Kvinnufótbólturin fær ov lítlan ans

Ein av evnaríkastu kvinnuleigu fótbóltsleikarunum í landinum er 21 ára gamla Sólvá Joensen, ið er liðskipari hjá føroyameistarunum B36. Sólvá sigur, at væntandi avbjóðingar er ein av høvuðsorsøkunum, at áhugin millum ungar kvinnur fyri at spæla fótbólt er minkaður so nógv

Á báðum vøllunum í Gundadali er fult av fólki, nú Yngd kemur innar í felagshølini hjá B36. Hølini eru nærum tóm, men við ein av mongu gluggunum stendur ein ung kvinna og hyggur út á vøllin, har hon hevur havt og framvegis hevur so mangar góðar løtur. Unga kvinnan við gluggan er 21ára gamla Sólvá Joensen, sum hóast sín unga aldur hevur rokkið øllum, sum røkkast kann innan føroyskan kvinnufótbólt. Við felagi sínum hevur hon vunnið bæði steypakappingina og føroyameistaraheitið. Somuleiðis hevur Sólvá eisini roynt seg á føroyska kvinnulandsliðnum, tá ið tað spældi EM-undankapping. Yngd hevur eina avtalu við hesa unga kvinnu um eitt prát. Vit sessast við eitt borð, hagani vit síggja út á vøllin sjálvsagt, og skjótt gongur prátið um treytirnar hjá føroyskum kvinnufótbólti.


Byrjaði sum 10 ára gomul

Sólvá byrjaði longu sum 10 ára gomul at spæla fótbólt. Tær vóru nógvar gentur í grannalagnum í eysturbýnum í Havn, sum dámdu væl at spæla fótbólt, og tær vóru einar fýra gentur, sum saman byrjaðu at venja við teimum 10-12 ára gomlu gentunum hjá B36. Meðan nógvar gentur oftani hava plakatir av ymsum kendum sangarum og filmssjónleikarum hangandi á vegginum, so var hetta ikki galdandi fyri Sólvá og vinkonur hennara. Allar høvdu tær myndir av fótbóltsúrmælinginum, Diego Maradona, hangandi, og sum Sólvá sigur tað, so var tað ikki tí, at hann var so vakur á at líta, men heldur tí at hann var ein so framúr góður fótbóltsspælari.

Í Havn verður mangan sagt, at fólk í eysturbýnum eru B36-viðhaldsfólk, meðan tey í vesturbýnum eru HB-viðhaldsfólk. Sólvá sigur tó, at tað var ikki tí, at hon byrjaði í B36, men hon hevur tvinni eldri sysktin, sum bæði hava spælt fótbólt í B36. Haraftrat eru foreldrini eisini íðin við haldsfólk hjá árstalsfelagnum í Havn, so tað var upplagt, at tað var B36, sum fekk gleðina av frálíku fótbóltsevnunum hjá Sólvá.

Tað gjørdist skjótt greitt, at Sólvá hevði framúr góð evnir til at spæla fótbólt, og hugurin hjá henni til at spæla fótbólt var eisini ovurhonds stórur. So skjótt sum Sólvá fekk frí úr skúlanum gekk leiðin niðan í Gundadal, og har var hon sum oftast til langt út á kvøldið.

Eisini venjararnir hjá besta kvinnuliðnum hjá B36 løgdu tíðliga til merkis, at Sólva var og framvegis er ein framúr góður fótbóltsspælari, og tá ið hon var einans 16 ára gomul í 1994, spældi Sólvá sín fyrsta dyst í 1. deild hjá kvinnum í fótbólti. Í dag fimm ár seinni er Sólvá, hóast sín unga aldur, ein tann royndasti leikarin á liðnum hjá B36, og tey seinastu árini hevur hon eisini havt liðskiparabandið um armin, tá ið hon ikki hevur verið rakt av skaða.

Í fjør ognaði B36 sær føroyameistaraheitið í kvinnufótbólti á næstseinasta leikdegi, tá ið tær bastu LÍF í Leirvík. Hetta skuldi sjálvsagt verið ein minniligur dagur fyri Sólvá, og tað er tað eisini, men ikki bara fyri tað góða. Sólvá var so óheppin, at hon breyt sær beinið í hesum dystinum, og hon noyddist tískil við sjúkrabili til Havnar, og tá ið kvinnurnar hjá B36 fingu føroyameistarasteypið á seinasta leikdegi, tók Sólvá Joensen ímóti steypunum á høkjum. Í dag sigur Sólvá, at hon er komin fyri seg eftir skaðan, men leggur tó aftrat, at um ein spælari kemur við eini takling, so er hon skjót at fara undan, tí hon er eitt sindur bangin um beinið enn.


