Fleiri landsliðsmenn vóru eyðsýndir

Fótbóltur: Men nógvir teirra spæla á øðrum plássum, enn landsliðsvenjarin plagar at brúka teir

Síðsta royndin í landskappingini undan stóru avbjóðingunum í EM undankappingini var sunnudagin. Sum vit søgdu leygardagin, so hevur Allan Simonsen valt nítjan spælarar út til dystirnar móti Skotlandi og Bosnia-Hersegovina, og fjúrtan teirra vóru á vøllunum kring landið sunnudagin.

Jens Kristian Hansen er liðformaður á landsliðnum. Tað var eyðsýnt, at tað kom illa við hjá B36, at lyklaspælarin heilt tíðliga noyddist at taka seg úr grannastríðnum, tí hann var skaddur. Í fyrstu atløgu varð roknað við, at onnur stóratáin var brotin, men seinni vísti tað seg, at hon var farin úr lið, og tað vil við øðrum orðum siga, at alt bendir á, at liðformaðurin á landsliðnum er klárur at møta upp á Svangaskarði hósmorgunin klokkan tíggju.

Allan Simonsen, sum fór aftur til Danmarkar hósdagin, man fyri langari tíð síðani hava gjørt sær sínar hugsanir um, hvussu liðið móti Skotlandi leygardagin skal síggja út, men harvið er ikki sagt, at tað ikki er neyðugt at vita, hvussu landsliðsmenninir eru fyri.

Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjarin, var í Gundadali og hugdi at havnarliðunum báðum, sum eru skrásett fyri níggju av teimum nítjan spælarunum, ið eru við í landsliðshópinum. Átta spælarar vóru á vøllinum frá fyrsta bríksli (Jan Dam, sum við útvísingini í Sumba setti eitt undarligt met ? tað var triðja ferðin upp í slag, at hann varð útvístur, tá hann spældi í Føroyum ? var farin av aftur landinum).

Allan Mørkøre hevur drigist við vøddaskaða, men tað tóktist ikki vera nakar trupulleiki móti B36. Serliga í 2. hálvleiki spældi landsliðsmaðurin væl, og avrikið varð krýnt við tveimum málum. Við síðuna av Allani Mørkøre spældi ein annar landsliðsmaður, Jóhannis Joensen, og hann var eisini við í uppspælinum til fleiri mál. Hans Fróði Hansen var í miðverjuni hjá HB. Í 1. hálvleiki hevði hann tað sum restin av HB liðnum, men eftir dystin er heildarmyndin, at HB miðverjin var sera sterkur í luftspælinum og ikki hevði stórvegis trupulleikar við bóltunum á jørðini.

Jákup á Borg hjá B36 gjørdi sína skyldu og skoraði eitt mál og var framvið, tá hitt kom. Serliga í 2. hálvleiki ? eftir at Sivic var farin út ? var John Petersen, sum ofta datt út í vinstra borð, ikki eyðsýndur. Pól Thorsteinsson var í miðverjuni, og í 2. hálvleiki, tá korthúsið skramblaði hjá B36 hevði hann somu trupulleikarnar sum hinir á tapandi liðnum. Øssur Hansen hevur ikki enn í 90 minuttir sannført B36 um, at hann er í toppformi, og hóast avrikið hesa ferð var betri, enn tað hevur verið fleiri ferðir áður, so var avrikið heldur ikki hesa ferð í tí flokkinum, Øssur Hansen spælir í, tá hann er uppá tað besta.


Nógv mál

Í Gundadali skoraðu landsliðsmenninir trý mál, og aðra staðni í landinum skoraðu fleiri aðrir landsliðsmenn.

Tað er langt lop hjá Óla Johannesen at spæla móti Skála í 2. deild og so at spæla móti Skotlandi. Neyvan sleppur verjuspælarin eins lætt móti Skotlandi, sum hann slapp móti Skála, tá hann skoraði trý mál.

Í Gøtu vóru Henning Jarnskor, sum vanliga er vongverji, men er leikbannaður leygardagin, og Sámal Joensen, sum er fastur fúsur á miðvøllinum á landsliðnum, álopsspælarar hjá GÍ.

Sámal søkti nógv aftur á miðvøllin at hjálpa til, og hann skoraði tvey mál, og Henning fekk eitt mál.

Hóast talan var um oddastríð í Klaksvík, og hóast liðini bæði høvdu átta spælarar í felags venjingini hjá landsliðsvenjaranum í síðstu viku, so var bara ein av kosnu monnunum hjá Allani Simonsen á vøllinum í Klaksvík.

Navnið á honum var John Hansen. Allan Simonsen brúkti hann á vongverjaplássinum í vinstru síðstu løtuna í Skotlandi í oktober, og á venjingini á Svangaskarði mikukvøldið var tað okkurt, sum bendi á, at venjarin arbeiðir við hugsanini at brúka KÍ mannin á vongverjanum í vinstru móti Skotlandi. Móti NSÍ var John Hansen miðverji. Í 1. hálvleiki hevði hann ávísar trupulleikar eina løtu, men í 2. hálvleiki var hann sera sannførandi. jh