evnir til at spæla fótbólt, og hugurin hjá henni til at spæla fótbólt var eisini ovurhonds stórur. So skjótt sum Sólvá fekk frí úr skúlanum gekk leiðin niðan í Gundadal, og har var hon sum oftast til langt [...] U-18 landslið var fyri kortum, men fleiri leikarar meldaðu frá til hetta, tí at tær tímdu ikki, so leingi einki A-landslið var, greiðir Sólvá frá. Hetta ger, at fleiri av teimum eldru leikarunum ikki longur [...] man lítið og einki kendi til. Í Føroyum er áskoðaraundirtøkan til kvinnufótbólt ikki serliga góð, heldur Sólvá, men sigur tó, at í Klaksvík plaga nógvir áskoðarar at vera til kvinnudystirnar, eins og tað
stevndi Norrøna inn á Havnarvág við fyrstu summargestunum í ár. Á ferðini til Føroya vóru 170 fólk og 55 bilar, og á ferðini til Noregs um Lervich í Hetlandi fóru 120 fólk og 12 bilar. Ferðaætlanin hjá [...] leingja ferðafólkatíðina aftur í ár. Nú vallaraheimið í Havn er tikið í nýtslu, kunnu vit til dømis vænta fleiri ungdómsbókar hendan vegin, sigur Áki Jespersen, leiðari á Ferðamannadeildini hjá Smyril Line [...] síggja, at eini 10 % færri týskarar leiga summarhús í Norðurlondum í ár í mun til í fjør, sigur Áki Jespersen. Enn eru eingir túrar útseldir, men nakrir stakir í hægstu summartíð eru við at verða fullsettir
Davidson T-troyggjur. Peningurin fer til eina ferð, ið Barnaheimið hevur ætlanir um at gera til Dan-land. Enn er óvist, hvussu nógvur peningur kom inn, men fleiri hundrað fólk vitjaðu á Barnaheiminum henda [...] í samband við júst hesar motorsúkklurnar, men bert fólk, ið hava vældámdu súkkluna sum ítriv. Ferð til Danland Harley-harkaliðið vitjaði mánadagin, 2. hvítusunnudag, á Barnaheiminum í Havn. Í hesum sambandi [...] henda tiltikna súkklan og vitjandi Harley fjeppararnir vóru blíðir og troyttaðust ikki av at koyra túrar, so flest øll, ið hildu seg framat, sluppu ein túr. Nógv var á skránni, millum annað posarenning.
klokkan 17, meðan jútlendingarnir hava freist til leygardag á middegi, segði hann. Jónfinn segði eisini, at nú Clare er farin at sigla somu rutu sum Norrøna, til tess at nøkta flutningstørvin, hava teir skipað [...] fyri ein stóran part kemur til Tórshavnar við Smyrli tórskvøld fer sostatt framvegis at vera fluttur av landinum við Norrønu; fyribils meðan pláss enn er á tí dekkinum. Tveir túrar um veturin Heðin Joensen [...] at nerva farmaflutningin, tí annað skip fór eisini framyvir at verða til taks. - Kundarnir skulu vita, at tá teir hava meldað góðs til, verður tað flutt sum ætlað, segði ein avgjørdur Heðin Joensen, sum
landskappingini undan stóru avbjóðingunum í EM undankappingini var sunnudagin. Sum vit søgdu leygardagin, so hevur Allan Simonsen valt nítjan spælarar út til dystirnar móti Skotlandi og Bosnia-Hersegovina [...] Mørkøre spældi ein annar landsliðsmaður, Jóhannis Joensen, og hann var eisini við í uppspælinum til fleiri mál. Hans Fróði Hansen var í miðverjuni hjá HB. Í 1. hálvleiki hevði hann tað sum restin av HB [...] landsliðnum er klárur at møta upp á Svangaskarði hósmorgunin klokkan tíggju. Allan Simonsen, sum fór aftur til Danmarkar hósdagin, man fyri langari tíð síðani hava gjørt sær sínar hugsanir um, hvussu liðið móti
