Hildu ólavsøku á føðideildini

- Sonurin hevur føðingardag 27. juli, so vit hildu ólavsøku á føðideildini fyri tveimum árum síðan. Við einum deiligum nýføðingi sóu vit eitt sindur av kappróðrinum gjøgnum vindeygað, sigur Bryndis í Dali.

 

Fert tú á ólavsøku? 

- Ja, tað fari eg so heilt sikkurt! Hóast eg nú búgvi í Miðvági, har siðvenja er at tjalda úti á Oyrum á ólavsøku, so eri eg ikki nóg integrera til at taka tað stigið, men tað verður kanska einaferð.

Tað sigur Bryndis í Dali. 

Men, hvussu heldur hon so ólavsøku í ár?  

- Tað verður nokk, sum tað plagar at vera - saman við familju og vinfólki. Vit fara til familju at eta báðar dagarnar. Tann eina dagin er tað mín lívrættur, kalt borð, og seinna dagin fáa vit altíð ein góðan búff við nógvum lekkrum afturvið frá syskinabarninum. 

Hon sigur, at útyvir hetta og kappróðurin, hava tey ikki fastar siðvenjur.

- Tað kemur alt ann uppá, hvat spennandi er í skránni, og hvat vit hava hug til, leggur Bryndis aftrat. 

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?  

- Stemningurin og fólkini, tú møtir. Øll eru bara glað á ólavsøku.  

Er okkurt serligt, tú minnist frá ólavsøkuni? 

- Sonurin hevur føðingardag 27. juli, so vit hildu ólavsøku á føðideildini fyri tveimum árum síðan. Við einum deiligum nýføðingi sóu vit eitt sindur av kappróðrinum gjøgnum vindeygað, og familja og vinir komu at heilsa uppá okkum í føroyskum klæðum. Tað var ein góð ólavsøka! 

Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni? 

- Einki, ólavsøkan er júst, sum hon skal vera, heldur Bryndis í Dali.