borgarar og gestir sum vitja í kommununi. Tað eru tilsamans sett fýra skelti upp í kommununi. Tvey skelti við viðarlundirnar og tvey skelti við strendurnar í Miðvági og í Sandavági. Í samband við ABC vikuna [...] sum koma at greiða frá. Fyrsti túrurin verður hósdagin 5. oktober kl. 17.00 í Miðvági, møtt verður við trappuna til viðarlundina í miðstaðarøkinum, gingið verður síðan yvir á Tormansbakka, har skelti sum [...] Arbeitt hevur verið við hesi verkætlan í eina tíð, við at skráseta hvørjir fuglar eru í økinum. Síðan hevur verið eitt gott samstarv við Visit Faroe Islands um framleiðsluna, so hesi fuglaskelti fylgja
kirkjugarðinum í Miðvági. Í alt eru fimm støð í Føroyum, har hermenn sum eru falnir undir seinna veraldarbardag liggja grivnir. Umframt í Miðvági, so eru gravir eisini í Tórshavn, Klaksvík, í Vági og á Tvøroyri [...] hermonnum úr Commonwealth londunum skulu haldast. Tað finnast fleiri enn 20.000 støð í heiminum har hermenn sum doyðu í fyrra og seinna veraldarbardaga, liggja grivnir. Umboðini fyri Commonwealth War Graves [...] Iain Anderson, Regional Manager. Saman við Thomas H. Dam, Bretskur konsul í Føroyum og umboðum frá Vága kommunu, varð fyrst vitjað í eingilsmannakirkjugarðinum, og har lótu James og Iain sera væl at støðuni
flyta seg úr tí trygga og konforma yvir í óvissuna. Í so máta er niðursetan í Rituvík onki undantak. Í mun til árstíðina, fyri hálvt annað hundrað árum síðan, er hon í okkara hugaheimi helst meiri dramatisk [...] Soleiðis gjørdust børnini í Rituvík eisini ein partur av skúlaverkinum hjá Runavíkar kommunu, og táið tey høvdu gingið her í bygdini í nøkur ár komu tey inn á Glyvrar at ganga í skúla. Í okkara flokki vóru tey [...] Peturi um torvskurð í Rituvík. Semja er um, at vit raktu í solar plexus við teimum báðum, og kyku myndirnar, sum fóru akandi eftir tjaldinum í Løkshøll í mentanarvikuni, og aftur í dag, hava verið fagnaðar
royna at gera arbeiðið liðugt á heimavølli í komandi viku. Vit gleða okkum at spæla heima á graslíki á einum stúgvandi fullum Kópavogsvølli. Sigur Klæmint í stuttari viðmerking til in.fo. HER ber til at [...] tíma síðani vann Klæmint A. Olsen saman við liðfeløgunum í Breiðablik ein sera góðan 1-0 sigur á norðurmakedonsku meistarunum, Struga á útivølli í fyrra Europa Conference League Play Off dystinum. Klæmint [...] Vinnur Breiðablik gerast teir fyrsta íslendska liðið at vinna seg í eitt evropeiskt bólkaspæl. Um 1-0 sigurin sigur Klæmint: - Dysturin í dag var nógv merktur av einum ringum grasvølli. Struga er eitt gott
viðvíkjandi umstøðum kom í 1983, tá grúsvøllur bleiv lagdur inni í Vika. Tvey ár seinni, í 1985, varð AB-húsið bygt og tikið í nýtslu. #med3## (AB-húsið varð bygt í 1985 og verður í dag karmur um 50 ára [...] fara fram í skúlagarðinum í Argja Skúla. Tá dystur skuldi spælast bar tó til at fara niðan í Gundadal at fáa dystirnar avgreiddar við vælvild frá HB og B36. Johnny Nyby sigur heldur skemtiliga í viðtal við [...] føðingardagin, sum byrjar kl 16) Í 1998 varð graslíki lagt á vøllin, og við hesum fekk felagið umstøður á javnt góðum stigi sum onnur feløg í landinum. Ein tann størsti dagurin í søgu felagsins var týsdagin