Keðilig gongd í kvinnufótbóltinum

Í ár hevur ein keðilig gongd verið at sæð í føroyskum kvinnufótbólti. Eitt av liðunum í bestu kvinnudeildini, EB, meldaði seg úr, tí tær sóu seg ikki førar fyri at manna lið. Tískil eru nú einans fimm lið í 1. deild hjá kvinnum. Haraftrat er tað eisini ein sjónlig gongd, at miðalaldurin á teimum ymisku liðunum er støðugt fallandi. Sólvá greiðir frá, at á liðnum hjá B36 eru ikki meir enn einir tveir leikarar, ið eru eldri enn hon. Hjá hinum havnarfelagnum, HB, er støðan tann sama. Har er eru einans tveir leikarar, sum eru oman fyri 20 ár, og hetta er stór broyting í mun til bara fyri nøkrum fáum árum síðani, tá ið miðalaldurin mundi vera eini 25 ár.

Spurd um hvør orsøkin til hesa gongd er, svarar Sólvá, at tað er uttan iva tær vantandi avbjóðingarnar fyri kvinnuligu fótbóltsleikarunum, sum gera hetta. Fyri nøkrum árum síðani høvdu tær eitt A-landslið at stremba fram ímóti, men nú er einki. Eitt U-18 landslið var fyri kortum, men fleiri leikarar meldaðu frá til hetta, tí at tær tímdu ikki, so leingi einki A-landslið var, greiðir Sólvá frá. Hetta ger, at fleiri av teimum eldru leikarunum ikki longur tíma at spæla fótbólt, og heldur velja at fáa sær familju. Onkur er eisini einans givin við fótbóltinum, men heldur tó fram við at spæla hondbólt.

Dystirnir á landsliðnum vóru stórar upplivingar fyri Sólvá, sum sigur, at hetta var ein ótrúlig uppliving at spæla framman fyri stórum áskoðarafjøldum og ímóti liðum, sum man lítið og einki kendi til. Í Føroyum er áskoðaraundirtøkan til kvinnufótbólt ikki serliga góð, heldur Sólvá, men sigur tó, at í Klaksvík plaga nógvir áskoðarar at vera til kvinnudystirnar, eins og tað var á Skála fyrr. Somuleiðis heldur Sólvá, at áskoðararnir hjá B36 hava verið trúgvir, tá ið kvinnurnar hava havt brúk fyri teimum.

At føroyingar eiga tríggjar leikarar, sum til dagligt royna seg í bestu kvinnudeildini í Danmark, er gleðiligt, heldur Sólvá, sum sjálv hevði møguleikan at fara til Rødovre, har stóra fyrimyndin hjá henni, Helga Ellingsgaard, spælir saman við tvíburðunum úr Klaksvík, Ragnu og Rannvá Andreasen. Tó sigur hon, at vit fáa ikki so nógva gleði burturúr hesum, so leingi sum einki landslið er. Einasta gleðin er, tá ið tær koma heim í summarfrí og spæla við ávíkavist HB og KÍ.


Fjølmiðlarnir virða kvinnufótbóltin lítið

Eitt annað hjartasuff hjá ungu fótbóltskvinnuni í B36 er, at føroysku fjølmiðlarnir seinastu árini eru farnir at geva kvinnufótbóltinum so lítlan ans. Hon nevnir í hesum sambandi, at fyri nøkrum árum síðani hevði okkurt blað tvær heilar síður við frásøgn, tá ið B36 gjørdist meistari, meðan í fjør var tað bert ein stubbi og ein lítil mynd av føroyameistarunum. Somuleiðis leggur hon aftrat, at í fótbóltsbókini er eingin liðmynd av kvinnuligu føroyameistarunum, og hetta heldur Sólvá er undir alt lágmark.

Sólvá sigur seg ikki vænta, at kvinnufótbólturin dettur niður fyri, men hon heldur tó, at skal kvinnufótbólturin hava nakra framtíð, so er neyðugt, at FSF tekur nøkur stig til at betra um korini hjá kvinnunum.

Ein góð løta er farin, og Yngd takkar fyri prátið við ungu havnargentuna, sum til dagligt situr við kassan í byggibúðini hjá Balslev. Vit fara út gjøgnum dyrnar, men Sólvá blívur sitandi í felagshølunum hjá B36, sum man nærum kann kalla fyri hennara annað heim.