tá teir brutu ígjøgnum í høgru síðu og bólturin varð sendur hart og flatt innfyri. Men beint áðrenn Birgir Jørgensen skuldi seta fótin á bóltin, kom Dann Knudsen og sparkaði burtur. Tað vóru eini tíggju [...] skoraði til 3-0 og sløkti seinastu vónina hjá VB um at fáa nakað burtur úr dystinum. Bólturin kom innfyri úr høgru síðu, og har fintaði Óli tveir mans, áðrenn hann gjørdi sítt næsta og triðja málið hjá [...] skoraði. Og tá tíggju minuttir vóru eftir, slapp innskifti Eddie Mikkelsen í vinstru síðu ótarnaður at reka heilt inn móti 5-metrinum. So fór bólturin millum beinini á einum VB-ara og einum NSÍ-ara og endaði
fyri felagssangi, og klokkan 23.00 var »barbecue«-bál á einum bóndagarði uttan fyri býin. Har savnaðist alt, sum kundi ganga og krúpa. Manningar hittust og fingu skift orð um leyst og fast. Amerikanararnir [...] øðrum bátum, sum eisini vórðu bygdir í farnu øld, eru teir vanliga at finna í aftasta bólki, og er talan tí fyrst og fremst um at vísa fram hesar gomlu snekkjur. Men vestmenningar fóru ikki at vera nøgdir við [...] smalri enn føroyski báturin, og verður heldur ikki róð lið um lið. Árarnar, sum lógu niður á stokkin millum tveir pinnar, høvdu eisini annað skap í mun til tær føroysku. Og júst árarnar blivu eisini hø
- tað er vist. Og føroyingar drekka eisini nógv Coca-Cola - tað er eisini vist. Men ein so stóru sodavatsframleiðari sum Coca-Cola letur seg ikki nøkta við at vera næststørst á marknaðinum og tí hava teir [...] til.. Sera skemtiligt tiltak fyri børnini og eftir talinum á børnum at døma, so dámdi teimum hetta hugskotið avbera væl, tí sum vit síggja vóru nógv børn møtt Og var tað ikki nóg mikið, at gera reklamu [...] effektiva, men samstundis eisini aggresiva lýsingarframferð. Hesaferð var túrurin komin til Føroya og Poul Hansen, sum er umboð fyri Coca-Cola fyritøkuna í Føroyum gjørdi ikki verri enn at leiga seg inn
Ábyrgd og skynsemi fylgjast at. Og tað er eisini galdandi hinvegin: Tann, sum ikki hevur endaligu ábyrgdina av einum, brúkar heldur ikki tað seinastu, mentalu orkuna, uppá at fáa tað at rigga og vinnur [...] øll. Og hann vísir eisini á, at hóast vit fáa sjálvstýrið, kunnu vit ikki vænta, at lívið bara verður ein dansur á rósum. Sjálvandi koma tað bakkøst av og á. Allar tjóðir eru fyri bakkøstum av og á. Tað [...] komandi árini og sum skulu fremja sjálvstýrið í verki. Fylgist at Men verður farið fram við skili ivast gamli vinnulívsmaðurin í Gøtu ikki í, at vit eisini koma at klára okkum. Tað er púra vist, at meiri
samstarvi, tað er vist, sigur Anfinn Kalsberg. Liggja stórar uppgávur fyri framman Eftir samgonguskjalinum og eftir tí sum flokkarnir siga, so liggja stórmál fyri framman. Bankamál er eitt og samráðingarnar [...] løgmanni. Tey fara við tíðini at gerast eitt stórt og tungt málsøki og tá fer ikki at bera til hjá løgmanni at umsita tey. Vinnumálini eru nóg stór frammanundan og tí er ikki ráðiligt at oljumálini verða løgd [...] nú allíkavæl. Samráðingarnar millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin endaðu mikukvøldið við semju um málsøkini og henda semja staðfesti tað, sum longu var alment kent frammanundan,