vann fyrsta kappróðurin á ólavsøku. Tað var í kappingini fyri gentur í barnaróðrinum. Sílið og Kollur úr Kollafirði kappaðust um at vinna. Á vestanstevnu íMiðvági næstsíðsta leygardag vann Kollur á Sílinum [...] Sílinum, sum annars hevur vunnið allar hinar róðrarnar í summar. Í dag vóru Sílið og Kollur greitt undan hinum bátunum. Í endaspurtinum var Sílið undan teimum úr Kollafirði, og harvið hevur Sílið bæði vunnið
Hóast eg nú búgvi í Miðvági, har siðvenja er at tjalda úti á Oyrum á ólavsøku, so eri eg ikki nóg integrera til at taka tað stigið, men tað verður kanska einaferð. Tað sigur Bryndis í Dali. Men, hvussu [...] komu at heilsa uppá okkum í føroyskum klæðum. Tað var ein góð ólavsøka! Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni? - Einki, ólavsøkan er júst, sum hon skal vera, heldur Bryndis í Dali. [...] hvussu heldur hon so ólavsøku í ár? - Tað verður nokk, sum tað plagar at vera - saman við familju og vinfólki. Vit fara til familju at eta báðar dagarnar. Tann eina dagin er tað mín lívrættur, kalt borð, og
Í kvøld klokkan 19.45 byrjar fyrra uppgerðin í øðrum umfarinum í Champions League undankappingini millum KÍ og svensku meistararnar, BK Häcken við Djúpumýru í Klaksvík. Stóri svenski miðilin, Aftonbladet [...] akademi-leiðaran hjá KÍ, Glenn Ståhl um KÍ. - Alt annað enn at vinna meistaraheitið í Føroyum er fiasko fyri KÍ, men í Evropa kann KÍ spæla ultradefensivt uttan, at teirra fjepparar og áskoðarar grenja [...] árið. Teir grenja ikki og arbeiða sera hart. Hetta er nakað av tí, ið vit kanska hava mist í fótbóltinum heima í Svøríki. Tað er ikki tilfeldugt, at landsliðini og felagsliðini hjá Íslandi og Føroyum klára
tvinnaði hesar verðirnar og hesar stórbroytingar í Føroya søgu saman í tínum lívi, tíni vinnu, tínum yrkingum og í tínum persóni. Á sjógvi og landi. Á trøðni í Miðvági og um alt Norðuratlantshav. Ein persónligheit [...] stig til, at vit ein morgunin stukku inn á gólvið í Undirhúsinum í Miðvági , har tú vart fastur fúsur. Bróðursynirnir, Jógvan og Árni, og so Jákup Símun í Hoyvík og eg, fingu eina ógloymandi løtu saman við [...] Men vesturskinið fer at lýsa frá henni í so nógvum virksemi og felagsskapi og ættarliðum, sum fara at liva so leingi fjøllini standa og aldurnar bróta. Í Miðvági, í Føroyum, á heimsins høvum – og allastaðni
HB skal í kvøld spæla seinna dystin í 1. undanumfarinum í UEFA Conference League. Dysturin er móti Derry City úr Írlandi. Fyrri dysturin endaði við málleysum javnleiki á Tórsvølli. Úr Írlandi verður sagt [...] Hann er á dómaraseðlinum í kvøld, men tað er óvist um hann kemur á vøllin. Samuel J. Chukwudi kom á vøllin í fyrra dystinum, men eisini her er óvist, um hann kemur á vøllin í kvøld. Derry City spælir á [...] á Brandywell leikvøllinum. Undirlagið er graslíki og meinlíkt tí, sum vit kenna frá onkrum av teimum eldru vøllunum í Føroyum. Serliga teir, sum høvdu svart gummi. Tí er tekin um, at tað verður torført