veita øðrum, sum hava veitt felagnum og limunum virðismiklar tænastur, sømd. Tað er hetta, sum vit gjørdu hvítusunnudag. Hetta er ikki fyrsta ferðin, vit hava havt eina sovorna løtu. Vit hava skipað fyri hesum [...] tað hevur ikki borið til. Nú eydnaðist tað aftur, og tað eru vit fegnir um. Tað er Frits Olsen, formaðurin í Klaksvíkar Útróðrarfelag, sum vit hava í telefonini. Í meiri enn 40 ár hevur hann verið millum [...] at hetta var í umbúna, so hetta kom óvart á, og eg eri sera takksamur. Tað er komið fyri áður, at Klaksvíkar Útróðrarfelag hevur heiðrað við gullmerkinum, og Frits Olsen hevur verið við, tá hetta er gjørt
dømi av mongum er, hvussu hann nýtir gásaeygu um heiti, sum ikki eru hóskandi at nýta um eitt heimastýri hjá Danmørkini - hann skrivar ?regering? um Føroya Landsstýri, ?nationalregnskab? um tjóðarroknskap [...] triðingur snýr seg um føroysk viðurskifti. Hetta er nógv, tá ið hugsað verður um ta longu starvstíðina hjá Elkær-Hansen í høgum størvum, so kanska hann heldur seg hava orsøk til at siga sína søgu um, hvat honum [...] gar enn føroysktmæltir. Hví so er, er ilt at vita. Tað kann vera, at danir eru føddir við penni í hond og hava langa skrivliga siðvenju - vit ikki. Men í hesum liggur tann vandi, at tá ið tíðin er farin
salinum. Hesin er eisini fastur ljóðmaður á sokallaðu grønu konsertunum Niðri og hevur eisini arbeitt við Metallica og Will Smith - hesaferð átti Moirae so tørn, og ikki kann sigast annað, enn at honum eydnaðist [...] - og tað er ikki bara sum at siga tað at samansjóða intimitet, show og harðan rokk til eina eind. Men tað var eyðsæð, at sambært smakkiroyndini fríggjakvøldið av nýggja tilfarinum, verður hetta munurin [...] Men sum sagt var hetta ein heilstoypt eind har tónleikur, myndir og litirnir frá cyberljósinum gjørdu konsertina til tað, hon bleiv. Sum heild gekk fyrra helvt av konsertini betur enn tann seinna, tá tað
gjørdi sína skyldu og er aftur væl við í FM-kappingini. Komandi vikuskifti kemur HB til Klaksvíkar, og lítil ivi er um, at kravið til KÍ, um tær veruliga skulu gera seg galdandi, er ein sigur. KÍ hevur longu [...] hjá kvinnum um vikuskiftið. B36 og HB hava framvegis fult stigatal fyri fýra dystir, meðan KÍ er beint í hølunum við níggju stigum, eisini fyri fýra dystir. Í botninum broyttist einki annað, enn at NSÍ nú [...] nú hevur spælt ein dyst fleiri enn Skála, sum hevði frí seinasta vikuskiftið. Hvørki av liðunum hevur enn megnað at fingið stig, men NSÍ hevur verið nærri enn skálakvinnur, sum komandi sunnudag taka ímóti
vøllin, og tað líkist snøgt sagt ongum. Um FSF tekur hetta í nóg stórum álvara, kann tað enda við, at KÍ fær eina bót. Um málið átti at verið kolldømt fyri rangstøðu, er sera ilt at siga. HB-ararnir vóru ikki [...] Síðani 1989 hevur HB fram um nakað annað lið sett sín dám á hesa kappingina, og HB er eisini liðið, sum hevur verið oftast í finaluni ? tilsamans átta ferðir. Í so máta er tað uppiborið, at løgmanssteypið [...] nógv um seg úti í høgra borði, sum hann gjørdi sunnudagin. Saman við Allani í høgru síðu er Jens Erik Rasmussen í vinstra borði ein tann týdningarmiklasti spælarin á HB-liðnum, og meðan tað eydnaðist rættiliga
