Fyri einum lítlum tíma síðani vann Klæmint A. Olsen saman við liðfeløgunum í Breiðablik ein sera góðan 1-0 sigur á norðurmakedonsku meistarunum, Struga á útivølli í fyrra Europa Conference League Play Off dystinum.
Klæmint A. Olsen spældi allan dystin, og hann var sera nær við at skora fyri Breiðablik.
Returdysturin verður leiktur á Kópavogsvøllinum komandi hósdag klokkan 17.45. Vinnur Breiðablik gerast teir fyrsta íslendska liðið at vinna seg í eitt evropeiskt bólkaspæl.
Um 1-0 sigurin sigur Klæmint: - Dysturin í dag var nógv merktur av einum ringum grasvølli. Struga er eitt gott fótbóltslið og var nógv á bóltinum, men vit høvdu ein einastandandi stríðsvilja og liðanda, so vit kláraðu at standa ímóti. Fyrsti og seinni hálvleikur vóru sum dagur og nátt. Í fyrra hálvleiki var blikalogn, meðan í seinna hálvleiki var kolandi stormur tvøturum vøllin. Vónirnar hjá okkum eru sjálvandi góðar. Vit hava arbeitt okkum til eitt gott útgangstøðið, og nú skulu vit royna at gera arbeiðið liðugt á heimavølli í komandi viku. Vit gleða okkum at spæla heima á graslíki á einum stúgvandi fullum Kópavogsvølli. Sigur Klæmint í stuttari viðmerking til in.fo.
HER ber til at síggja framúr góða sigursmálið Höskuldur Gunnlaugsson skoraði fyri Breiðablik. Tá vóru 35 minuttir leiktir av dystinum móti Struga í Norðurmakedonia:
##med2##