landskappingini undan stóru avbjóðingunum í EM undankappingini var sunnudagin. Sum vit søgdu leygardagin, so hevur Allan Simonsen valt nítjan spælarar út til dystirnar móti Skotlandi og Bosnia-Hersegovina [...] Mørkøre spældi ein annar landsliðsmaður, Jóhannis Joensen, og hann var eisini við í uppspælinum til fleiri mál. Hans Fróði Hansen var í miðverjuni hjá HB. Í 1. hálvleiki hevði hann tað sum restin av HB [...] landsliðnum er klárur at møta upp á Svangaskarði hósmorgunin klokkan tíggju. Allan Simonsen, sum fór aftur til Danmarkar hósdagin, man fyri langari tíð síðani hava gjørt sær sínar hugsanir um, hvussu liðið móti
eingin útgerð til neyðhjálp, og tí var neyðugt hjá portørunum at hava eitt kuffert við eitt sindur av hjálpiútgerð við sær, tá teir fóru út við hesum sjáldsama »sjúkrabili«. Hava søkt í fleiri ár Jens Jacobsen [...] gomlu hava koyrt næstan eina hálva millión kilometrar. Hetta helt motorurin á øðrum av teimum ikki til, og sostatt brendi hann saman fyri kortum. Hetta gjørdi, at bert ein sjúkrabilur var eftir, og tá hesin [...] sjúklingar við honum. Skora børuna fasta Vøruvognurin hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi er als ikki gjørdur til at flyta sjúklingar við, og tí passa mátini á børuni og á rúminum aftan í bilinum ikki saman. Tískil
javnan inn her. Eysturoyar sýslumaður flutti í 1901 úr Søldarfirði til Fuglafjarðar, og áður var sýslumaðurin á Streymoynni fluttur úr Havn til Vestmanna. Blaðið Fuglaframi hjá Sverra Paturssyni hevur hesa [...] broytingin frá bóndasamfelag til fiskivinnusamfelag gekk við rúkandi ferð: ³...eingin bygd í Føroyum hevur betur skipahavn. Bygdin hevur eisini rætt góð líkindi í mangar ættir til at kunna halda seg sum ein [...] og á landinum geva tær tvær støðirnar nógv arbeiði, sum har eru til at gera skip aftur. Nógvur peningur forvinst eisini við at selja agn til útlendsk línuskip..... Har lá ein stórur kassi og fleyt í vatnskorpuni
Føroyar í dag EM undandyst á Svangaskarði móti Skotlandi. Meðan tað fyri føroyska liðið fyrst og fremst ræður um at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt, kunnu skotar bert brúka ein sigur til nakað í dag [...] missa vit møguleikan fyri at spæla okkum í endaspælið. Og ein javnleik kunnu vit heldur ikki brúka til so nógv, sigur væl lýddi skotski venjarin Craig Brown. Hann vísir á, at Kekkia allarhelst longu hevur [...] 33 ymsar spælarar í teimum fimm dystunum, skotar higartil hava spælt í bólkinum. ? Skaðar hava elvt til nógvar útskiftingar, og av tí sama hava vit verið óstøðugir. Eitt nú kann eg nevna, at av hópinum hjá
skotsku spælararnir komu heim til yvirskriftir á leið við tær, sum fyrrverandi enski venjarin Graham Taylor mátti leggja rygg til, men hann er avgjørdur í, at Skotland skal við til EM, hóast hann viðgongur, at [...] Bretsku ítróttarfjølmiðlarnir eru ikki kendir fyri at vera serliga mjúkir at strúka, tá tað kemur til óheppin ítróttarfólk. Hetta hava bæði Glenn Hoddle, David Beckham og danski dómarin Kim Milton Nielsen [...] nógv burturúr sjálvum dystinum, men hyggja nógv eftir útvísingini, ið teir síggja sum høvuðsorsøkina til, at Skotland ikki megnaði at vinna á føroyska liðnum. »Fiasco in the Faroes«, skrivar Soccernet, ið