Men hvussu alt skal gerast og hvar búskapurin er í hesum, stendur einki um. Eitt er so vist og tað er, at tíðin fer ikki at halda. Løgfrøðiliga skal stórt arbeiði gerast og tað tekur nógv ár. ? Einki verður [...] at kvotera. Tá ið loysingin er har, eru rættindini hjá Føroyum burtur, og tá vera Føroyar ikki øðrvísi fyri enn Ísland, Noreg og onnur lond eru í mun til Danmark. ? Danmark er við í norðurlendska samstarvinum [...] peningaliga um olja verður funnin í føroysku undirgrundini, og fyri ikki at gloyma ráevnini undir Grønlandi. ? Kensluligu bondini, familjubondini og onnur bond fara ikki at broytast hóast føroyingar taka loysing
Oljufyrisitingini og annars tey mongu, sum hava tilknýti til oljumál. Gott samstarv Hann vónar og ivast ikki í at fáa eitt gott samstarv við hesi fólkini og sigur seg vilja ganga konstruktivt og positivt inn [...] sera fegin um at hava fingið hetta álitið og ætlar hann sær at fara upp í arbeiði við lív og sál. Sær fegin at olja er her -Hetta er so nýtt fyri meg eins og tað er fyri okkum føroyingar sum heild. Vit [...] finna út av. Og tað skal ikki vera nakað dulsmál, at eg síggi fegin, at vit finna olju og gass við Føroyar. Sjálvur haldi eg, at hesi kolvetni eru fjald í undirgrundini - undir basaltinum og bara bíðar eftir
Skaðar og manglandi sjálvsálit kunnu avgera steypafinaluna millum FCK og Brøndby í morgin. Fleiri av leyklaspælarunum hjá FC Keypmannahavn hava sitið uttanfyri seinastu umførini, og úrslitini hava ikki [...] við kostnaðarmiklu spælarunum. Og nú teir hvítu í FCK standa frammanfyri triðju steypafinaluni í fýra ár, hevur sjálvsálitið fingið eitt skot fyri bógvin og tað er vist, at allir teir skaddu spælararnir [...] er, um Peter Nielsen, Bjarne Goldbæk, Diego Tur og Thomas Rytter verða klárir til dystin í morgin. Henrik Larsen hevði leikbann seinast og er klárur, og tað er sannlíkt, at eisini Peter Nielsen spælir
skulu gerast fyri grunnin og stovnsfæið skal útvegast. Í Vestmanna hava teir hugsað nógv um gegnisspurningin og tí eru teir komnir til ta niðurstøðu, at vinnulívsfelagið og grunnurin skulu verða púra [...] vóru tríggir nevndarlimir valdir og teir eru Jógvan Sigurd Poulsen, Karl Simonsen og Jóan Magnus Olsen. Afturat sær fáa teir bygdarráðsformenninar Gunn Joensen úr Vestmanna og Ara Johannesen úr Kvívík. Nevndin [...] rnar fyri at stovnseta ella varðveita vinnuvirksemi í økinum kring Vestmanna og Kvívíkar kommunur. Tað hevur verið tosað og skrivað nógv um,. at tað er ov torført at útvega fígging til nýggj virkir. F
vegastrekkið ímillum Øravík og Hov, sum man vera ein hin ringasti landsvegurin í Føroyum. Vegurin er gjørdur í seinast í fimti og fyrst í sekstiárunum og á longum strekkjum er lítið og onki gjørt við hann síðani [...] komnir á mál við vegnum ímillum Vág og Sumba. Og síðani hava vit mett, at tað vegastrekkið, sum síðani er tað mest átrokandi at fara undir síðani, er vegurin ímillum Hov og Øravík. Men nær tað ber til at [...] in ikki meiri enn 18-19 milliónir til vegagerð, og tað røkkur ikki langt. Men onki er sett av til vegin ímillum Øravík og Hov. Vegurin ímillum Hov og Øravík er nevndur í fíggjarlógini, men Landsverk