HB skal í kvøld spæla seinna dystin í 1. undanumfarinum í UEFA Conference League. Dysturin er móti Derry City úr Írlandi. Fyrri dysturin endaði við málleysum javnleiki á Tórsvølli.
Úr Írlandi verður sagt, at HB líkist sær sjálvum. Mikkel Dahl var skaddur til fyrra dystin. Hann er á dómaraseðlinum í kvøld, men tað er óvist um hann kemur á vøllin. Samuel J. Chukwudi kom á vøllin í fyrra dystinum, men eisini her er óvist, um hann kemur á vøllin í kvøld.
Derry City spælir á Brandywell leikvøllinum. Undirlagið er graslíki og meinlíkt tí, sum vit kenna frá onkrum av teimum eldru vøllunum í Føroyum. Serliga teir, sum høvdu svart gummi. Tí er tekin um, at tað verður torført at spæla bólt eins og á Tórsvølli fyri eini viku síðan.
Sum skilst, so verða fáar ella ongar broytingar á liðnum hjá HB. Úr Írlandi verður eisini sagt, at stemningurin á Brandywell leikvøllinum kann verða góður og liðið er tiltikið, fyri at leggja stórt trýst á fyrstu løtuna.
Dysturin millum HB og Derry City byrjar klokkan 19.45.