hevur Rúni Djurhuus frá Eventz boðað frá, at hann eisini arbeiðir við at skipa fyri flogferð til Oslo. So alt bendir á, nógir føroyingar fara til Oslo at stuðula manshondbóltsliðnum, um tað eydnast teimum at [...] dystirnar Upphiting / undirhald (Møguliga) transport til og frá hotellinum Sum tær sær út nú, so verða tað fleiri føroyingar í Oslo, enn tað vóru í Berlin til endaspælið í fjør. [...] trúgva uppá, koma víðari til EM 2026. Tey leggja tó dent á, at einki er endaliga avgjørt enn. – Men alt bendir á, at teir megna tað. Og tá fara vit sjálvandi við! – Vit hava royndir við hondbóltsferðum
sínum hægsta stigi í 2022 (24%). Í 2023 var vøksturin 10% og í 2024 2%. Tað er tí líkt til, at tilgongdin av útlendskum starvfólkum er hæsað av. Í 2009 vóru 3% av starvsfólkunum í samlaða búskapinum ikki [...] Landsbanki Føroya: Arbeiðsloysið hevur verið lágt í Føroyum í longri tíð, og tað kann hava ta avleiðing, at framleiðslan í landinum verður minni, enn hvat hon kundi verið, um trot ikki var á arbeiðsmegi [...] 2024 var parturin hækkaður til 8%, ið svarar til á leið 2.300 starvsfólk. Mynd 1 niðanfyri vísir í hvørjum vinnugreinum útlendingarnir arbeiða. Av samlaða talinum av útlendingum arbeiða 31% av teimum í f
Ataqatigiit, Siumut og Atassut. Bara Naleraq er ikki við. Tað skrivar hann á Facebook. – Eg eri nú klárur at kunngera samgonguna, sum eg skal standa á odda fyri. Tað er ein uppgáva, sum eg taki í størsta álvara [...] krevur samstarv. Tað krevur viljan at lurta. Og tað krevur, at vit, sum politiskir leiðarar, eru í eygnahædd við tað stolta fólkið, sum vit hava heiðurin at umboða. Eg vil fegin vera ein inkluderandi leiðari [...] sjálvstýri. Hetta eru dreymar, sum eg skilji og og taki undir við. Tí meti eg eisini, at tað týdningarmesta er at skapa tryggleika. Trygdin og tryggleikin hjá fólkinum skal ganga fram um alt annað, sigur
tá Róin í einum aldri um tey hálvthundrað gjørdist pápi. Hetta er ein rørandi og vakur filmur. Hóast filmur ikki er tann miðilin, ið Pætur er mest vanur at arbeiða við, so hevur hann skapt eitt vakurt verk [...] Hvar Róin endaði, veit eg ikki, men í dokumentarinum “Spælimaður við heimsins enda” greiddi hann frá, at tað var um hetta mundið, at hann fyrstu ferð fann seg sjálvan eftir at hava roykt ein joint. Eg fór [...] Eyðfinn og eg, so var okkurt slag av sambandi, ið er trupult at forklára. Í kvøld slapp eg so at uppliva filmin, um spælimannin Róin. Vit eru langt frá tí poleraða Maxim Club pianistinum, ið eg møtti á
nakrar mánaðir, tá avgjørt var at tað skuldi vera størri, og tað fegnast hon um. – Tað var frígerandi og rætt. Tá vit fundaðust, tosaði Poulina um minnið um mammuna sum er so risastórt, nógv hægri enn mamma [...] vitjandi verið, og tað merkja tey í Kunningarstovuni í Fuglafirði. – Fyrstu tíðina eg skuldi práta um tað, fekk eg klump í hálsin og tár í eyguni. Eg dugdi ikki at skilja, hví eg skuldi fáa tað soleiðis, tí [...] hví tað ikki er nakað minni yvir kvinnur, sum doyðu í barsilssong. Varð farið eitt ella tvey ættarlið aftur, var hetta nakað sum øll kendu úr sínar familju, tá byrjaði tankin, hví gera vit ikki tað? Og
