ríkispartarnar. Gamaní, er tað hetta, sum danir miðvíst vilja, so er tað ein ærlig søk. Men tá er at spæla við opnum kortum og viðurkenna hetta. KJARNIN í øllum hesum er tað misálit, sum er íkomið. Føroyingar [...] heimastýrislógina. EINGIN ivi er um, at føroyskir politikarar fara at brúka hetta høvið til at seta út í kortið á nýggjum. Og soleiðis sum støðan er vorðin millum Føroyar og Danmark, er lítil ivi um, at tað fara [...] tíðin er komin til at gera broytingar í Heimastýrislógini ella fáa heilt aðra skipan ístaðin, so átti at borið til at bøtt uppá ta vanvirðiligu støðu, sum er íkomin millum Føroyar og Danmark. Og her er eftir
vinna 17-16 á einum av heimsins bestu hondbóltsliðum er einki minni enn eitt bragd. Her var so ikki bara talan um eina einstakliga prestatión. Her var eitt lið, sum spældi saman og sum spældi fyri sínum [...] indanum Kyndli á útivølli. Her hevur tú veruliga merkt sannan ítróttaranda, tá hann er bestur, nevniliga har eitt lið fær 100% ?uppbakning? frá sínum egna bygdafólki. TAÐ er eingin ivi um, at vestmenningar [...] hondbólt. Henda ítróttargreinin, sum seinastu árini er við at detta heilt niður ímillum, tá hugsað verður um at dystast á altjóða stigi - og lutvíst eisini her heima - hevur nú bráddliga fingið ein møguleika
við og byggja eitt framtíðar samstarv á alt tað, sum er komið undan kavi úr donskum ráðharrastovum seinastu árini. Luftin er vorðin so skitin, at her má reinsast út so ella so. Hvør lúturin skal verða, [...] nýggj kanning skal gerast. Vit siga, at danska stjórnin má viðganga, at her er so nógv skeivt farið fram móti Føroyum og sum roynt er at koyra undir teppið, at stjórnin loksins má vísa vilja til at gera eina [...] Bank og Føroyar rinda hvør sín triðing av uttanlandsskuldi. Alt annað er uttanumtos. Danir hava slept Føroyum uppá fjall, og tað er einki dulsmál, at nógvir danskir politikarar eru vornir gíslar í royndunum
at taka av. Tað er óheppið at koma út við ymsum signalum mótvegis bretum svarar tingformaðurin, sum kortini ger vart við, at tað eftir hansara tykki er skeivt at grava seg niður og er hann eisini í iva [...] skjótari politiskari loysn! ER tað so, at løgmaður hevur lagt seg út í, hvat tingið ger við eina slíka innbjóðing, so halda vit tað vera skeivt, tí tað er ikki hansara borð. Vit tosa her um eina parlamentariska [...] iva, um teir hava tikið eina rætta avgerð. HER er okkurt, sum ikki ruggar heilt rætt. Fyri tað fyrsta hava vit fingið eina nýggja stýrisskipanarlóg, sum meira enn fyrr setir skott millum tingið og landsstýrið
fram, eins og landsstýrismenn gera tað. Her hugsaði Bjørn ov stutt. MEN so kom landsstýrismaðurin fram í útvarpinum og segði seg einki kenna til málið, hóast her var talan um øki hansara í Tinganesi. Tíðin [...] so nakkalangir máttu taka sítt egna uppskot aftur. EITT er tað, at tingmenn á henda hátt provokera sín egna landsstýrismann á økinum. Annað er, at teir leypa so fullkomiliga framav og seta uppskot fram [...] letur seg koyra í felluna av Óla Breckmann, sum hundraðtals dømi er um fyrst og fremst brúkar politisku umboðan sína til at seta kílar í. Her var so ein møguleiki at sláa tvær flugur í eitt smekk, nevniliga
bankamálið er av á hesum sinni - ella kanska rættari med alla. Í hvussu er tann parturin av hesum málinum, sum snýr seg um danska sjálvrannsakan. Eftir eina øgiliga melduródn við vindmegi 24 er nú gott veður [...] bankakanning, nevniliga, at føroyska samfelagið fær tað endurgjald, sum rímuligt er, hvussu tað so enn verður útgoldið. TÁ hetta er sagt halda vit eisini , at føroyski fólkatingsmaðurin Óli Breckmann átti at [...] donskum politikarum at vera ?yvirgalantir? móti føroyingum, sum jú sjálvir hava ábyrgdina av øllum. Hetta er tað, sum nógvir veljarar í Danmark fara at sita eftir við, nú vit hoyrdu, hvussu debattin á fólkatingi
leiklut sera væl við sakligum og skilagóðum argumentum. Her er ikki minst sera hepna hond hennara í donsku sjónvarpssendingini herfyri. TÁ hetta er sagt, eiga vit ikki at gloyma, at vit eiga sjálvi høvu [...] móti okkum við óhepnari hond og einum ringum vilja. Men tað er ómetaliga týdningarmikið, at málið ikki bara endar í hondunum á løgmanni, tí hetta er eitt mál fyri allar flokkar - uttan undantak. Tí skal tað [...] DAGURIN í gjár hevur fingið heitið ?Stóri næsadagur?. Tað er danska blaðið Jyllandsposten, sum hevur funnið hetta heitið til dagin, tá alt bankamálið varð til viðgerar á fólkitingi. Í SKRIVANDI løtu vita
Eitt slíkt dømi er tað, sum nú er farið fram í København í samband við skurðviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum, har ein føroysk genta hevur fingið blóð, sum latið er av donori, ið seinni er testaður HIV positivur [...] pressan er úti um seg og roynir at fáa eina søgu, har søgan finst, er júst, sum tað eigur at vera. Men einastaðni eigur eitt mark kortini at verða sett. Hóast vit hava pressufrælsi í landinum, er tað frælsið [...] fólki, og ikki eru komnir væl frá hesum. Men eitt er, hvat lógir og reglur siga. Eitt annað er, hvat pressunnar egni etikkur loyvir pressuni at gera. Greitt er, at í slíkum máli, sum hesum, eigur pressan at
mótkrøv frá lærarunum. HETTA er ein syrgilig fyri ikki at siga óhugnalig støða, sum serstakliga næmingarnir eru komnir í. Støðan er við at gerast so álvarslig, at vandi er fyri, at teir als ikki kunnu [...] maður, heldur uppá sítt. Her minna hann og starvsfelagi hansara, løgmaður ikki sørt um hvør annan, so tað er skiljandi, at løgmaður ikki vil leggja seg út í málið, soleiðis sum hann er biðin um. Hvør rer treiskari [...] tað stendur í botni, so er hann tilreiðar til at lata hetta málið fara og so heldur taka allan spurningin upp í øðrum sambandi. UTTAN at vit her skulu fara út í smálutir, so er tað eftir okkara tykki eitt
informatión. Hetta er tykki nakað av tí ringasta, sum kann henda, tí tá er spælt við følskum kortum. Og tað er greitt, at slíkt eigur at fáa fylgjur so ella so. Lat okkum undirstrika her, at ikki minst Sjónvarp [...] at okkum sjálvum. Hvør hevur gjørt nakað galið her og hvat er gjørt galið. Eigur tað at blíva til eina nøs ella meira! Tað týdningarmesta er, nú luftin er reinsað við hesi kanning, ikki bara at koyra alt [...] tað at koma fram. Eisini her er brúk fyri at reinsa luftina. MEN vit mugu víðari. TAÐ er í hesum sambandi, at spurningurin um heimastýrislóg, sjálvstýrislóg og hvat tað nú eitur, er vorðin so relevantur.