urin eydnaðist sera væl, og vit komu ígjøgnum tey mál, vit høvdu sett okkum fyri at viðgera, sigur føroyska umboðið í stýrinum í DNF og formaður í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð. DNF er ein [...] eru Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark og Føroyar. Arbeitt verður eisini fyri at fáa Ísland við, men enn er tað ikki eydnast. Undirnevndir eisini við DNF-stýrið hevur eitt umboð úr hvørjum landi. Á stýrisfundinum [...] norðurlendskur samstarvsbólkur. Den Nordiske Funktionærsammensluttning verður hann kallaður. Um ein kann samanlíknað hann við føroysk viðurskifti, verður tað til ein samstarvsbólkur fyri tey norðurlendsku
eru ábendingar um, at tað gongur rætta vegin. Í hvussu so er var tað soleiðis hesa ferð, at talan var um meiri kompakt liðavrik, enn tað hevur verið nógvar ferðir. Ferðin var hægri, enn hon hevur verið [...] Hansen og fór inn um strikuna. B36 spælararnir og viðhaldsfólkini fegnaðust, og tað er væl skiljandi, tá hugsað verður um, hvussu støðan var. Men samstundis má staðfestast, at tað er langt frá tí avrikinum [...] tí ein annar spælari var í rangstøðu. Hetta vóru gøtumenn sera misnøgdir við. Gøtumenn høvdu fleiri møguleikar, og tað er einki at undrast á, at teir iðra seg um, at teir ikki fingu fleiri mál. Ta einu
so er alneyðugt at skora móti teimum tíðliga fyri á tann hátt at fáa teir longri fram. Hetta vistu Albert Ellefsen og hansara menn, tá teir fóru norður leygardagin, og so bar ikki øðrvísi á, enn at tað [...] Tað er altíð torført hjá mótsøðuliðunum at spæla móti EB/Steymi norðuri á Mølini. Og tað er ikki vorðið minni torført, nú Sverri Jacobsen hevur lært teir at rotta seg saman í verjupartinum og at lúra eftir [...] Harry Benjaminsen. Hjá HB stendur væl til. Teir liggja javnir við B71 í toppinum, og tað er væl, tá hugsað verður um, at fyri tað mesta eru tað heilt ungir spælarar, sum Albert Ellefsen arbeiðir við. Í nógvum
so sjáldan eru smálutir, sum gera av, um eitt lið skal hava viðrák og sigur, ella um tað skal ganga heilt øðrvísi enn teir høvdu vónað. Uppá ein máta mundi hetta kennast soleiðis hjá toftamonnum, tá teir [...] eina løtu hekk tað betri saman hjá B68, enn tað annars hevði gjørt. Heimaliðið var væl og virðiliga greitt um støðuna. Kanska vildu teir taka meiri lut í spælinum, enn teir gjørdu hesa løtuna, tá teir duttu [...] parturin í tættari og alt annað enn væl leiktari grannauppgerð. B68 var á odda 1-0, tá tað restaði ein minuttir av fyrra umfarinum. Málið fingu teir eftir 32 minuttir, og talan var um stórt verjukiks. Fyrst mistók
við vinstra beini. Hetta var fyrsta ferðin, at Súni Olsen skoraði mál í landskappingardysti fyri besta liðið hjá gøtumonnum. At tað ikki var seinasta ferðin er eingin sum helst ivi um, og so kunnu bæði [...] i, og tað er einki at liggja omaná, at hjá teimum, sum bæði síggja snillingarnar í sjónvarpinum og sum hyggja at føroyskum fótbólti, verður dygdin hjá landsmonnunum mett uppaftur lakari, enn hon annars [...] hvat hildið verður um heimsstjørnurnar, so var tað eyðsýnt, at í Sarpisgerði var lítil neisti. Gøtumenn royndu fyrstu løtuna at fáa skjótt flótandi samanspæl í lag, og tað eydnaðist, men tað var heilt