Eisini er samtykt at taka undir við sáttmála við fyritøkuna Ráð um byggiharraráðgeving- og leiðslu.
Tórshavnar kommuna skrivar, at verkætlanin hevði lisitatión 31. Januar 2025, og tá freistin var farin vóru fimm tilboð komin inn frá. Tað vóru Articon, HVT, J&K Petersen, KANJON og MTV Byggivirki, sum bjóðaðu uppá arbeiðið.
Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur síðan verið i sáttmálasamráðingum við Articon um verkætlanina og gjørt uppskot til arbeiðstøkusáttmála, sum nú er samtykt at taka undir við.
Heim mitt í náttúruni
Talan verður um eitt stórt heim við fleiri minni, samanbygdum húsum í ymsum hæddum og rætningum. Heimið fevnir um 64 búpláss og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør, ið verða tær fyrstu av sínum slag her í landinum. Røktarheimið við Stórubrekku verður sostatt eisini størsta røktarheim í kommununi.
Byggingin skal leggja dent á, at búfólk skulu kenna tað heimligt og trygt, og at umstøðurnar eru róligar við góðum hentleikum. Smá, vard tún og útirúm verða umframt stórkøk, vaskarí og fysio- og ergoterapi.
Tað er ráðgevaratoymið EYA/CUBO, ið vann verkætlanarkappingina um prosjektering og heildarráðgeving av Røktarheiminum á Stórubrekku.
Býlingur til eldri
Arbeitt hevur verið seinastu árini við at finna staðseting til nýtt røktarheim. Økið, har røktarheimið verður staðsett, er umleið 50.000 til støddar og liggur út til Dalin Langa, sum er eitt fríøki við gongu- og súkklubreytum. Økið er óslætt heyggjalendi, og byggingin leggur seg á heyggin og skipar seg eftir lendinum, so bú- og starvsfólk fáa best møguliga útsýni móti eystri og Nólsoynni, men eisini vestur móti Dalinum Langa og grannalagnum. Stórabrekka liggur sum framhald av rehabiliterings- og umlættingardeplinum URD, og eitt nýtt røktarheim kann tí samvirka við stovnin og uttanumøki.
Byggingin verður 6.700 fermetrar, og tá uppskotið um røktarheimið varð viðgjørt, metti dómsnevndin, at lagt varð upp til stílreina, einfalda og stillisliga bygging. Byggingin er samanhangandi og minnir um skap og snið, vit eru von at síggja í vanligari sethúsabygging í Føroyum.
Umframt tey 64 búplássini verða eisini 16 røktaríbúðir. Røktaríbúðir eru vanligar íbúðir, sum heimatænastan veitir tænastur til, men har mett verður, at borgarin hevði fingið betri umstøður við at flyta í íbúð, har røktarstarvsfólk eisini er knýtt at alt samdøgrið. Íbúðirnar eru ofta innrættaðar við breiðum hurðum, ongum gáttum, egnum vesi og bað o.s.fr.
Røktarheimið fær lætt atkomuligt og vælskipað felagsøki. Inni eru dagsljósviðurskiftini væl loyst. Eisini verður stórkøkur og vaskarí umframt fysio- og ergoterapi, eins og aðrir góðir hentleikar.
Tilfarið er í høvuðsheitum siðbundið við timbur og flag. Inni verður nýtt tilfar, ið skapar heimligan, heitan og ljósan dám. Aftrat eru fleiri veðurgóð og vard útirúm og tún.
Kommunan er vaksin nógv seinastu árini, og neyðugt hevur verið at vaksa um talið av búeinum- og tilboðum til eldri.
Afturi í 2017 varð mælt til at fara undir nýtt røktarheim, og byrjað varð at at gera fyrireikingar.
Byggiloyvi varð útskrivað í juni í fjør.
5. september 2022 varð boðið til undangóðkenning fyri ráðgevaratoymi. Freistin at luttaka í undankappingini var 21. september 2022. Bygginevndin valdi at fara viðari við fýra ráðgevaratoymum: EYA, Henning Larsen NA, MAP og SNA, LBF og SMJ.
Tórshavnar býráð samtykti 21. november 2022 at bjóða undangóðkendu ráðgevunum at luttaka í verkætlanarkapping um sniðgeving og heildarráðgeving. Tvær vikur seinni - 7. desember 2022 - vórðu 4 ráðgevaratoymi boðin til kappingina. Verkætlanin skuldi vísa, hvussu ótroyttu møguleikarnir í økinum við Dalin Langa, saman við røktarbústøðum, urtagørðum o.ø., kunnu gerast eitt eyðsýnt nýtt andarhol í býnum. Tá freistin var úti 14. mars 2022 komu fýra uppskot inn, ið øll luku treytirnar.
Øll vórðu gjølla viðgjørd í dómsnevndini, og vinnari av uppskotunum gjørdist ráðgevaratoymið EYA/CUBO, ið síðani í tøttum samskifti við allar avvarandi brúkarar og umsiting er farið undir at prosjektera Røktarheimið á Stórubrekku.
Lisitatión var 31. Januar 2025.
Mett byggitíð er 2 ár og 8 mánaðir. Arbeiðið skal eftir ætlan byrja á vári 2025, og verður væntandi liðugt í seinnu helvt av 2027.
##med2##