umsorganarpersónum (vanl. foreldrum), er tað alt, ið talar ímóti eini slíkari gerð. Hetta er tá hugsa verður um tað vælvirkandi barn, og sjálvandi enn minni, tá tað er talan um eitt barn við trupulleikum frammanundan.
Man hevur fyrr sæð, at tað hevur verið gjørdur ein stovnur um eitt barn/ ungling, tí man onga aðrastaðni hevði at koyra júst hetta barnið/ unglingin - hví ikki til hendan 5 ára gamla dreingin? Hvar eru øll hini DAMP-børnini hjá okkum? Senda vit eisini tey av landinum? Er tað enn einaferð spurningur um pengar? Hevði tað ikki verið bíligari í longdini, um vit í Føroyum fingu okkum henda serkunnleika?
29. februar 2004 kl.20.00 í SvF sóu vit enn eitt dømi, har ein familja ið hevði stóran tørv á hjálp til dóttur sína, meira ella minni bleiv vrakað, bæði av dagstovninum og kommununi tey búgva í. Tað at dagstovnurin og kommunan bera seg soleiðis at mótvegis familjuni, kunnu vit bert síggja sum hjálparloysi ella eitt neyðarróp, tí at tey ongar aðrar møguleikar vita sær. Hetta rættvísger kortini ikki teirra avgerð.
Tað kann í øllum førum ikki verða rætt, at man ikki kann gera nakað fyri henda stakkals drong og familju hansara, sum er so hart rakt frammanundan. Her heima hevur hann hóast alt tvær systrar, ommu, abba, mostur, mammubeiggjar og onnur, ið fegin vilja rætta eina hjálpandi hond.
Tað er okkara innarliga vón, at avvarandi landsmyndugleikar finna eina aðra loysn enn at senda henda drong av landinum, til frama fyri hann og onnur børn í líknandi støðu.
Vinarliga heilsan
?????????????????????
Edda Hjartvarsdóttir og Maika L. Dahl (og 24 aðrar undirskriftir, ið eru sendar avvarðandi myndugleikar)