stig í verkætlanini er nú avgreitt. Í Sjóvar kommunu vænta tey, at alt arbeiðið verður liðugt tíðliga í summar. Týsdagin og mikudagin fluttu fólk hjá Articon og øðrum stóru tangarnar frá bryggjukantinum og [...] og væl, og tað var ein serligur flutningsvognur, sum koyrdi teir yvir á økið, har teir nú eru settir upp. Í gjár var so reisigildi, og á heimasíðuni - www.sjovar.fo - síggjast fleiri myndir frá hátíðarløtuni
Ungarn, Danmark, USA og Norðurmakedónia og vónandi Svøríki, Týskland og Noreg eisini skjótt. Tað, sum er avgerðandi er, at Listaflog gevur mær bæði samanhangandi tíð at arbeiða, og at eg kann arbeiða saman við [...] valt at býta stuðulin, sum tilsamans er 125.000 kr, í tveir partar. 75.000 krónur verða latnar rithøvundanum Kim Simonsen til bøkur og bókmentir. - Kim Simonsen er ein av okkara virknastu og mest viðurkendu [...] spennandi dansisýningum og sett dagsskránna í modernaðum dansi í Føroyum. Vert er at bíta merki í, at verkætlanin, ið verður stuðlað, er eitt áhugavert tvørlistaligt samstarv við Føroya Slagverks Ensemble. Slagverk
nilin ikki er gjørdur, merkir, at ferðslan er tað størri eystaru megin við Skálafjørðin, men hevur tað neyvan ført við sær aðra vegagerð. – Fyri at betra um ferðsluviðurskiftini til og frá Eysturoyartunlinum [...] til og frá Eysturoyartunlinum, eysturoyarmegin, skuldi fara eftir vestara armi á Skálafjørðinum, til og frá økjunum norðan fyri Gøtueiði, umvegis ein tunnil millum Gøtudal og Skálabotn. – Tað, at Gøt [...] dagføra samferðsluætlanina. Tað verður eitt gott grundarlag fyri at dagføra íløguætlan landsins. Gøtudalstunnilin er ein týðandi liður í útbyggingini av høvuðsvegakervinum, og er ein skilagóð íløga, sigur
búfólk skulu kenna tað heimligt og trygt, og at umstøðurnar eru róligar við góðum hentleikum. Smá, vard tún og útirúm verða umframt stórkøk, vaskarí og fysio- og ergoterapi. Tað er ráðgevaratoymið EYA/CUBO [...] røktarheim. Økið, har røktarheimið verður staðsett, er umleið 50.000 til støddar og liggur út til Dalin Langa, sum er eitt fríøki við gongu- og súkklubreytum. Økið er óslætt heyggjalendi, og byggingin leggur seg [...] farin vóru fimm tilboð komin inn frá. Tað vóru Articon, HVT, J&K Petersen, KANJON og MTV Byggivirki, sum bjóðaðu uppá arbeiðið. Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur síðan verið i sáttmálasamráðingum við
at allir teldupostarnir eru sendir frá teldupostadressuni office@diriectormaills.xyz. Men tað verður gjørt so snildisliga, at tað sær út sum um, at telduposturin er frá einum leiðandi persóni í fyritøkuni [...] sum ikki sæst beinleiðis, er ein følsk adressa. Í øllum fráboðanunum, sum løgreglan hevur fingið, er avsendaraadressan office@director.xyz Løgregla veit ikki um nakran, sum er dottin í felluna enn. [...] hevur seinastu dagarnar fingið fleiri fráboðanir frá stjórum og øðrum leiðandi persónum í fyritøkum, sum hava fingið teldupost, sum sær út til at vera frá onkrum starvsfelaga, um at flyta pengar. – Vit vilja